mánadagur 14. november 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 218 - 14. november 2005
Við 2-0 sigrinum á
Turkalandi hevur
Sveis nú væl og
virðiliga annan fótin í
HM-endaspælinum
HM-fótbóltur
Jákup Mørk
- Vit eru heilt nær HM-
endaspælinum. Tað er jú
beint hinumegin markið.
Soleiðis ljóðaði held-
ur skemtingarsama við-
merkingin frá sveisiska
landsliðsvenjaranum, Jakob
Kuhn, tá Sveis hevði vunnið
tepran 2-1 sigur á Føroyum í
dystinum, sum varð spældur
á Svangaskarði.
Leygarkvøldið varð so
staðfest, at Sveis hevur
eitt lið, sum væl kann
blanda seg millum tey allar
fremstu. Í sonevndu play-
off dystunum spældi Sveis
móti Turkalandi, sum fyri
trimum árum síðani var at
finna í hálvfinaluni í HM,
men tað tóktist tó ikki nerva
Sveis stórvegis.
Við tryggum verjuspæli
og kvikum álopsspæli sýndu
sveisisku spælararnir gott tol
í dystinum, og tvær ferðir
fingu teir eisini løn fyri hetta.
At teir so eisini megnaðu at
halda málið reint, gjørdi
ikki lagið verri, og við 2-
0 sigrinum í viðførinum
hevur liðið eina sera góða
barlast undan seinna play-
off dystinum.
Sandrok á Ullevaal
At tað ikki altíð er so lætt at
halda grasvøllum í góðum
standi, hava føroyingar áður
ásanna, og leygardagin máttu
normenn í øllum førum
skriva undir somu læru.
Tjóðarvøllurin, Ullevaal,
sá snøgt sagt út sum ein stórur
sandkassi, tá Kekkia kom
á vitjan. Tað hevur regnað
sera nógv í Noreg seinastu
vikuna, og við tveimum
steypafinalum á vøllinum
innan stutt tíðarskeið, var
standurin á vøllinum tí
einki serligur. Og hóast ein
roynd varð gjørd at bøta um
hetta við at leggja sand á,
so munaði hetta lítið. Bæði
liðini høvdu sera ilt við at
fáa spælið at koyra, og tí
gjørdist talan eisini um sera
fáar møguleikar.
Tað eydnaðist tó kekkum
at avgera dystin, tá Poborsky
og Nedvend skræddu norsku
verjuna upp. Og so kundi
Smicer gera sær dælt av, at
verjuspælari gleið í nógva
sandinu, tá bólturin varð
sendur innfyri.
Stórur spanskur sigur
Seinasti play-off dysturin
stóð millum Spania og Slo-
vakia, og her vístu sponsku
stjørnurnar, hvar skápið
skuldi standa.
Ikki minni enn 5-1 gjørdist
spanski sigurin, sum eisini
gjørdist ein stórur sigur Luis
Garcia. Liverpool-spælarin
gjørdi ikki mætari enn at
skjóta hat-trick í dystinum,
og skrivaði soleiðis navn
sítt inn sum tjóðarhetjan,
sum mest sum einsamallur
sparkaði Spania til HM-
endaspælið.
Seinnu play-off dystirnir
verða spældir mikukvøldið,
og tá er so endaliga greitt,
hvørjar tjóðirnar eru, sum
skula í pottin, tá lutakastið
til sjálvt endaspælið verður
tann 9. desember,
Dystir
Sveis-Turkaland 2-0 (1-0)
1-0: Senderos, 41.
2-0: Behrami, 86.
Noreg-Kekkia 0-1 (0-1)
0-1: Smicer, 31.
Spania-Slovakia 5-1 (2-0)
1-0: Luis Garcia, 10.
2-0: Luis Garcia, 18.
2-1: Nemeth, 49.
3-1: Torres (br.), 65
4-1: Luis Garcia, 74
5-1: Morientes, 79.
RK: Had, 64
Tromsø vann tryggan sigur
Leygarkvøldið hevði føroyska útisetafelagið í norskum flogbólti, Tromsø, vitjan at
Førde VK.
Tromsø fekk fyri stuttum enn eitt føroyskt ískoyti, tá Magnus Aðalsteinsson varð settur
sum venjari, og sum skilst, so hava spælararnir tikið væl ímóti nýggja venjaranum.
Úrslitið leygar-kvøldið var eisini gott, tí hóast Tromsø byrjaði dystin stak illa, so fekk
liðið kortini stigini til høldar. Fyrsta setti varð annars tapt so ruddiliga, men spakuliga
komu spælararnir veruliga ígongd, og so var einki at gera hjá gestunum. Teir royndu at
svara aftur í triða settinum, men tá Tromsø eisini tók hetta, var leyst og liðugt.
-mørk
Sveis er heilt nær HM
Pavel Nedved frøist um tepra
sigurin hjá Kekkia. Nya
Ullevaal var alt annað enn
góður at spæla á leygardagin,
og tí gjørdist talan sjáldan um
tað stóra fótbóltsspælið. Men
tað munnu kekkar ikki leggja
tað stóra í kortini
Mynd: Reuters
Sunset-kappingin
v
t
d
v - j -
t
mál
mál
+/-
stig
1 Stjørnan
8
7 - 0 - 1
230
144
86
14
2 Neistin
8
6 - 0 - 2
215
158
57
12
3 Kyndil
8
6 - 0 - 2
176
173
3
12
4 VB
6
5 - 0 - 1
160
106
54
10
5 VÍF
9
4 - 0 - 5
221
215
6
8
6 StÍF
8
3 - 0 - 5
190
204
-14
6
7 Søljan
8
1 - 0 - 7
138
218
-80
2
8 Tjaldur
9
0 - 0 - 9
154
266
-112
0
Atlantic Airways-kappingin
v
t
d
v - j -
t
mál
mál
+/-
stig
1 Kyndil
7
6 - 1 - 0
193
161
32
13
2 H71
7
4 - 1 - 2
207
165
42
9
3 VÍF
7
4 - 0 - 3
197
197
0
8
4 StÍF
7
4 - 0 - 3
179
186
-7
8
5 KÍF
7
1 - 0 - 6
164
196
-32
2
6 Neistin
7
1 - 0 - 6
184
219
-35
2