týsdagur 15. november 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 15. november 2005
3
Herfyri keypti Ide
Møblar ognina hjá
Sjúrði Sivertsen, sum
liggur beint yvir av
handilsbygninginum
hjá Ide Møblum
á Hálsi. Birgir
Andreasen, stjóri í
Ide Møblum, sigur, at
keypið er ein íløga í
framtíðina
Handilslív
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ognin, sum Ide Møblar hevur
keypt, er 2400 fermetrar til
støddar, og á ognini stendur
ein bygningnur, sum er
umleið 600 fermetrar stórur.
Sjúrður Sivertsen hevur sjálv
ur lastbilavirksemi á ognini
í løtuni, men 1. septembur
komandi ár skal økið og
bygningurin verða ruddað.
Ongar beinleiðis
ætlanir
Birgir Andreasen sigur, at
Ide Møblar er ein fyritøka
í framgongd, og tí er altíð
neyðugt at hava eyguni eftir,
hvørjir møguleikar eru fyri
framman.
Hetta er ein ogn, sum
liggur beint yvir av handl
inum hjá okkum á Smyrils
vegi, og tí síggja vit tað sum
ein møguleika fyri víðkan av
virksemi okkara í framtíðini.
Í løtuni hava vit ongar bein
leiðis ætlanir við ognini,
men vit síggja tað meira sum
eina íløgu í framtíðina, sigur
Birgir Andreasen.
Stjórin í Ide Møblum sig
ur, at hóast bygningurin,
sum í løtuni stendur á ognini,
bæði er í minna og lagi og í
ringum standi, so eru nógvir
møguleikar við ognini.
Økið er 2400 fermetrar
stórt, og tað merkir, at vit
kunnu hava ein bygning,
sum er 1200 fermetrar stórur
og í tveimum hæddum, so
at vit tilsamans hava 2400
fermetra gólvvídd. Hetta
kann gerast við at byggja
afturat verandi bygningi,
sum so eisini skal hava eina
stóra umvæling, sigur Birgir
Andreasen.
Stórur
eftirspurningur eftir
slíkum ognum
Ein avtala er gjørd millum Ide
Møblar og Sjúrð Sivertsen
um, at gamli eigarin slepp
ur at verða verandi á ognini
fram til 1. september kom
andi ár. Tá yvirtekur Ide
Møblar endaliga ognina, og
tá skulu bæði bygningur og
øki verða ruddað.
Vit hava tískil eitt ár
at umhugsa okkum í, hvat
vit vilja við nýggja møgu
leikanum, men tað er heilt
víst, at bygningurin kemur
ikki at standa tómur. Vit
fara at fríðka bygningin,
men hvat slag av virksemi
verður í honum, vita vit
ikki enn. Tað kann bæði
verða handilsvirksemi ella
goymsluvirksemi, sigur
Birgir Andreasen.
Hann leggur afturat, at
slíkar ognir eru nógv eftir
spurdar, og at handilsøki á
Hálsi ivaleyst er mest eftir
spurda handilsøki í land
inum í dag. Tí heldur Birgir
Andreasen eisini, at talan er
um eina góða ílogu, sum Ide
Møblar hava gjørt.
Spurdur um keypsprísin,
sigur Birgir Andreasen, at
tað hava hann og seljarin
gjørt eina avtalu um ikki at
upplýsa.
Ide Møblar keypt grannaogn
Birgir Andreasen og konan Elsebeth hava eitt ár at umhugsa,
hvat slag av virksemi ið tey kunnu hava í gamla bygninginum
hjá Sjúrði Sivertsen beint yvir av Ide Møblum. Bygningurin er
keyptur, og 1. septembur komandi ár skal gamli eigarin hava
ruddað bæði øki og bygningin, og tá verður endaliga yvirtøkan
Mynd: Jens Kr. Vang