týsdagur 15. november 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 219 - 15. november 2005
Eg, sum sjálvur
var í starvsvenjing
á Sosialinum, var
ein túr í Havnini
og vitjaði nøkur
vinfólk, sum eru í
starvsvenjing ymsa
staðni í býnum
StarvSvenjing
Hanus Huusgaard Eysturdal
Eg var fyrst í Fragd & Fimi
og spurdi tær báðar, Belindu
Sigmundsdóttir Berg og
Billu Jenny Jónleifsdóttur
Joensen um, hvat ið tær
gjørdu og hvussu teimum
dámdu,
o.s.fr.Teimum
dáma sera væl at vera í
starvsvenjing í Fragd &
Fimi, og fólkini, ið arbeiða
har eru eisini sera fitt. Tær
taka m.a. ímóti peningi frá
teimum, ið vitjandu og tey
vaska maskinurnar, sum
fólkini brúka. Tær trena
eisini eitt sindur sjálvar. Eg
spurdi tær eisini, um har
vóru meira mannfólk enn
konufólk. Belinda var tá
skjótt at svara at her vóru
meira mannfólk og at tey
flestu konufólkini hildu til
í Yndi. At enda søgdu tær at
tær, við einum brosi, at tær
fingu tikið sól fyri einki.
Starvsvenjing í Havn
Síðani 1999 hevur
TenSing kórið,
Sound of Glory,
verið eitt virkið
ungdómsarbeiðið her í
Havnini. Tað var norski
Vemund Svendsen,
saman við KFUM og
KFUK, ið tók fyrsta
stigið at byrja eitt
Tensing kór í Føroyum
Kór
Birita W. Djurhuus
Í 1998 kom norski Vemund
Svendsen til Føroya at
vitja saman við norska
Tensing kórinum BB. Árið
eftir var hann biðin um at
koma til Føroya at byrja
eitt líknandi kór her heima.
Tað var KFUM og KFUK,
ið hildu, at slíkt kór vantaði
í Føroyum. Í byrjanini var
undirtøkan ikki tann stóra,
men sum tíðin gekk, fingu
meira og meira áhuga fyri
Tensing.
Meinhard Arge Jensen
var ein av teimum fyrstu
luttakarunum í kórinum,
og summarið í 2000 kom
Meinhard í nevnd, har hann
sat líka til 2004, harav tvey
ár sum formaður. Í 2004 var
Meinhard eisini voluntørur
fyri KFUM og KFUK saman
við einum vinmanni úr
Norra, Kristian Grepstad.
Tensingkórið verður fyrst
og fremst stýrt av ungum
í kórinum, og tað eru tey,
ið fáa kórið upp at standa.
Øll í kórinum hava ábyrgd
av, at kórið mennist, við at
koma við hugskotum og
øðrum. Eisini eru ymisk-
ar nevndir, ið allar hava
sín leiklut í kórinum,
fíggjarnevnd, miðlanevnd,
programmnevnd, legunevnd
o.s.fr. At Tensing er eitt
sjálvstøðugt kór, ið er bygt
av nevndum og luttakarum
merkir, at eingin ræður yvir
øllum. Men 20 ára gamli
Meinhard er tann, ið samlar
teir leysu endarnar og leggur
teimum ungu lag á. Sjálvur
vil hann ikki kalla seg ein
høvuðsleiðara, men eitt slag
av vegleiðara, ið er har at
tosa við og vegleiða tey ungu
í kórinum, og hetta virkar
sera væl, sigur Meinhard
Arge Jensen úr Havn.
Konsertir, tiltøk og
uttanlandsferðir
Tey 6 árini Tensing hevur
verið virkið kór, hava tey
borðreitt við nógvum
konsertum, tiltøkum og
uttanlandsferðum millum
ár og dag.
Um høgtíðirnar hevur
Tensing skipað fyri ymiskum
tiltøkum saman við KFUM
og KFUK. Serliga á Ólavsøku
í basarinum hjá KFUM fáa
tey savnað felagnum nøkur
oyru saman. Eisini hevur
Tensing havt tvær fløsku
innsamligngar, ið eydnaðist
sera væl.
Tensing syngur mangan
til konfirmantafestir í
KFUM ella KFUK. Eisini
verður kórið mangan spurt,
um tey kunnu syngja til
ungdómsguðstænastur
kring landið. Seinasta
summar hevði Sound of
Glory vitjan av tveimum
vinarkórum úr Noregi,
Bukkene Bruse og Hinna
TenSing. Saman høvdu tey
eina framúrskarandi konsert
í Norðurlandahúsinum ið
Eitt spennandi
At enda fór eg í Skansastovu
at vita hvussu gekk hjá
Alexander og Remi, sum
vóru har í starvsvenjing.
Tá ið eg kom innar, sótu
teir báðir og spældu guittar.
Teir vóru møttir upp eitt
sindur áðrenn, teir skuldu,
tí at tað var cool at jamma
eina løtu, áðrenn teir byrjaðu
starvsvenjingina sjálva.
Lagið var gott á teimum
báðum, og teimum dámdu
sera væl at vera har. Teir
hava m.a. hjálpt við at
undirvísa yngri næmingar í
tónleiki, og teir hava eisini
spælt sjálvir. Teir høvdu lisið
nótar og vant, seg í øllum
møguligum ljóðførum. Við
endan siga teir, ímeðan teir
flenna, at teir eisini at enda
á degnum rudda eitt sindur
upp í húsinum.
Guðrun Ziska, er í starvs-
venjing í bakarínum í
Frants Restorff. Hettar er
sera áhugavert, men eisini
strævið tá ið hon skal møta
klokkan 5.00 stundisliga
hvønn morgum, men hon
fær frí ímillum klokkan eitt
og tvey, so tað er kanska
ikki so galið kortini. Guðrun
sigur at byrja við, við einum
brosi, at hon hevur lært at
bróta egg við einari hond.
Hon ger fyri tað mesta køkur,
bollar og ymiskt annað klárt
til at blíva bakað. Hon hevur
eisini bakað ymiskt sjálv.
Guðrun hevur eisini prøvað
at vaksa teir mongu, stóru
ovnarar hjá Frants. Hetta
er sera áhugavert at síggja
hvussu alt gongur fyri seg,
og eisini hvussu teir mongu
bakararnir arbeiða frá tíðliga
á morgni til middags. Strævið
lív sigur hon at enda.
Síðani fór eg í SMS at fáa
eina samrøðu við Miriam,
sum var stødd í Bodyshop í
starvsvenjing. Hetta dámdi
henni sera væl. Hon sigur,
at hon ger næstan alt tað
sama, sum hinar í Bodyshop
gera. Tað einasta hon ikki
ger, er at standa við kassan.
Hon setur m.a. vørur upp,
sum eru komnar inn. Hetta
er mest sápa, parfuma og
sminka, men tó er jólapynt
eisini byrjað at koma upp á
hillarnar, og hesum stendur
Miriam eisini fyri. Miriam
sigur at enda, at síðst á degn-
um, støvar hon av. Hetta var
ikki nakað, sum Miriam ætlar
at fáast við, í framtíðini, men
hetta er hóast alt, nakað hon
fær gagn av.
Christina hevur gingið til Tensing í 4 ár
Billa Jenny Jónleifsdóttir Joensen og Belinda Sigmundsdóttir
Berg
Alexander Reynheim
og Remi Kofoed