Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 15. november 2005 9 i og øðrvísi ungdómkór Kórið í fullari ferð kallaðist „F0:05“. Vinar- kórini vóru eina góða viku í Føroyum, har tey sungu, vóru túrar, stuttleikaðu sær og knýttu nýggj vinarbond og mangt annað. Tensing hevur ikki bert verið her heima og framført, tey hava so sanniliga eisini verið uttan fyri landoddarnar. Bara hesi fáu árini kórið hevur verið virki, hava tey verið víða, millum annað í Danmark og Norra, og í 2003 vóru tey í Prag til ein Evropeiskan KFUM&K festival, har Tensing kór og onnur arbeiði innan KFUM & K komu frá øllum heiminum. Lutakararnir úr teimum ymisku londunum framførdu við sangi og spæli. Ikki vóru færri enn 6.000 luttakarar, so hetta var ein sera stórur festivalur. Um dagin vóru kosertir, workshops og annað, men eisini var tíð at læra onnur fólk at kenna og bert hugna sær. Festivalurin var sera væl umtóktur, ikki bert ímillum teir føroysku Tensingararnar, men eisini ímillum hini londini - eitt upplivilsi tú aldrin gloymur - sigur Rakul Thomsen, ein av Tensing lutakarunum. - Í ár eru eisini ætlanir um at fara út í heim. Hesaferð gongur leiðin til Århus í Danmark, har ein stórur europeiskur Tensing- festivalur verður hildin frá 30. juli til 3. august, har uml. 2.000 Tensingar møtast, framføra, hugna sær, og verða saman. Hetta minnir eitt sindur um festivalin í Prag, bara uppaftur betur! Eisini verður høvið at síggja vinarkórini aftur úr Norra, greiðir Birita Adela Davidsen frá. Hon er skrivari í høvuðsnevndini, ið samstarvar við hinar nevndirnar. Birita greiðir víðari frá, at ætlanin er at savna pengar inn við loppumarkna,fløs kuinnsavnan, bilvaski og øðrum, men øllum hesum tekur fíggjarnevndin sær av. Birita sigur at enda, at longu er nógv, ið hava teknað seg at koma við, so tað er bara at halda seg framat. Feitt at ganga í Tensing Rakul Thomsen 17 og Christina Jensen 16, hava báðar gingið í Tensing í nøkur ár, og tær báðar eru samdar um, at tað er feitt at ganga í Tensing. Rakul hevur gingiðí trý ár í Tensing, og henni dámar ómetaliga væl. Hon greiðir frá, at hon hevur lært sera nógv nýggj fólk at kenna,- Mær dámar sera væl mátan kórið samstarvar, vit hjálpast øll at, og tað er eingin, ið ræður fyri øllum. Hetta er eitt ungdómsarbeiði, og tað eru vit øll, ið fáa kórið at virka, sigur Rakul við einum smíli. Ígjøgnum árini, Rakul hevur gingið til Tensing, minnist hon serliga væl túrin til Prag, -Tað var eitt upplivilsi fyri lívið, nýggj vinarbond vóru knýtt. At standa á palli og syngja fyri so nógvum fólkum var bara sakin, tað var ein ógloymandi ferð, og vit øll fóru heim aftur við nógvum góðum minnum í viðførinum. Fjórða hvønn mikudag er tað dansur, drama, graffitti ella band, ið er á skránni ístaðin fyri sang, har ein kann velja tað, ið hevur sín áhuga. Rakul hevur staðið fyri drama framførslum. At venja drama er ikki heilt óroynt fyri Rakul, hon hevur sjálv undirvíst drama í Sjónleikarhúsinum, har hon eisini hevur gingið til drama í uml. 7 ár, so tað var so líka til, at Rakul tók sær av hesum. Rakul heldur, at tað er óført, at tað ikki bert er sangur, men eisini ymiskt annað, so alt ikki verður so einstáttað. Hetta er fjóðra árið hjá Chrstinu í Tensing, og hon hevur ongar ætlanir um at gevast. - Mær dámar eisini sera væl í Tensing, ein fær nógvar vinir, og vit syngja ikki bara, men tað er eisini tíð til fjant og fjas. Eisini dámar Christinu sera væl tær tær ymisku legurnar, ið verða gjørdar trýggjar ferðir um árið til ymiskar bygdir. Um hetta er nakað fyri teg, og ert tú ímillum 13 og 19 ár so ert tú vælkomin til Tensing mikukvøld kl 19.00 -21.30 siga tey í Tensing. Birita er av teimum, ið stýrir graffitibólkinum, henni dámar sera væl í Tensing Eina ferð um mánaðin verður dansað Fløskuinnsavning hevur hjálpt Tensing nógv og fer óiva at hjálpa væl aftur í ár, tá farið ver›ur til Århus Rakul hevur gingið til Tensing í nøkur ár og henni dámar sera væl. Hon tekur sær eisini av dramabólkinum Meinhard úr Havn hjálpir og vegleiðir teimum ungu