týsdagur 15. november 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 15. november 2005
7
aðist annars um, at tað vóru
fólk í flokkinum, sum høvdu
teirra egnu meiningar.
– Tað er tekin um, at vit
hava ein livandi flokk.
Men løgmaður er eisini
sannførdur um, at tað
ber væl til at fremja eina
samhaldsfasta einskiljing.
– Tað ber væl til, tí ein
samhaldsføst einskiljing
er ein einskiljing, har pen-
ingurin verður brúktur til
at gjalda til okkara felags
áhugamál við.
Alment monopol
ístaðin fyri privat
monopol
Síðani umrøddi løgmaður
einskiljingina av At-lants-
flogi.
Atlantsflog er eitt politiskt
projekt,tí landsstýrið vildi
ikki góðtaka, at vit høvdu
eitt privat monopol á øk-
inum og tí vildu vit hava
eitt føroyskt flogfelag, sum
kundi taka kappingina upp
við tað privata monopolið
hjá Maersk.
– Men tíverri mistu vit
kappingarneytan, Maersk og
tað var eitt veldugt afturstig
fyri brúkaran. Ìstaðin fyri
tað privata monopolið, hava
vit nú fingið eitt alment
monopol.
Eitt monopol er ongan-
tíð av tí góða og tí er um-
ráðandi at fáa kapping á
økinum, Men, sum er nú,
fáa vit ongan kapping, tí
forðingarnar fyri kapping
eru ov nógvar. Eitt nú hava
vit eitt tjóðarflogfelag, sum
neyvan nakar torir at taka
kappingina upp ímóti.
– Men vit hava eisini ein
flogvøll, sum forðar øðrum
flogfeløgum við øðrum flog-
førum at brúka, tí hann er
ov stuttur. Men tað eru eisini
løgfrøðiligar forðingar, sum
forða fyri fríari kapping.
– Tí hongur einskiljingin
av Atlantsflogi saman við
liberaliseringum,
sum
ger, at Atlantsflog kann
flúgva ímillumES- lond
og flogfeløg í ES eisini
kunnu taka Føroyar við
upp í rutunetið. Men tað
verður eisini neyðugt at
longja flogvøllin, í hvussu
so er til 1600 metrar og fáa
útbygt terminalin og park-
eringsplássini.
Løgmaður vónaði, at
gongd fæst á hesa útbygging
sum skjótast.
Fult tamarhald
á tilgongdini
Hann vísti eisini á, at nú
Atlantsflog skal einskiljast,
skal landið í hvussu so er
hava 34% av partabrøvunum
eftir.
– Tað, merkir, at landið,
í hvussu so er tey næstu
sjey árini, kemur at hava
ein blokerandi minniluta í
Atlantsflogi, so at t‡ðandi
avgerðir ikki kunnu takast
uttan føroyska góðkenning.
Harafturat er ætlanin at gera
ein partabrævasáttmála um
nøkur grundleggjandi viður-
skifti. Eitt, sum hesin sáttmáli
kemur at fevna um, er, at
Atlantsflog eisini frameftir
skal hava høvuðsstøð í Før-
oyum og at flogruturnar
skulu hava útgangsstøðið
úr Føroyum.
– Sostatt koma viðurskiftini
rundanum Atlantsflog at
vera at kalla óbroytt, eftir at
tað er einskilt.
– Men vísir tað seg at vit,
eftir hesi skey árini, hava
fingið nøktandi kapping á
økinum og vit annars meta,
at landið eigur at taka seg
heilt burturúr Atlantsflogi,
kann tað lata seg gera at selja
tey 34% av partabrøvunum,
sum tað almenna skal eiga
eftir. Men landið kann eisini
varðveita síni partabrøv, um
tað verður neyðugt.
Løgmaður vísti á, at talan
er sostatt allan vegin um eina
tilgongd, sum fult tamarhald
er á.
Hann stúrdi heldur ikki
fyri Atlantsflogi, tí tað hevði
so ótrúliga stóra undirtøku
frá Føroya fólki.
– Tað er eisini umráðandi,
at privatir íleggjarar fáa
høvi at keypa partabrøv
í Atlantsflogi, so at góð-
ir møguleikar eru fyri, at
meginparturin av parta-
brøvunum altíð verður ver-
andi á føroyskum hondum.
Løgmaður heldur, at
ein einskiljing, kann út-
vega Atlantsflogi ein sam-
starvsfelaga, sum kann geva
føroyska felagnum enn meiri
flúgving, enn tað hevur í
dag.
Mugu seta mark
Jóannes Eidesgaard segði,
annars, at tað hevur stóran
týdning, at javnaðarflokkurin
setir sær eitt greitt mark fyri,
hvat vil góðtaka av ein-
skiljingum.
– Tær fyritøkur, vit nú tosa
um at einskilja, eru fyritøkur,
sum alla aðrastaðni eru á
privatum hondum. Støðan í
Føroyum er heilt serlig við
tað, at tað almenna eigur so
nógvar fyritøkur, at tað eru
bara Norðurkorea og Kuba,
sum kunnu samanberast við
okkum.
Men tað er heiltgreitt, at
Javnaðarflokkurin fer ikki at
góðtaka, at vælferðartænastur,
heilsu-verk, skúlaverk o.a.
verður einskilt, men tað er
onki í vegin fyri at einskilja
handilsligar
fyritøkur
burturav.
ult tamarhald á støðuni
ímóti føroyska samfelagnum
eisini, at verður Atlantsflog
selt, stúrdi hann fyri, at tað
verður skjótt, so enda vit
aftur í teirri gomlu støðuna,
at vit hava bara eina fráferð
úr Føroyum um dagin.
Tummas Arabog sipaði
eisini til floghavnina í Kastrup,
har sjálvt borgarliga stjórnin
í Danmark ikki vil selja
sín part í floghavnini , tí so
týdningarmikið heldur hon tað
vera, at danska stjørnin hevur
avgerandi ávirkan á hesum
partinum í undirstøðukervinum
í Danmark.
Enda aftur í
landskassanum
Tummas Arabo sigur, at tað
eru eisini onkrar royndir
gjørdar at einskilja almennar
fyritøkur í Føroyum.
– Fyri nøkrum árum síð-
ani skuldi Farmaleiðir hjá
Strandferðsluni einskiljast.
Tað endaði eisini við, at
onkrir lastbilar vórðu seldir.
Men tað gekk ikki long tíð,
so kastaðu teir privatu frá
sær og Strandferðslan mátti
keypa lastbilarnar aftur í
dýrum dómum.
Somuleiðis skuldi Sigl-
ingin út í Mykines einskiljast,
men eisini hon endaði aftur
hjá tí almenna. Og feskasta
dømi er kunningardiskurin á
Flogvøllinum, sum eisini er
endaður aftur hjá tí almenna.
– Tað vísir seg, at ein-
skiljingar aloftast botna í
onkrari øvundsjúku eftir
at yvirtaka tað almenna
virksemið, sum tey halda
gongur væl, men mangan
vísir tað seg, at tey privatu
kasta frá sær aftur, tá ið ein
tíð er fráliðin og tað vísir seg
ikki at ganga eftir ætlan og
so hongur tað almenna aftur
upp á tað.
Hava slept endanum
Tummas Arabo helt, at tað
tað tykist um um at politiski
mynduleikin púra hevur
slept endanum tá ið umræður
fiski- og aliloyvi.
– Hettar er átaluvert, og
tí heitir Norðstrymoyar
Javnaðarfelag
á
tey
fólkavaldu umboðini hjá
javnaðarflokkinum um at gera
sína skyldu og fáa tamarhald
á hesum viðurskiftum, so-
leiðis at fiskimálaráðið og
vinnumálastýrið ikki verða
tey beri gummistempul á
tað sum peningastovnar og
privatpersónar blíva samdir
um.
– Ónýtt loyvir eiga at verða
tikin inn og bjóðaði út av
nýggjum. Alt annað er átaluvert,
staðfestir Norðstreymoyar
Javnaðarfelag.
Javnaðarfólk í Norð-
streymoy eru eisini ørkymlað
av, at milliónfyritøkur sum
landið og sostatt alt fólkið
eigur, verða seldar uttan at
tey, vit hava valt at umsita hesi
virði hava nakra ávirkan.
– Føroya størsta fiski-
vinnufyritøka verður seld
fyrsta dagin. Harmuligt
verður tað, um alt sølunetið
og umdømið hjá okkara
framleiðarum endar í einari
útlendskari stórfyritøku á
sama hátt sum virksemið hjá
Faroe Seafood í Grimsby á
sinni, sigur Tummas Arabo.
Onki álit á treytunum
Men nú ætlanin at einskilja
almennar fyritøkur, er eisini
ætlanin at seta ymsar treytir
við. Eitt nú skulu bara 66%
av Atlantsflogi seljast fyri at
føroyingar framvegis kunnu
hava veto-rætt í felagnum,
so at onki kann gerast uttan
at føroyingar eisini góðtaka
tað.
Men tað fær als ikki
Tummas Arabo at sova betri
um næturnar.
– Eg kenni alt til slíkar
treytir. Tað hendi akkurát tað
sama við Føroyagrunninum
og fiskivinnulógunum. Har
skuldu eisini allar møguligar
treytir ogavmarkingar vera
við fyri at forða fyri, at nakað
hendi, sum ikki hóvaði
politiska myndugleikanum.
Men allar hesar treytir og
allar hesar avmarkingar
hevur - serliga fólkaflokkurin
-, so líðandi fingið linkaðar
ímeðan øll hini hava sitið
og sovið í tinginum, so
áðrenn vit vita av, vakna
vit við kaldan dreym og so
eru ongar treytir og ongar
avmarkingar longur.
Hann nevnir sum eitt dømi,
at tað var ongantíð ætlanin,
at reiðarar skuldu fáa ogn-
arrætin til fiskiloyvini, so
at teir kundu selja tað við
stórum vinningi, sum teir
høvdu fingið frá landinum
fyri onki, soleiðis sum vit
síggja nógv dømi um nú.
– Tað eru nýggjar regl-ar,
sum fólkaflokkurin spaki-
liga hevur smoygt inn í
umsitingina av lógini, uttan
at nakar hevur uppdagað
nakað, fyrrenn ov seint var.
Tummas Arabo er púra
sannførdur um, at akkurát
tað sama fer at gera seg
galdandi við Atlantsflogi
og øðrum fyritøkum, sum
ætlanin er at selja undir
ávísum treytum.
Á landsfundi hjá javnaðar-
flokkinum, ávaraði Tummas
Arabo staðiliga ímóti at ein-
skilja Atlantsflog og aðrar fyri-
tøkur, tí tað verður ein hóttan
ímóti samfelagnum. Og tað
fær hann als ikki at sova betri
um næturnar, at landsst‡rið
ætlar at seta ymsar treytir við
einskiljingini