týsdagur 15. november 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 219 - 15. november 2005
Løgmaður vísir aft-
ur, at tað er nøkur
orsøk til at stúra
fyri einskiljingum,
sum ætlanin er at
fremja, men tað hevur
stóran týdning, at
javnaðarflokkurin
setir eitt greitt mark
fyri, hvat kann
einskiljast
Einskiljingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Endamálið við einskilj-
ingum er at fáa greiðan
skilnað ímillum tað al-
menna og tað privata.
Endamálið er at taka váðan
frá landskassanum og leggja
hann yvir á tey privatu, so
at landskassin kann brúka
sína orku til uppgávur, sum
ongin annar ger og sum
ongin annar skal gera.
Jóannes
Eidesgaard
vísir aftur óttanum frá
Tummas Arabo og øðrum
javnaðarfólkum fyri teimum
einskiljingum, sum ætlanin
nú er at seta í verk.
Á landsfundinum hjá
javnaðarflokkinum nevndi
hann, at endamálið við
einskiljingunum er at frígera
kapital til at betala skuldina
niður fyri og til at útbyggja
okkara vælferð fyri.
Jóannes Eidesgaard fegn-
Einskiljingar: Vit hava fu
– Tað er heilt neyðugt, at
javnaðarflokkurin setir
sær eitt greitt mark fyri,
hvat kann góðtakast av
einskiljingum, segði Jóannes
Eidesgaard, løgmaður, á
landsfundi javnaðarfloksins
um vikuskiftið
Gamli stjórin á Strand-
ferðsluni, Tummas
Arabo, ávarar staðiliga
ímóti at einskilja At-
lantsflog, Føroya Tele
og aðrar almenna fyri-
tøkur, sum ætlanin er
at selja í næstu framtíð,
tí tað fer at avskepla
føroyska samfelagið
Einskiljingar
Áki Bertholdsen
aki@sosialinum.fo
– Verða tær almennu fyri-
tøkurnar einskildar, soleiðis
sum samgongan ætlar, fer tað
at avskepla alt tað føroyska
samfelagið.
Tað heldur Tummas Arabo.
Tummas Arabo er verk-
frøðingur og hann var í nógv
ár stjóri á Strand-ferðsluni.
Hann hevur eisini verið
bæði løgtingsmaður og
landsstýrismaður og annars
hevur hann fylgt gjølliga
við gongdini í føroyskum
politikki í meiri enn eitt
mannaminni.
Og á landsfundinum
hjá javnaðarflokkinum á
Svangaskarði á Toftum
hetta vikuskiftið, heitti hann
staðiliga á flokkin um at forða
fyri teimum einskiljingum,
sum ætlanin nú er at fremja í
næstu framtíð.
Annars er avgjørt í
samgonguni,
at
bæði
Atlantsflog, Føroya Fiska-
virking og Farmaleiðir
hjá Strandferðsluni, skulu
einskiljast í næstu framtíð.
Men annars er heilt greitt,
at tað gongur ikki long
tíð, so verða bæði Føroya
Banki, Føroya Tele og aðrar
fyritøkur eisini einskildar.
Og tað eru eisini politiskar
kreftir, sum enntá vilja ein-
skilja bæði SEV og nýggja
Smyril.
Men á landsfundinum
hjá
javnaðarflokkinum
kom fram, at tað er langt
ífrá semja í flokkinum um
hesar einskiljingar.
Eitt stórt bakkast
fyri útjaðaran
Tann, sum ávaraði harðast
ímóti ætlanini, var Tummas
Arabo, sum sjálvur hevur
royndir av at einskilja al-
mennar fyritøkur.
Og tær royndir vóru so
mikið beiskar, at verður
ætlanin hjá samgonguni
sett í verk, stúrir hann fyri
gongdini í samfelagnum.
– Verða tær almennu
fyritøkurnar einskildar, merkir
tað, at samfelagið Føroyar
frameftir skal rekast út frá
marknaðarligum treytum, har
tað ikki verður politiska valdið,
men fríu marknaðarkreftirnar,
sum gera av, hvussu sam-
felagið skal mennast og
útbyggjast.
Tummas Arabo er púra
sannførdur um, at hetta
verður eitt stórt bakkast fyri
allan útjaðaran í Føroyum.
–Hvør privat fyritøka vil
eiga útjaðaran í Føroyum,
spyr hann.
Hann svarar sjálvur:
Ongin, tí har eru ongir pengar
at forvinna og tað merkir, at
útjaðarin fer ikki at verða
mentur og útbygdur.
Tummas Arabo sigur, at
tað eru á summum økjum,
har tað er avgerðandi
neyðugt at varðveita polit-
iska ræðisrættin fyri at
kunna tryggja, at politikarar
ikki missa tamarhaldið á,
hvussu samfelagið verður
ment og útbygt
– Verða almennu fyri-
tøkurnar einskildar, fer
tað sostatt at avskepla
tað føroyska samfelagið,
tí so verða Føroyar bara
Suðurstreymoy og einki
annað, avarar hann.
Ein hóttan ímóti
samfelagnum
Upp undir landsfundin
hjá
javnaðarflokkinum,
hevur spurningurin um
einskiljingar
verið
til
viðgerðar í Norðstreymoyar
Javnaðarfelag og sostatt er
tað greitt, at Tummas Arabo
hevur alt javnaðarfelagið í
Norðstreymoy aftanfyri seg.
Og hann heldur, at útlitini
eru døpur, tí verða gongdin
tann, sum hann stúrir fyri
og útjaðarin verður við
sviðusoð, er tað ein framtíð,
sum als ikki hóvar honum.
– Føroyar eru ikki Føroyar
uttan so at útjaðarin og smáu
bygdirnar framhaldandi
hava livilíkindi og menn-
ingarmøguleikar.
– Men alt hetta tosið
um einskiljingar, er ein ein
beinleiðis hóttan ímóti hesum
málsetningi. Javnaðarflokkurin
má sostatt forða fyri at SEV,
Føroya Tele og flutningskervið
verður einskilt og lagt upp
í hendurnar á marknaðar-
kreftunum at røkja, sigur
hann.
Hann sigur at á hesum
økjum má politiski ræð-
isrætturin
so
avgjørt
varveitast, annars avskeplast
samfelagið.
Tummas Arabo er so-
statt púra sannførdur um,
at tað er alneyðugt fyri
føroyska samfelagið, at
politiski
ræðisrætturin
verður varðveittur á øllum
undirstøðukervinum og tað
tað er á telesamskiftinum,
á orkuveitingini, og á sam-
ferðsluni, ikki minst á sam-
ferðsluni við umheimin.
Hann ávarar tí ímóti, at leggja
hesi lívsneyðugu áhugamálini
fyri samfelagið upp í hendurnar
á marknaðarkreftunum at ráða
yvir, tí so missa politkararnir
tamarhaldið á støðuni og fáa
ikki útbygt samfelagið, soleiðis
sum politiski myndugleikin
vil. Tvørturímóti fara Føroyar
at verða útbygdar eftir markn-
aðarligum fortreytum og tað er
ikki vist, at tær sampakka við
politiska viljan.
Ein háðan ímóti
teimum gomlu
Tummas Arabo nevnir
Atlantsflog sum dømi.
– Tað er fullkomiliga
misskilt, tá ið sagt verður,
at føroyingar stovnaðu At-
lantsflog fyri at fáa kapping
á økinum og fyri at fáa
ferðaseðlaprísin niður.
– Tað vóru nógv fólk,
við Atla Dam á odda, sum
stríddist í eini 15 ár at gera
eitt føroyskt flogfelag.
Og Tummas Arabo heldur
enntá, at tað er ein grov
niðurgerðing av Atla Dam
og øllum hinum, at pástanda,
at tey høvdu so stuttan
sjónarring, at tey settu eitt
heilt flogfelag á stovn fyri at
fáa ferðaseðlaprísin nakrar
hundrað krónur niður.
– Orsøkin til, at Atlantsflog
varð sett á stovn, var tí at
føroyskir myndugleikar
sóðu, hvussu alneyðugt
tað var, at føroyingar fingu
ræðisrættin á flogferðsluni.
– Øll tilkomin fólk minn-
ast, hvussu tað var at sita í
tímar og dagar og bíðaðu
eftir einum flogfari, tí tað
ikki kom fram, tí at feløgini,
sum tá flugu upp á Føroyar,
brúktu flogførini til okkurt
annað.
– Øll tilkomin fólk minn-
ast eisini, hvussu stórur
vansi tað var, at ferðaætlanin
hjá flogførinum ikki varð
løgd so at hon gagnaði
føroyingum best, men útfrá
tí at hon skuldi passað inn
í fluttningsmynstrið hjá
dønum og íslendingum.
– Tí sóu politikarar, at
tað var alneyðugt, at vit
høvdu eitt flogsamband,
sum var grundað á okkara
tørv og har flúgvingin gekk
útfrá Føroyum og ikki utfrá
Danmark og Íslandi.
– At tað so eisini førdi til at
ferðaseðlaprísirnar lækkaðu,
var ein síðuvinningur, men
tað var als ikki endamálið
við Atlantsflogi,
sigu
Tummas Arabo.
Hann vísir eisini á, at tað
almenna hevur sett nógvar
pengar í Atlantsflog og tað
er nú eitt felag, sum virkar
fyrimyndarliga væl og sum
er blivið grundarlagið undir
einari veruligari vinnu-grein.
– Missa vit føroyskan
ræðisrætt her, kunnu vit
verða sett nógv ár aftur í
tíðina, samstundis sum vit
kunnu missa eina vinnugrein
og yvir hundrað góðum
arbeiðsplássum.
Hann
vísti eisini á, at leiðslan í
Atlantsflogi er ikki áhugað
í felagið verður einskilt og
hann spurdi hvør tað so er,
sum krevur tað.
Á landsfundinum hjá javn-
aðarflokkinum helt hann
Einskiljingar eru ein hóttan í