mánadagur 14. november 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 14. november 2005
25
StÍF-Neistin 31-26
(14-8):
Strand-
ingar
hanga í
Við einum tryggum
sigri á Neistanum
eydnaðist StÍF
at halda seg við
í stríðnum um
annað plássið í
bestu mansdeildini
AtlAntic
AirwAys-
kAppingin
Jákup Mørk
Tað tykist, sum er ferð
veruliga við at koma á
hondbóltsspælið á Skála.
Fyrstu dystirnar hevði
StÍF annars trupult við
veruliga at koma ígongd,
men seinastu vikurnar
hevur framgongdin verið
heilt sjónlig. Og tað fekk
Neistin eisini at kenna, tá
teir vitjaðu sunnudagin.
Snøgt sagt, so fingu
teir bláu ongantíð fótin
fyri seg í dystinunm, sum
vertirnir kontrolleraðu
úr enda í annan. Sum
seinni hálvleikur leið, so
gjørdist talan nærum um
veruliga eyðm‡king, og
eitt skifti var leiðsan heili
23-13. StÍF megnaði tó
ikki at halda dampinum
uppi allan vegin, og tí
sluppu gestirnir eisini at
minka nakað um munin,
men spennandi gjørdist
tað tó ongantíð.
Sigurin hevur við sær,
at strandingar enn halda
fast í vónini um at blanda
seg í stríðið um plássið
aftan fyri Kyndil. Her
eru tað fyrst og fremst
H71 og VÍF, sum eru
kappingarneytarnir. Og tí
verður spennandi at vita,
hvussu leikur ferð, tá
H71 vitjar á Skála kom-
andi vikuskiftið.
Hjá Neistanum tykist
setningurin hinvegin vera
tann eini. Nevnliga at
menna ungu spælararnar,
soleiðis at hesir um eitt
ár ella tvey kunnu vera
við til at stríðast frammi
í oddinum. Men til ta tíð
mugu bæði spælarar og
viðhaldsfólk brynja seg
við toli.
Mansliðið hjá
havnarfelagnum
Fleyr er aftur við í
oddinum í føroyskum
mansflogbólti,
og sunnudagin
tryggjaðu teir sær sess
í steypafinaluni, sum
verður leikt í februar
Flogbóltur
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fleyr hevur í nøkur ár havt
ilt við at vinna seg heilt fram
í oddin í meistaradeildini hjá
monnum, men í ár tykist
liðið hava eina sera góða
manning, ið fer at verða við í
stríðnum um meistaraheitið.
Liðið er blivið munandi
styrkt við tað, at fleiri av
leikarunum úr Fram, sum nú
er farið í søguna, hava valt at
halda fram við flogbóltinum
í júst Fleyr.
Mjølnir beit frá sær
Í finaluni í FK-kappingini
sunnudagin hittust gomlu
arvafíggindarnir, Fleyr og
Mjølnir, og talan gjørdist um
ein til tíðir heilt spennandi
dyst.
Liðini bæði hava hitst
einaferð áður í hesum kapp-
ingarárinum, og tá vunnu
havnarmenninir ein tryggan
3-0 sigur í Havn. Hesaferð
gjørdist dysturin tó eitt
sindur meiri spennandi, tí
Mjølnir beit væl frá sær.
Fyrsta settið gjørdist bæði
javnt og drúgt, men tað vóru
klaksvíkingarnir, sum at
enda drógu longra stráið og
vunnu settið 31-29. Harvið
fekk Fleyr ivaleyst ein lítlan
hvøkk og eina ávaring um, at
teir noyddust at taka sær um
reiggj, um teir ætlaðu sær
at vinna. Tað gjørdu teir í
Fleyr eisini, og tað eydnaðist
teimum at vinna trý tey næstu
settini, og harvið vunnu teir
bæði FK-kappingina og sess
í steypafinaluni.
Við sigrinum í FK-kapp-
ingini hevur Fleyr staðfest,
at teir í ár ætla sær at verða
við í oddinum. Seinast
Fleyr var føroyameistari í
mansdeildini í flogbólti var
í ár 2000, og tað er nokk
so langt síðani, tá ið talan
er um eitt so sigursvant
felag sum Fleyr. Harafturat
hevur Fleyr ongantíð vunn-
ið steypakappingina hjá
monnum, so teir fara ivaleyst
at verða rættuliga svangir
eftir gullinum, tá ið finalan
verður leikt í februar mánað
komandi ár.
Fleyr-Mjølnir 3-1:
Fleyr aftur í fremstu røð
Flogbóltskvinnurnar
hjá TB vunnu um
vikuskiftið árligu
FK-kappingina, sum
Fleyr skipar fyri,
eftir ein tættan og
spennandi finaludyst
móti SÍ. Við sigrinum
hevur TB tryggjað
sær pláss í ársins
steypafinalu.
Flogbóltur
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Um vikuskiftið var áliga
FK-kappingin, sum flog-
bóltsfelagið Fleyr í Havn
skipar fyri. Kappingin hevur
verið fastur táttur í mong ár,
og seinnu árini hava vinnandi
liðini í meistaradeildini
hjá kvinnum og monnum
í kappingini samstundis
tryggjað sær sess í steypa-
kappingini.
Kundi farið
báðar vegir
Í finaludystinum í meistara-
deildini hjá kvinnum í
FK-kappingini, sum varð
leiktur sunnudagin, hittust
TB og SÍ. Tvørakvinnur
hava seinastu mongu árini
verið ein fastur partur
av oddinum í føroyskum
kvinnuflogbólti, men undan
hesum kappingarárinum
hevur stór útskifting verið
á liðnum, og nógvir ungir
leikarar eru komnir á liðið.
Kvinnumanningin úr Sør-
vági er hinvegin ikki so roynd
í fremstu deildini, tí hetta er
bert næsta árið hjá teimum
í meistaradeildini. Hinvegin
hevur SÍ rættuliga nógvar
ungar og evnaríkar leikarar,
ið eru væl samanspældar,
og tær hava fingið eina ser-
stakliga góða byrjan upp á
kappingarárið í ár. Júst hesi
bæði liðini hittust eisini
nýligani í landskappingini,
og tá vann SÍ ein sannførandi
3-0 sigur í Sørvági. Tí vóru
tær úr SÍ eisini mettar sum
favorittar undan dystinum.
Finaludysturin sunnudagin
gjørdust tó serstakliga javnur
og spennandi, og hann
kundi farið báðar vegir. SÍ
vann fyrsta settið rættuliga
trygt, og tær vóru um reppið
eisini at vinna næsta settið,
ið gjørdist sera javnt. Tað var
tó TB, ið dróg longra stráið í
næsta settinum og vann tað
27-25, og so stóð á jøvnum
1-1 í settum.
Triðja settið gjørdist ong-
antíð spennandi, tí tá fekk
SÍ snøgt sagt ikki fótin fyri
seg, og TB smurdi tær av og
vann settið ruddiliga, 25-11.
Nú var greitt, at um SÍ skuldi
hava nakran møguleika,
skuldu tær vinna fjórða
settið. Tað gjørdu tær eisini
við úrslitinum 25-21, og tí
var neyðugt at fara til ein
javnbrótara fyri at finna ein
vinnara og harvið eisini fyrsta
finaluluttakaran í steypa-
finaluni. Her var tað TB, ið
stóð seg best, og tær vunnu
javnbrótaran 15-11. Sostatt
hevur TB aftur í ár tryggjað
sær sess í steypafinaluni,
og so verður spennandi at
síggja, um tær megna at
vinna steypakappingina. Í
fjør noyddust tær at lúta fyri
Mjølnir í finaluni.
TB-SÍ 3-2:
TB stríddi seg í steypafinaluni
Fyri fyrstu ferð verður
Fleyr nú partur av
steypafinaluni hjá
monnum. Hesum
syrgdi havnarmenninir
fyri, tá teir vunnu
finaludystin í FK-
kappingini sunnudagin