týsdagur 15. november 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 15. november 2005
13
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá
kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Edvin Olsen
Vestmanna
andaðist og varð jarðaður.
Vit takka Ingu Dam, presti, Agnari Nielsen ,
kirkjutænara, sangarum, gravara og tykkum, sum
við sangi, tóku ímóti okkum í kirkjuni.
Takk fyri blómur, kransar og gávur til eldrasambýli.
Takk øll tit sum fylgdu honum til gravar.
Somuleiðis takka vit heimahjálparunum,
sjúkrasystrunum og starvsfólkunum á
eldrasambýlinum fyri góða hjálp og umsorgan.
Hanna, Leivur, Lisbjørg og Brynhild
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Andlát og jarðarferðir
Hans Jacob Poulsen,
Tórshavn,
andaðist
á Pleygudeildini 14.
november, 83 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum
á Landssjúkrahúsinum
mikukvøldið klokkan
18. Jarðarferðin verður úr
Kirkjugarðskapellinum
hósdagin klokkan 13.
Sungið verður úr
sálmabókini.
Tey,
ið vilja Hans Jacob
kunnu lata eina gávu til
Pleygudeildina. Konto
Føroya Banka.
Isabella Hansen, Toftir,
fer til gravar úr Nebo
hósdagin 17. november
klokkan 13.
Tey, ið vilja Isa-bellu,
kunnu lata eina peningagávu
til Ne-bo. Konto í Føroya
Sparikassa.
Hanna Hansen í Kálvalíð,
í Mið-vági andaðist á
Lands-sjúkrahúsinum
mána-náttina, 67 ára
gomul. Jarðarferðin verður
lýst seinni.
Ingibjørg Johannesen,
Tórshavn andaðist á
Landssjúkrahúsinum
sunnudagin 81 ára gomul.
Kistan fer úr Kapellinum
á Landssjúkrahúsinum
týskvøldið klokkan 18.30
Jarðarferðin verður úr
Ebenezer
mikudagin
klokkan 13. Tey ið ynskja
at minnast Ingibjørg,
kunnu lata eina gávu til
Zarepta
Sanna
Hvidbro,
Klaksvík, ættað av Sandi,
andaðist á Norðoya
Røktarheimi leygardagin
12. november, 82 ára
gomul.
Farið
verður
úr
kapellinum
týsdagin
klokkan 18 heim í
Kristianskirkjuna.
Jarðarferðin verður
úr
Kristianskirkjuni
mikudagin klokkan 13.
Tey, ið vilja minnast
Sannu
kunnu
lata
Norðoya Røktarheimi
eina gávu. Konta í
Norðoya Sparikassa.
Henry Klein, Oyndar-
fjørður, fer til gravar
úr Oyndarfjarðar kirkju
mikudagin klokkan 14.
Tey, ið vilja minnast Henry,
kunnu lata Oyndarfjarðar
kirkju eina peningagávu.
Sungið
verður
úr
sálmabókini
Petur Juul Isaksen,
Klaksvík,
andaðist
mánadagin 14. november,
72 ára gamal.
Kistan fer úr kap-
ellinum á Klaksvíkar
Sjúkrahúsi
heim
í
Christianskirkjuni
mikukvøldið klokkan
19. Jarðarferðin verður
úr Christianskirkjuni
hósdagin klokkan 13.
Sofus
Andreasen,
ættaður
av
Strondum, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
leygardagin 12. november,
65 ára gamal. Jarðarferðin
verður kunngjørd seinni.
Hans David Petersen av
Viðareiði, sonur Elsupu
og Petur Petersen, andaðist
leygardagin 12. november,
23 ára gamal.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum at
okkara elskaða mamma, omma og langomma
Isabella Hansen
Toftir
andaðist 12. november í sambýlinum
Vesturskin, 89 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Nebo
hósdagin 17. november kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Børnini
Mikudagin 16. november
fyllir Alma Petersen í Havn
60 ár.
Alma er upprunaliga úr
Heiðunum, hon kom sum 6
ára gomul til Havnar og gekk
í barnaskúla hjá Nonnunum.
Hesa tíðina var hon nógv í
Skálbúðini, har omma henn-
ara, Jenny, búði.
Liðug við skúlan búði hon
eitt skifti aftur í Heiðunum,
men síðan 1962 hevur hon
búð fast í Havn. Hon arbeiddi
eina tíð á bakarínum hjá
Conrad Skaale, ið hevði
tveir handlar tá, ein í J.C.
Svabosgøtu, har sum bakaríið
var, og ein á Abbatrøð, har
sum Sjónvarpið er í dag.
Seinni sat hon við vekslaran
á Landssjúkrahúsinum.
Alma er elst av teimum
fimm børnunum hjá Nansy,
f. Danielsen, og Hans David
Heinesen. Hini systkini eru:
Karolina, Hanus, Olga og
Debus.
Alma giftist í 1965 við
Frank Petersen úr Kaldbak.
Tey bygdu hús í Havn og
fingu tveir synir, Jan og Ing-
vard. Jan er timburmaður og
býr á Argjum, og Ingvard er
trúboðari í Venezuela.
Meðan dreingirnir vóru
smáir, arbeiddi Alma heima.
Síðan fekk hon starv sum
skrivstovukvinna hjá Føroya
Brunatrygging, har hon
arbeiddi í mong ár.
Síðan miðskeiðis í 90-
unum hevur Alma selt hús
og aðrar ognir. Hon arbeiðir
nevniliga hjá Húsamekling
á Vaglinum.
Alma er ógvuliga familju-
kær, hon eigur 6 ommubørn,
og hon gongur høgt upp í
famlijuna sum heild. Hon er
ikki so nógv fyri at ferðast,
men í fjør vóru hon og Frank
í Venezuela og vitjaðu sonin
Ingvard og familjuna har.
Hon bjóðar seg ofta fram
til at hjálpa í ymiskum sam-
anhangum, eitt nú til tiltøk í
Ebenezer og aðrastaðni.
Alma Petersen 60 ár
Automatiska telefonsam-
bandið millum Føroyar
og útheimin varð alment
tikið í brúk 12. november
1975. Í tí sambandi var
aðalstjórin í danska Post-
og Telegrafverkinum Poul
Hansen komin til Føroya.
Í mekanikhøllini á Tele-
fonstøðini var automatiska
uttanlanda telefonsambandið
alment opnað við at Finnbogi
Ísakson, landsstýrismaður,
og Poul Hansen, aðalstjóri,
togaðu í hvør sín snór (snór-
urin var í føroysku litu-
num: reytt, blátt og hvítt).
Samstundis varð gamla
telefonsambandið slitið.
Fyri 30 árum síðan:
Automatiska telefonsambandið kom í 1975
Myndin sýnir, tá Finnbogi Ísakson roynir nýggja sambandið og tosar í telefonini við
starvsbróður sín, danska ráðharran Niels Mathiassen.
Dagurin í morgin
16. november. Otenius. Skrivað skeivt fyri hin halga
Otmarus, sum var abbati í kleystrinum St. Gallen í Sveis
og doyði í 759.