Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 219 - 15. november 2005 Um ársskiftið verður NMT 450-skipanin niðurløgd. Hetta kemur sera illa við hjá útróðrarmonnum. Teir hava verið sera fegnir um skipanina, og føla seg nærum sleptar uppá fjall uttan hesa. Útróður Snorri Brend Samskifti: - Hetta er tann reini galemathias. Fullkomuliga ábyrgdarleyst! So hvassorðaður er ein av brúkarunum av NMT- telefonunum, tá hann verður biðin um eina viðmerking til ætlanina at niðurleggja hesa skipanina. Mortan Johannesen er útróðrarmaður og veit tí alt um, hvat tað vil siga at hava trygdina við sær umborð á útróðrarbát sín, Tvíburðar. Og nú hann er vorðin kunnaður um ætlanina at niðurleggja hesa ótrúliga neyðugu og góðu tænastuna hjá útróðrarmonnum, er hann bæði harmur og undrandi - og sera misnøgdur. Eg veit ikki hví, tað er so. Men tað vísir seg nærum hvørja ferð, at tá nakað skal gerast fyri føroyska sjómannin og útróðrarmannin, so er tað sjáldan nakað sum er okkum at gagni, sigur Mortan. Sum koyrilíkindi Útróðrarmenn eru sera bundnir at góðum samskifti við land og við aðrar bátar. Missa teir henda møguleikan, so verður onkutíð illa statt hjá teimum, tí teir m.a. ikki altíð kunnu fáa tey nýggjastu veðurtíðindini umvegis telefonina. Hugsa tær til um ein gjørdi tað sama á landi: At ein tók møguleikan frá fólki at kunna lurta eftir koyrilíkindunum í telefonini. Tá, ja, tá hevði verið eitt Rama-skríggj, sig- ur Mortan Johannesen. Hann fegnast kortini um, at okkurt fer at henda í málinum. Ein tingmaður, Kári P. Højgaard ætlar at gera sítt til at NMT-skipanin verður virkin, so leingi sum hini alternativini ikki eru nóg góð. Sum er virka tríggjar skipanir kring oyggjarnar – GSM, VHF og NMT. Av hesum er NMT-skipanin tann besta og tryggasta, halda útróðrarmenn. - Sløkkið ikki Kári P. Højgaard hevur sent eina áheitan á fiski- málaráðharran, Bjørn Kalsø um hetta. Í áheitanini vísir ting- maðurin í fyrsta lagi á, at GSM hoyrist ikki nøktandi kring landið. Og í øðrum lagi er støðan hon, at tað finnast støð, har VHF-skipanin heldur ikki er nøktandi. Hann vísir á, at landsst‡rið ætlar at seta upp fleiri VHF- støðir komandi ár, og at ein umhugsar at keypa eyka sendarar í 2007. Hóast NMT 450 ikki verður roknað sum trygdarútgerð, so er hetta framvegis ein samskiftisháttur, ið royn-ist einabest hjá smærri fiski- førum kring oyggjarnar, sigur Kári P. Højgaard. Hann heitir tí á Bjørn Kalsø um at skipa soleiðis fyri, at NMT 450 skipanin ikki verður niðurløgd enn á sinni. Skal hon avgjørt niður- leggjast, so skal tað ikki gerast fyrrenn VHF og GSM-skipaninarnar eru fult útbygdar og hoyrast alla- staðni, sigur Kári at enda í áheitan síni. - Takið ikki NMT-skipanina frá okkum Bíleggingarseðil Undirritaði ynskir at fáa annað bindið, “Kaj 2 – ein dokumentarisk ævisøga” sendandi við postinum útgávudagin, sum verður seinnu helvt av oktober. Bókin er 440 síður og kostar 399,- kr. í sølubúðunum. Til ber at keypa bæði bindini gjøgnum hendan bíleggingarseðil beinleiðis frá for- lagnum fyri 349 krónur hvørt, tá er postgjald íroknað. Forlagið Hellurnar v/Jústinus Leivsson Eidesgaard Ovaragøta 1, 188 Hoyvík. Tel. 322800 ella 223143 Teldupostur: justinus@post.olivant.fo www.hellurnar.com Verður sent ópostað (móttakarin rindar postgjaldið) 330  Undirskrift Eg bíleggi: KAJ stk. KAJ2 stk. Navn: Bústaður: Postnummar: Bygd/býur: fyrsta bind annað bind Eitt kríggi Er millum hEsar báðar myndirnar av skiparanum Kaj, og tað er hetta kríggj, seinni heims- bardagi, annað bindið í ævisøguni um Kaj snýr seg. Seinni heimsbardagi var eisini ein gulltíð fyri teir sum sluppu at sigla. Hvussu nógv fortjentu teir? Eitt yvirlit er aftast í bókini yvir inntøkurnar hjá hvørjum einstøkum manni, sum sigldi hjá Kjølbro, enntá túr fyri túr undir krígnum. Bíleggjast kann eisini beinleiðis gjøgnum heimasíðuna www.hellurnar.com. Uttan eina trygga og góða NMT-skipan kunnu vit koma illa fyri, sigur Mortan Johannesen, sum eigur útróðrarbátin Tvíburðar Mynd: Jens Kr. Vang Mortan Johannesen er fult greiður yvir týdningin av at hava eina vælvirkandi skipan til samskiftið. Hann vísir til eina hending fyri eini tíð síðani, tá ein bátur sakk á Norðhavinum. Sjálvur var hann á veg móti landi, saman við øðrum báti, tá hin báturin kom fram á sokkna bátin. Tá teir komu fram á henda bátin, lá maðurin á sjónum og helt fast í fang- línuni á bátinum, sum fleyt tungt í sjónum. Teir róptu beinanvegin á Tórshavn Radio og boðaðu frá neyð- støðuni, men fingu ikki samband! Eg lá sjálvur longur úti í Eiðisflógvanum og hoyrdi um skilið. Eg fekk so fatur og bað teir senda bæði sjúkrabil og lækna á bryggjuna, tá vit komu til lands. Hetta er eitt gott og aktuelt dømi um tey korini, vit arbeiða undir. Og taka teir nú NMT’ið frá okkum, so kann lættliga enda galið - heilt galið, sigur hann. Fekk ikki boðað frá sær