týsdagur 15. november 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 219 - 15. november 2005
Landsfundur Javnaðarfloksins var áhugaverdur
á mangan hátt. Eitt var tann idelogiska uppgerðin
millum flokk og fakfeløg, sum ofta sæst,tá flokkurin
er í samgongu. Í so máta var fundurin einki undantak
og viðgjørdu vit hetta evni í oddagrein í gjár. Men
floksformaðurin hevði annað og meira á lofti enn
viðurskiftini við verkamannarørsluna. Hann viðgjørdi
tey flestu stóru málini, sum eru uppi í tíðini. Eitt av
hesum evnum var spurningurin um at varðveita og
menna vælferðarsamfelagið.
”Vælferð krevur vøkstur í búskapinum. Hava vit
ikki vøkstur í okkara búskapi, so hava vit heldur
ikki orku til at halda fast um tað vunna og enn
minni orku til framhaldandi batar og framstig. Tí er
búskaparvøkstur ikki eitt liberalistisk gandaorð, ella
nakað tey borgarligu hava patent uppá, men tað er
so avgjørt ein sosialdemokratisk fortreyt. Hygg at
okkara grannalondum, sum liggja fremst í heiminum,
hvat vælferð viðvíkur. Tað, sum eyðkennir hesi lond,
er fyrst av øllum ein semja um, at samfelagið skal
skipast við møguleikum og trivnaði fyri øll, men
veruliga grundin til, at henda útbygging hevur
gingið so væl, er at hesi lond hava dugað at skapt ein
støðugan búskaparvøkstur”. Soleiðis málbar formaður
Javnaðarfloksins seg í síni frágreiðing. Hetta orðaval
kann bert tulkast sum, at flokkurin framvegis stendur
fyri norðurlendska vælferðarmodellinum, hóast
flokkurin hevur góðtikið eitt nú einskiljingarnar, sum
standa fyri stavn.
Javnaðarflokkurin er sostatt komin til sama
vegamót, sum brøðraflokkarnir í Norðurlondum.
Hvat merkir hetta? Jú tað merkir, at útlitini fyri at
kunna broyta kapitalistiska búskapin eru døpur. Men
vælferðarsamfelagið skal jú fíggjast og má, sum er,
fíggjast við tí búskaparligu samfelagskipan, sum
ræður nevniliga tí kapitalitisku. Her er eingin bøn og
tí má ásannast, at formaður Javnaðarfloksins gjørdi
beint í at minna limir og fakfeløg á, at kostirnir í
løtuni eru tvinnir: at lata standa til ella at síggja til,
at karmarnir um verandi búskap eru so góðir, at hesin
búskapur kann fíggja vælferðarsamfelagið.
Niðurstøða formansins var, at skulu vit halda fast
um vælferðamálið, so mugu vit hava ein støðugan
búskaparvøkstur, og hesin er treytaður av einum
virknum og offensivum vinnulívi. Hetta er so satt,sum
tað er sagt. Alt annað vildi verið ábyrgdarleyst, sum
umstøðurnar eru í samfelagnum. Men harfyri eiga
hugsjónirnar og deymarnir ikki at verða sleptir og
harfyri eigur ikki at verða gloymt, at tað er neyðugt
at hava neyvt eftirlit við einum búskapi sum okkara
og samstundis at reka ein inntøkujavnandi politikk og
at halda solidarisku kósina stútta.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Vælferðin skal fíggjast
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl-an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Ein skattalætti »in Disguise«
Vit kunnu ikki taka
landskassan isoleraðan
og tosa um ein lætta
tá samlaða úrslitið
gevur ein meirkostnað
fyri kommunur og
borgarar.
Gunvá við Keldu
Býráðslimur og formaður
í Mentanarnevndini í
Klaksvíkar Býráð
Tað er at fegnast um at skattalættin
í sam-gonguskjalinum, sum
Fólkaflokkurin hevur lagt dent
á í fleiri ár, nú umsíður sær út
til at gerast veruleiki.
Eisini er gott at hoyra
frá
fundinum
millum
fíggjarmálaráðharran og
kommunufeløgini bæði, at
landsstýrið í sambandi við
útreiðslurnar vil virka fyri
at kommurnar fáa stundir
at laga fíggjarætlanirnar til
broytingarnar.
Tó má sigast at hesin
skattalætti á mangan hátt er ein
„maskeraður“ skattalætti.
Tað sum landsstýri ger
í hesum føri, er at flyta
nakrar útreiðlsur frá landi til
kommunur og harvið kunnu
teir seta landsskattin niður.
Í nógvum kommunum er
skattaprosentið í hægra lagi.
Við hesum politikkinum hjá
landsstýrinum verður trýst
lagt á kommunurnar at seta
skattin upp. Í hesum føri velur
landsstýrið at isolera seg
og tosa um ein skattalætta,
har tað í veruleikanum er
skattaborgarin sum fíggjar.
Haldi ikki at hetta er serliga
positivt fyri álitisviðurskifti,
millum land og kommunur.
Fyri Klaksvíkar Kommunu
kemur hesin „skattalætti“
veruliga at kosta. Vit hava
frammanundan eina fíggj-
arætlan sum er hart kroyst.
Vit síggja ferð eftir ferð at
landsstýrið ger lóg-ir, har
øki skulu flytast frá landi til
kommunur og harvið skulu
fíggjast yvir kommunuskattin.
Eitt er tá pengar fylgja við
økjum sum vera løgd út, sum
ikki er meir en natúrligt, men
tá landsstýrismaðurin fer út og
kallar hetta ein skattalætta er
tað ikki heilt rætt.
Borgarin skal
gjalda meir
Fyri komandi fíggjarár vil
Klaksvíkar Kommuna fáa hesar
inntøkur og meirútreiðslur
við
broytingunum
hjá
landsstýrinum:
Inntøkur
Broyting í FAS skattinum,
her vinnur kommunan
kr. 500.000
Útreiðslur
Yvirtøku av barnavernd-
arøkinum
kr. 3.700.000
Nýtsla
av
dagstovna-
skipanini, leysliga mett
kr. 50.000
Broyting í stuðlinum til
bókasøvn
kr. 400.000
Dagtilhaldskipanin løgd út
á kommunurnar
kr. 670.000
Arbeiðsgevarin skal gjalda
størri part av barsils- og
arbeiðs-marknaðar-eftir-
lønar-gjaldinum
kr. 200.000
Samlað útreiðslur íalt
kr. 4.520,000
Við hækkaða botnfrádrátt-
inum, setur kommunan kr.
1.500.000 til. Men her er
at fegnast um at borgarin
veruliga fær ein skattalætta,
sum Fólkaflokkurin eisini
hevur arbeitt fyri. Fleiri onnur
øki eru í umbúnað at verða
løgd út á kommunurnar, sum
eg ikki havi nevnt.
Landið hevur so nógv sløg
av inntøkum sum verða tiknar
frá fólkið, tólum og feløgum, so
sum skatt, mvg, toll og onnur
avgjøld. Harafturímóti hava
kommunurnar einans skattin at
dúva uppá. Nevnast má eisini at
landsskatturin er progressivur
ímeðan kommunuskatturin er
proportionalur.
Sum er hevur Klaksvíkar
Kommuna eitt skattaprosent
á 20,75 og er hetta í hægra
lagi.
Eg haldi ikki at gongda
leiðin hjá okkara kommunu
er at seta skattaprosenti upp,
men útreiðslurnar ið nú verða
lagdar út á kommunurnar
skulu fíggjast og verður tað
so í skerdum rakstri, sum aftur
rakar borgararnar í komununi.
Tvs. at um skattaborgarin ikki
betalir við kassa 1 so verður
tað við kassa 2.
Tað er tí eitt sindur mis-
vísandi tá landsstýrið fer út
og fortelur føroyingum at
nú fáa vit skattalætta. Vit
kunnu ikki taka landskassan
isoleraðan og tosa um ein
lætta tá samlaða úrslitið
gevur ein meirkostnað fyri
kommunur og borgarar.
Til minnis
um minn-
ingar-
haldið,
sum
ongantíð
var
Hildibjørt Gulklett
1. november er friðaður
teirra sjólátnu til minnis.
Teir spurdu so tráliga í
Útvarpi Føroya, hví teir
sigldu undir krígnum?
– ein ikki sera gløggur
spurningur!
Tað vóru ringar tíðir og
lítið og einki at forvinna. Teir
sum sigldu, vistu fullvæl, at
tað var eingin stuttleikaferð,
teir fóru.
Fyri at markera 60 ára
krígslok, kundi Sjónvarp
Føroya til minnis havt
samrøður við teir, sum sigldu
– tað er hóast alt onkur, sum
hórar undan enn. Teir hava
eina ørgrynnu av vitan at
oysa av, so tað uppvaksandi
ættarliðið, sum nú er, kundi
fingið ein hóma av at ímynda
sær, hvussu trupult alt var.
Men so eiðasørt, at Sjónvarp
Føroya læt við seg koma –
tað kennist sera hugstoytt!
At enda vil eg siga
stóra tøkk til FF fyri teirra
fjøltáttaða lesnað, tað
fløvar!