Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 219 - 15. november 2005 - Tað hava verið 30 spennandi og fjølbroytt ár við nógvum avbjóðingum, sigur Palli Mortensen, verkmeistari á Vágsverkinum, sum í dag hevur 30 ára starvsdag hjá SEV. Palli Mortensen var avloysari á verkinum á Tvøroyri, áðrenn hann fór í fast starv sum maskin-meistari hjá SEV 15. november 1975. Hann lærdi til maskinmeistara hjá reiðarínum, ØK, og tók víðkaða maskin-meistaraprógvið í Keypmannahavn. Undir útbúgvingini og sum útlærdur maskinmeistari sigldi Palli við skipum hjá ØK í tvey ár. Tá Vágsverkið var liðugt í 1983, varð Palli settur sum verkmeistari og fekk harvið eisini leiðsluna á verkinum í Botni og gamla Tvøráverkinum. Palli Mortensen hevur sostatt dagligu ábyrgdina av elframleiðsluni í Suðuroy. - Suðuroyggin er væl fyri, tá talan er um elveiting. Eftir at vit útbygdu Vágsverkið við einum motori afturat í fjør, er altíð nóg mikið av mátti at nøkta tørvin í oynni. Nýggi motorurin kann einsamallur ravmagna Suðuroynna, um brek er á hinum motorunum ella á vatnorkuverkinum í Botni, greiðir Palli Mortensen frá. Palli minnist aftur á mangar illveðursnætur hesi 30 árini, men serliga væl minnist hann eina náttina í 1987, tá vatnflóð var á Botnaverkinum. Teir málaðu rørini, sum ganga oman á verkið úr tunlinum úr Vatnsnesvatni, bæði innan og uttan. Neyðugt var at lækka vatnstøðuna í Vatnsnesvatni, og tí lótu teir ventilin upp í byrgingini, so onki rann ígjøgnum tunnilin og rørini. - Men tað fór at regna so illa, at vatnstøðan hækkaði, hóast ventilurin var opin. Úrslitið var, at vatn kortini fór ígjøgnum tunnilin og rørini. Vatnið rann inn á verkið, tí turbinan var ikki klár at taka ímóti. Vatnstøðan var ein metur á gólvinum á Botnaverkinum, men eg lat hurðarnar upp, og tað hjálpti beinanvegin. Jú, sanniliga hevur tað verið spennandi, sigur Palli Mortensen. Palli er 62 ára gamalur. Hann er giftur við Naiu Mols Mortensen, og tey eiga trý vaksin børn. Tíðindaskriv Mánadagin 8. november tóku Eli Arge Borgarklett og Sólbjørn Sakarisson víðkað kavaraprógv frá kavaraskúlanum Faroe Dive í Klaksvík. Teir hava í eitt tíðarskeið lært nærri um 5 ymisk serøki innan kaving, nevniliga náttarkaving, djúpdarkaving, leitan og heintan, turrdraktskaving og navigatiónskaving. Faroe Dive, Klaksvík: Tveir kavarar fingið prógv Á myndini eru, f.v.: Eli Arge Borgarklett (Klaksvík), Sólbjørn Sakarisson (Kunoy) og Janus Joensen instruktørur Kære omma Jeg har det meget svært for tiden, jeg føler mig kun halv, og jeg kan kun få fat i den anden hvis jeg flytter tilbage hvor jeg hører til. Og jeg håber at du forstår, og jeg har så mange minder om dig og Færøerne. Hele mit hjerte er hos dig og på Færøerne. Min krop er kun her i Danmark, thi sjælen altid vil være der hvor den hører til. Hvordan føles det? Jeg kan ikke flyde, må lade ting ske. Hjælp, hjælp mig, jeg kan græde, og har hver aften eller dag grædt mine længsler. Ved ikke hvor lang tid jeg kan holde ud. Jeg vil væk og tilbage. Jeg husker dag jeg blev hentet af min far, over i skolen. Han sagde »Kom, pak dine ting du skal hjem«. Jeg vidste hvad jeg skulle, i bilen sad Katrin, far og jeg og snakkede. Vi kom hjem alt var klart og vi fløj. Far kom ikke med. Bilen kørte fra lufthavnen og Janus kørte os til Runavik. Moster ringede og bad os om at skynde os, thi hun ikke troede at det ville vare længe. Men du holdt ud, til vi kom. Jeg kunne ikke holde tårene inde. Gråden løb frem. Jeg kyssede dig på kinden og holdt i din hånd. Jeg gik frem og tilbage med min diskman, hørte »You never wanna see the sun go down«. Hele mit liv kom frem i et lysglimt. Dengang jeg ville vise dig Tornerose… Du juleaftener vi har holdt, og alle de velsignelser du har givet. Du var altid så god mod alle og en hver. Du var det klogeste, sødeste, gladeste, gudligste menneske jeg kendte. Og det er du stadig. Smagen fra pandekager og duften af dit hjem kommer stadig frem. Det hele er bare så ubeskriveligt. Du holdt ud til tirsdag kl. 20.00. Der sov du ind. Jeg havde lyst til at rejse med, og jeg kunne mærke at Jesus stod for enden af sengen og tog dig i hånden og førte dig op til Guds himmerige. Begravelsen - der kom over 400 folk. Jeg græd da kisten blev sænket. Vi spiste jeg gik. Sonja, Katrin og jeg, gik over til kirken. Jeg så to mænd med spader og lagde jorden over. Det var uhyggelig sørgeligt. Jeg kunne dø, så megen sorg følte jeg. Vi lagde alle kranserne over graven. Jeg stod stille lidt og kiggede, og håber at du kunne se og føle mig. Jeg vendte mig om, så hvordan solnedgangen spejlede i vandet. En vind fløj over mig, og jeg lukkede øjnene og kunne høre din stemme »aja aja« som du plejede at sige. Må du leve i evig fred! omma… Mín omma - Mia Fagranes. Maria Fagranes (y). Maria Fagranes f. 10.09.1911 d. 30.11.2004 30 spennandi ár hjá SEV nØvn í vikUni Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.