týsdagur 15. november 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 219 - 15. november 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Alt fleiri fáa krabbamein
Nýggj tøl hjá danska heilsustýrinum vísa, at talið á
krabbameinstilburðum økist, sjálvt um myndugleikar og
felagsskapir royna at basa sjúkuni. Í 2001 vórðu 32.800
nýggir tilburðir av krabbameini staðfestir í Danmark, og í
2003 var talið 34.144, 16.637 menn og 17.507 kvinnur.
Í Kræftens Bekæmpelse halda tey, at, at ov lítið verður
gjørt fyri at fyribyrgja nýggjum krabbameinstilburðum.
Hans Storm, yvirlækni, sigur við Jyllands-Postin, at
úrslitið av tí áhaldandi stríðnum ímóti royking sæst nú.
Hann leggur afturat, at danir hava ongantíð roykt so lítið
sum nú, men úrslitið av tí fer ikki at síggjast fyrr enn um
eini 10 ella 15 ár, sigur hann.
-Vit hava serliga lagt dent á at viðgera fólk fyri
krabbamein, men tað ræður um at leggja størri dent á
tað fyribyrgjandi arbeiðið. Sum er verður ov lítið gjørt
á tí økinum, sigur Hans Storm, sum sigur seg vóna, at
meiri verður gjørt við tað fyribyrgjandi arbeiðið, nú
kommunurnar yvirtaka ta uppgávuna í næstum. Sjálvur
heldur yvirlæknin, at størri dentur skal leggjast á at fáa
fólk at røra seg meiri og at eta betri mat.
Ákærdur fyri landasvik
Myndugleikarnir í Uganda hava handtikið andstøðuileiðaran
Kizza Besigye og ákært hann fyri landasvik og neyðtøku.
Tíðindini um handtøkuna fingu fleiri túsund andstøðufólk
út á gøtuna í teimum stóru býunum, men løgreglan spjaddi
mótmælisfólkini við táragassi.
Sambært myndugleikunum vistu andstøðuleiðarin og 22
av stuðlum hansara, at ætlanir vóru um at koyra stjórnina
frá, men teir søgdu einki. Harafturat hava myndugleikarnir
ákært Kizza Besigye fyri at hava neyðtikið eina unga
kvinnu í høvuðsstaðnum Kampala fyri átta árum síðani.
Í Uganda halda mong, at handtøkan er politisk. Fyri
fyrstu ferð í 19 ár verður veruligt forsetaval í Uganda um
stutta tíð, og alt bendir á, at Kizza Besigye er tann einasti,
sum kundi bjóða Yoweri Museveni, forseta av. Besigye
hevur búð í Suðurafrika tey seinastu fimm árini, men kom
heim fyri trimum vikum síðani eftir áheitan frá andstøðuni,
so hann kundi stilla upp til forsetavalið. Ein talsmaður hjá
tí størsta andstøðuflokkinum sigur við Reuter, at Besigye
er tikin, tí hann hevur fingið stóra undirtøku, síðani hann
kom heimaftur.
Nú kemur brúgvin
Í fleiri ár hava danir og týskarar tosað um møguleikarnar
fyri at byggja eina brúgv tvørtur um Femarn-sundið
ímillum Lolland og Týskland, men higartil er einki komið
burtur úr tosinum.
Nú eru kortini útlit til, at okkurt fer at henda, tí tann
nýggja stjórnin í Týsklandi hevur sett brúgvasambandið í
samgonguskjalið, skrivar Politiken. Brúgvin verður einar
20 kilometrar long, og ætlanin er, at Danmark og Týskland
skulu rinda hvørt sína helvt av kostnaðinum.
Danski samferðslumálaráðharrin, Flemming Hansen, er
sera fegin um, at Femarn-brúgvin er komin á dagsskránna í
Týsklandi. Hann sigur, at gongst eftir ætlan, kunnu londini
skriva undir ein sáttmála um arbeiðið longu í januar, og at
brúgvin verður liðug í 2015 ella í 2016. Danska vinnulívið
fegnast eisini um týsku argerðina, tí sambandið fer at
fáa stóran týdning fyri flutningin ímillum Danmark og
Norðurevropa.
Nýnazistar í rættinum
Týska ákæruvaldið hevur ákært 16 fólk fyri at hava havt
ætlanir um at skipa ein felagsskap, hvørs endamál skuldi
vera at skipa Týskland sum eitt nazistiskt ríki og at reka
allar útlendingar av landinum.
Tey 16, sum eru í aldrinum 17 til 48 ár, komu fyri rættin
í Koblenz fyrradagin. 14 teirra eru eisini ákærd fyri ófrið,
tí tey gjørdu seg inn á limir í einum vinstrasinnaðum
felagsskapi undir einari konsert í januar.
Sambært ákæruritinum eru øll 16 ákærd fyri eldáseting,
harðskap og fyri at hava brúkt ólóglig nazi-tekin. Tað ljóðar
eisini, at løgreglan fann spreingievni heima hjá onkrum
teirra, skrivar AP.
Júst sum teir báðir stóru
flokkarnir í Týsklandi hava
sett sær fyri at endurreisa
landsins búskap, vísa nýggj
tøl, at tað gongur tann rætta
vegin í búskapinum.
Ein kanning, sum tíðarritið
Bloomberg hevur gjørt,
vísir, at búskaparvøksturin
í Týsklandi var 0,6 prosent
í juli-ársfjórðingi. Tað er
meiri, enn búskaparfrøðingar
høvdu roknað við og
nógv meiri enn í apríl-árs-
fjórðingi, tá vøksturin var
0,2 prosent.
Tað er serliga útflutning-
urin, sum hevur havt
góða ávirkan á búskapin,
tí eftirspurningurin eftir
týskum vørum er vaksin
í Asia og Eysturevropa.
Harafturímóti er nýtslan í
sjálvum Týsklandi framvegis
lítil, og tað kemst fyrst og
fremst av, at ov nógv fólk
eru arbeiðsleys og tí ikki
hava ráð til størri nýtslu
enn tað mest neyðuga, sigur
Bloomberg.
Framgongd í Týsklandi
Oljurpísurin fær ikki ávirkan á framleiðsluna
OPEC-londini ætla
sær ikki at skerja
oljuframleiðsluna,
sjálvt um prísurin er
fallin
OljA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Oljuprísurin á altjóða
marknaðinum er fallin
rættiliga nógv í seinastuni,
og gjáramorgunin kostaði
ein tunna 55,35 dollarar
á International Petroleum
Exchange.
Men prísfallið fær ikki
útflytaralondini í OPEC-
felagsskapinum at skerja
framleiðsluna. Formaðurin
í felagsskapinum, Ahmad
Fahd al-Sabah, sum er
oljumálaráðharri í Kuwait,
vísti í gjár aftur gitingum
um, at londini fara at skerja
framleiðsluna fyri at tálma
prísfallinum.
- Nei, sum er hava vit
ongar ætlanir um tað, segði
hann sambært TDN Finans.
Sonur Sharon kann
fáa sjey ára fongsul
Omri Sharon
viðgongur seg sekan
í sviki og følskum
vitnisburði.
ÍsRAEl
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Ísraelska ákæruvaldið hevur
skuldsett Omri Sharon fyri
at hava útvegað ólógligar
pengar
til
valstríðið
hjá pápanum upp undir
tjóðartingsvalið í 1999.
Undir avhoyringum hjá
løgregluni hevur hann víst
skuldsetingini aftur, men
í gjár viðgekk hann, at
hann hevði sagt ósatt undir
avhoyringunum, og at hann
er sekur í sviki.
Omri Sharon er tinglimur,
men verður hann funnin
sekur, noyðist hann at
siga tingsessin frá sær, og
harafturat kann hann fáa
sjey ára fongsul.
Ísraelska ákæruvaldið vil
vera við, at ein fyritøka, sum
Omri Sharon stóð á odda
fyri, fekk 1,3 millión dollarar
frá fyritøkum í Ísrael og
uttanlands, og at pengarnir
síðani vórðu fluttir í kassan
hjá Likud-flokkinum hjá
Ariel Sharon.
Forsætisráðharrin hevur
eisini verið til avhoyringar í
málinum, men hann nhevur
alla tíðina hildið uppá, at
hann visti ikki, at flokkurin
hevði fingið pengar ígjøg-
num fyritøkuna hjá soninum,
ella at flokkurin hevði fingið
ólógligan stuðul til valstríðið
í 1999.
Omri og Ariel Sharon