Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-14, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. november 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 - 14. november 2005 27 UTTAN ÚR HEIMI Varamaðurin hjá Osama bin Laden sigur, at bretska drotningin er ein av fíggindum Islams YvIRgANgUR Árni Joensen: fartekst@mail.dk Á einari sjónbandsupptøku, sum bretska blaðið Sunday Times hevur fingið fatur á, sigur Ayman al-Zawahiri, at Elizabeth bretadrotning er ein av fíggindum Islams, og at hon hevur ábyrgdina av tí, sum hann kallar bretsku krossferðina ímóti muslimum. Hann leggur afturat, at muslimarnir í Bretlandi eiga ikki at lata seg ávirka, so teir gerast ein partur av bretska samf- elagnum. Ein partur av sjónband- inum var at síggja í arab- iska sjónvarpinum Al- Jazeera beint aftan á yvir- gangsatsóknirnar í London í juli, men tann parturin, sum umfatar bretsku drotningina, varð ikki vístur tá. Tað er ikki bara Ayman al-Zawahiri, sum tosar á bandinum. Tann 30 ára gamli Mohamnmed Sidique Khan, sum var við til at leggja atsóknina í London til rættis, eggjar í upptøkuni øðrum muslimum til at taka lut í tí heilaga krígnum og at líða deyðan sum pínslarváttar. The Sun skrivar, at bretska fregnartænastan MI5 hevur eisini ta 27 minuttir longu upptøkuna, og at hon greiddi Buckingham Palace frá innihaldinum. Sam- bært blaðnum varð trygd- areftirlitið hjá drotningini styrkt nógv longu aftan á atsóknirnar í New York og Washington fyri góðum fýra árum síðani. Í dag er fyrsta komm­ unuvalið aftan á ta stóru kommunu­ samanleggingina í Danmark. Samstundis er val til tey nýggju økini, sum loysa amtini av. DANMARk Árni Joensen fartekst@mail.dk Kommunuvalið í Danmark í dag er øðrvísi, enn veljararnir eru vanir við. Aftan á ta stóru samanleggingina eru kommunurnar nógv færri í tali enn fyrr. Tað ger, at nógvir veljarar skulu taka støðu til listar og valevni, sum hava ikki hava hoyrt um ella sæð fyrr. Valserfrøðingar eru eisini rættiliga spentir uppá, hvussu fólk fara at atkvøða, men nógv bendir á, at tey flestu fara at atkvøða fyri valevnum, sum tey kenna t.v.s. teimum, sum tey kenna frá teirra gomlu kommunu. Valstríðið upp undir val- ið í dag hevur í rættiliga stóran mun verið merkt av einum borgarstjóravali. Tá so nógvar kommunur eru strikaðar av kortinum, noyðast nógvir borgarstjórar frá, og nógvastaðni er hart stríð í teimum nýggju komm- ununum um tann eina sessin, sum nú skal mannast. Í summ- um kommunum hevur sami borgarstjóri sitið við róðrið í mong ár, og nógvastaðni eru tað borgarstjórar úr sama flokki, sum nú stríðast um tann eina sessin. Í Keypmannahavn er ikki tann stóri spenningurin um úrslitið, tí har er eingin ivi um, at fyrrverandi sosial- demokratiski ráðharrin Ritt Bjerregaard verður nýggjur yvirborgarstjóri. Veljarakanningar hava víst, at sosialdemokratarnir fáa tríggjar býráðslimir afturat teimum 16, sum flokkurin nú hevur, og saman við SF og Eindarlistanum fer Ritt Bjerregaard at hava 31 av teimum 55 býráðslimunum aftan fyri seg. Í Århus og Odense er harafturímóti spenningur um úrslitið í dag. Vinstri hevur sum er yvirborg- arstjórastarvið í Århus, men kanningar hava givið sosialdemokratunum fram- gongd, og tí kann henda, at sosialdemokratarnir vinna sessin aftur. Men tað krevur, at teir fáa hjálp frá teimum radikalu. Í Odense er støðan tann sama. Har hava sosialdemokratarnir sessin í løtuni, og sambært kanningunum varðveita teir hann, um teir fáa stuðul frá radikala flokkinum. Danir skulu ikki bara velja nýggj kommunustýri í dag. Tá avgjørt varð at leggja kommunurnar saman, bleiv eisini avgjørt at niðurleggja amtini og at býta landið sundur í størri øki ístaðin fyri. Í dag skulu danir so á fyrsta sinni velja fólk at umsita økini, men áhugin fyri hesum valinum hevur ikki verið so stórur sum áhugin fyri kommunuvalinum. Elizabeth bretadrotning er sambært varamanni bin Ladens fíggindi Islams 0Mynd: Reuters Kommunuval í Danmark Elisabeth fíggindi Islams Tað er lítil ivi um, at Ritt Bjerregaard verður nýggjur yvirborgarstjóri í Keypmannahavn aftan á valið í dag Mynd: Reuters Ætlaðu álop á kjarnorkuverk Myndugleikarnir í Avstralia siga nú, at yvirgangsmenn ætl- aðu at søkja at kjarn- okruverkinum uttan fyri býin Sidney . Í desember í fjør.tók løgreglan tríggjar menn uttan fyri kjarnorkuverkið. Teir vóru á einari motor- súklu við trimum hjól- um, og teir greiddu løg- reglumonnunum frá, at teir vóru í ferð við at royna hana. Tá løgreglan seinni fór at kanna girðingina rundan um verkið, sá hon, at onkur hevði klipt ketuna í einum av portrunum. Harafturat vísti tað seg, at teir tríggir menninir við motorsúkluni høvdu ikt við at greiða frá, hvat teir høvdu gjørt dagin fyri, teir blivu steðgaðir uttan fyri kjarnorkuverkið. Í síðstu viku tók avstralska løgreglan átta menn, og tá segði John Howard, forsætisráðharri, at myndugleikarnir høvdu forðað einari yvir- gangsatsókn. Sagt varð, at teir tiknu høvdu útvegað sær tilfar til at gera bumb- ur við, og at talan var um tað sama tilfarið, sum sjálvmorðsbumbumenn brúktu í London tann 7. juli, skrivar AP. Forsetar keglast Forsetin í Meksiko, Vicente Fox, og starvsbróður hans- ara í Venesuela, Hugo Cha- vez, sita ikki serliga væl um sátt. Viðurskiftini teirra mill- um hava verið spent síðani amerikanska toppfundin í Argentina herfyri. Á fundinum tók Vicente Fox undir við einum uppskoti hjá George W. Bush, forseta um at skipa teir báðar amerikonsku heimspartarnar sum eitt fríhandilsøki. Men uppskotið fall, tí lond sum Argentina, Brasil, Uruguay, Paraguay og Venesuela vóru ímóti. Aftan á fundin í Argen- tina segði Vicente Fox, at tað finnast nakrir forsetar, sum geva øðrum skyldina av, at teir hava trupulleikar í heimlandinum. Hann nevndi eingi nøvn, men tað var týðiligt, at hann sipaði til argentinska for- setan, Nestor Kirchner, og Hugo Chavez. Kirch- ner hevur ikki lagt í at svara, men Chavex er ikki tann, ið letur seg teppa av slíkum. Hann vil vera við, at meksikanski forsetin er ikki annað enn hundahvølpur hjá Bush, og í einari sjónvarpsrøðu ávaraði hann meksikanska forsetan: - Hann skal ikki gera grin burtur úr mær, tí so fær hann trupulleikar! Funnu dinosaur Í Argentina hava argentinsk og amerikonsk vísindafólk funnið leivdirnar av einum dinosauri, sum hevur fingið latínska navnið Dakosaurus andiniensis, men sum longu hevur fing- ið kelinavnið Godzilla. Diego Pól, sum arbeiðir á lærda háskúlanum í Ohio, sigur við AP, at tann higartil ókendi dino- saururin hevur verið einar fýra metrar langur, og at hann helt til á sjónum. Hann hevur verið átøkur einari krokodillu, sum vit kenna í dag. Hann hevði ikki so langt høvd sum krokodillan, men har- afturímóti nógv størri tenn. Tí halda vísindafólkini, at hann legði seg eftir at veiða stór djór, sum hildu til í heimshøvunum fyri umleið 135 milliónum árum síðani. Godzilla hevði eingi bein, men fýra limir, ið hava virkað sum fjaðrar hjá fiski. Hann hevði heldur ikki hala sum krokodilla, men stert sum fiskur, men hann mátti upp í vatnsskorpuna at draga andan, sigur Diego Pól. Úlvur uttan fyri Stockholm Tveir løgreglumenn, sum vóru farnir ein vanligan eftirlitstúr sunnumorgunin, vilja vera við, at teir sóu ein úlv beint eystan fyri Stockholm. Annar løgreglumaðurin, Anders Karlsson, sigur við svenska útvarpið, at úlvurin stóð eina løtu og skimaðist, áðrenn hann hvarv ímillum bilarnar, sum stóðu har. Anders Karlsson sigur, at tað var ikki ein hundur, tí hetta djórið var væl størri, og tí ivast hann ikki í, at tað var ein úlvur. Tað eru ikki bara teir báðir løgreglumenninir, sum siga seg hava sæð úlv nærhendis svenska høv- uðsstaðnum. Fríggjadagin og leygardagin fekk løg- reglan fleiri fráboðanir frá fólki, sum søgdu seg hava sæð úlv í Vaxholm og Akersberga, sum er stutt í ein landnyrðing úr Stockholm, skrivar TT.