Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 15. november 2005 11 Trombonleikarin Dávur Juul Magnussen er millum gávuríkastu ungu klassisku tónleikararnar í danska kongarík­ inum. Hetta hevur hann enn einaferð prógvað við at spæla seg í finaluna í stórari danskari tónleikakapping Tónleikakapping Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Dávur Juul Magnussen hevur seinastu dagarnar kappast við 21 aðrar gávuríkar ungar klassiskar tónleikarar, ella sokallaði supertalentir, um at vinna sær sætið í final­ uni í kapping, ið danska sjónvarpsráinDR2 skipar fyri. Nú er greitt, at Dávur er millum tey fýra síðstu í kappingini. Hann skal sostatt spæla saman við DR Radio Underholdnings Orkestret í finaluni í konsertsalinum í útvarpshúsinum hjá DR 7. januar 2006. Kappast um kr. 100.000 Í finaluni skal Dávur kapp­ ast ímóti Bjarke Mogensen, ið er 19 ár og spælir accor­ deon, Gunvor Sihm, ið er 19 ár og spælir fiól og 12 ára gamal Kern Westerberg, ið somuleiðis spælir fiól. Vinnarin fær kr. 100.000. Men eingin ivi er um, at upp­ livingin at sleppa at spæla saman við víðagitna Radio Underholdning Orkestret er ein vinningur í sjálvum sær. Vanur at vinna 19 ára gamli trombonleikarin gongur til dagligt á studentarskúla, men droymir um at lesa tónleik í framtíðini. Hann spælir og hevur spælt við í nógvum ymiskum orkestrum m.ø. Havnar Hornorkestri og Havnar Ungdómshornorkestri. Við Havnar Hornorkestri vann Dávur í fjør Evropa­ meistaraheitið fyri horn­ orkestur í Glasgow. Sjálvur hevur Dávur vunnið fyrstu virðisløn í kappingini Ber­ lingskes talentkonkurrence. Fokus á talent DR2 skipar fyri kappingini, og av sjónvarpsstøðini siga tey, at málið við kappingini er at seta ung donsk klass­ isk tónleikatalentir í fokus. Hetta fer at geva hyggjar­ unum innlit í hvussu ungir tónleikarar arbeiða við klass­ iskum tónleiki DR2 hevur eftir gjøllar kanningar valt 22 ung fólk í aldrinum 10­19 ár, ið vera mett at vera gávuríkastu ungu klassisku tónleikararnir í danska ríkinum. Tey 22 spældu í fyrsta umfari eitt tónleikastykkið, ið var millum 5 og 8 minuttir. Aftan á hetta vóru 14 vald frá. Tey 8, ið vóru eftir, fingu vegleiðing í framførslu og øðrum. Aftan á enn eina framførslu vóru 6 eftir, og síðan 4. Tónleikurin er høvuðs­ parturin av kappingini, men dentur verður eisini lagdur á sambandið við áhoyraran og pallframførslu Sent í januar Sendingarnar verða vístar á DR2 í januar, Sjónvarp Føroya hevur avtalu við DR og DR2 um at kunna sam­ senda. »Enn er hetta so nýtt, at enn er eingin avgerð tikin, um tað verður samsent ella ei«, sigur Ivan Niclassen leiðari av mentanardeildini í sjónvarpinum við Sosialin. Men hann heldur tað vera sannlíkt, at sjónvarpið fer at fylgja við í kappingini. Ólavur Højgaard gevur leygardagin fløgu út, við gomlum klassikarum og nýggjum løgum spæld inn í kontri høvuðsstaðnum Nashville FløguúTgáva Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Herfyri hoyrdist at tveir kontrisangarar úr Vestmanna Ólavur Højgaard og Magni Christiansen vóru á veg til Nashville at gera hvør sína fløgu. Leygardagin 19. nov­ ember kemur fløgan hjá Ólavi út. Hóast aldursmunurin á hesum báðum sangarum er stórur, so eru báðir kendir av tónleikapallinum. Magni Christiansen úr Róin og Magna, sum sangari við Twilight og seinnu árini av kristna tónleikapallinum. Ólavur Højgaard er the grand old man í føroyskum kontri, hann er best kendur sum sangari í Vestmonnum og hevur meira enn nakar annar verið við til at gera Vestmanna til føroyska kontri høvuðsstaðin. Royndir tónleikarar Fløgan hjá Ólavi er inn­ spældur í Seventeen Grand studio í Nashville av kendum og royndum kontritónleikarum, meðan sangurin er sungin inn í JacZac studio í Tórshavn. Tøkningar eru Jake Niceley, Dave Cline og Jákup Zachari­ assen. Samskipari er Edgar Struble. Av teimum 12 løgunum, sum eru á fløguni er helm­ ingurin nýggj løg, meðan nøkur vælkend løg hjá Vest­ monnum eisini eru við. Stór uppliving Ólavur sigur, at hann metir, at upptøkurnar í ‘Seventeen Grand studio’ har tónleikarar góvu fløguni serstaka Nash­ ville­ljóðið, vóru nakað fyri seg. Hetta serstaka ljóð fæst kanska best haðani henda tónleikasiðvenja er sprottin, sigur Ólavur. Hann gleðist eisini um tónleikaupplivingarnar í ‘The Music City’, sum vitjanin í Grand Ole Opry, í Hall of Fame og í upptøkuhølunum hjá gomlu stjørnunum sum Elvis Presley, Jim Reeves, Hank Snow, Waylon Jen­ nings, The Everly Brothers. »Hesar upplivingar góvu mær nógv, tí tær kastaðu ljós á nøkur av teimum fyrstu tónleikaminnunum í 60’unum«. Dávur er millum tey fýra størstu supertalentini Úr Vestmanna til Nashville Um fløguna Lagsmíð, orðasmíð, umsetingar og tillagingar: Ólavur Højgaard, Martin Joensen, Lena Anderssen, Bogi Olsen og Hallgrím Miðberg. Lagt til rættis: Jákup Zachariassen Tónleikarar eru: Lonnie Wilson, trummur, Bob Patin, piano, David Hungate, bass, Brent Mason, el­gittar, Kerry Marx, kassagittar, Tommy White, steel­gittar/dobro, Wanda Vick, fiól, dobro, mandolin, Charlie McCoy, munnharpa. Ljóðblandað og mastrað fløguna hava: Jákup Zachariassen og Óli Poulsen. Staðið fyri útgávuni: Ólavur Højgaard Mánakvøldið teknaði bólkur nummar 20 luttøku í The Global Battle Of The Bands. Tað var ikki hissini bólkur. Handan navnið Moja, goyma seg fleiri av kendastu og dugnaligastu sangarum og tónleikarum í landinum. Tað eru tær tríggjar systrarnar Vanja, Laila og Barbara, sum hava tikið stig til bólkin, sum spælir rokk. Vanja greiddi fyrr í summar Sosialinum frá, at hon og systrarnar arbeiddu við eini verkætlan, sum hon gleddi seg nógv til, og hetta er iva­ leyst tann verkætlanin. Systrarnar, Vanja Justin­ ussen, Laila Hansen og Barbara Carlsen syngja í bólkinum. Við sær hava tær framúr tónleikarar: á trummum James Olsen, á ljómborð Kim Hansen, á bassi Kristoffur Mørkøre og á gittar Mikkjal Hvannastein. Kim Hansen hevur tvær ferðir vunnið Prix Føroyar, og kann við hesum bólki somuleiðis gerast vinnari av GBOB. Bólkar, sum ynskja at royna seg í kappingini, kunnu framvegis tekna luttøku við at skráseta seg á heimasíðuni www.gbob. com. nud Jan Müller vann GBOB í Týsklandi Nú GBOB kappingin verður í Føroyum hesa vikuna, er nógv fokus á føroysku bólkarnar, men eisini aðrastaðni eru landsfinalur. Í Týsklandi vann Circle of Grin við forsangaranum Jan Müller plássið í finaluni. Vit á redaktiónini vistu væl, at sonur Jan var tónleikari, men vóru ikki greið yvir hesar duldu sanggávirnar hjá blaðstjóranum. Vit fegnaðust sjálvandi eisini um, at nú var møguleiki fyri tveimum føroyskum bólkum í finaluni í London. Okkara egni Jan Müller var tó kvikur at avsanna, at talan var um hann og segði, at talan mátti vera um ein navnabróður. Myndin av Circle of Grin á heimasíðuni hjá GBOB váttar eisini hetta. nud Jan Müller er maðurin í miðjuni Nýggjur superbólkur verður við í GBOB