týsdagur 15. november 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 • týsdagur • 15. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Anita Dam, sum eigur
og rekur vælumtókta
massagustólin, Dr.
Magic, bjóðar nú fólki
í vinnuni, sum hava
trupulleikar við pínu,
ein tilboðsprís fyri
viðgerð. – Eg eri til
reiðar at koma út á
virkini við stólinum,
sigur hon
Viðgerð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hon er ættað úr Leirvík, har
hon og maðurin, Poul Súni
Dam, búgva.
Fyrr í ár útvegaði hon
sær ein massagustól, sum
gongur undir heitinum, Dr.
Magic.
Anita Dam sigur, at nógvir
stólar eru á marknaðinum,
men hesin stólurin er tann
besti; hann er góðkendur av
heilsumyndugleikunum og
verður, sum hon tekur til,
viðmæltur av eitt nú lækn
um, fysioterapeutum og
ergoterapeutum.
At keypa ein slíkan stól,
er ein rímiliga stór íløga, og
tí er eisini neyðugt, at ein
ávísur umsetningur er.
Ferðast ímillum
Anita arbeiðir bæði í Klaks
vík og í Leirvík, og hon ferð
ast ímillum við stólinum.
Hon arbeiðir í Klaksvík
tvær vikur út í eitt, og síðan
fer hon um Leirvíksfjørð
við stólinum annan hvønn
hósdag og yvirum aftur við
honum sunnudag – og byrjar
aftur í Klaksvík mánadag.
Men hetta avhongur alt
av, hvat er at gera í hvørjum
staði.
Anita sigur, at enn hevur
hon bara tann eina stólin,
men um grundarlag var fyri
tveimum, hevði hon eisini
umhugsað at keypt sær ein
stól aftrat.
Spurd, hvussu langt út á
dagin, hon veitir viðgerð,
sigur hon, at tað veldst um,
hvussu nógv viðskiftafólk
hon hevur.
Mær dámar best at fylla
upp frá morgninum av. Eg
byrji vanliga í Klaksvík um
10.30 tíðina, og síðan ar
beiði eg so leingi, sum við
skiftafólk eru, sigur Anita.
Tilboð til virkir
Ein og hvør er vælkomin at
seta seg í stólin hjá Anitu,
og millum viðskiftafólkini
hjá henni eru eisini skriv
stovufólk og arbeiðsfólk á
virkjum.
Nú havi eg eitt tilboð,
sum burtur av vendir sær til
vinnuna. Vanligur prísur fyri
eina viðgerð, sum tekur 15
minuttir, er 80 krónur, men
tilboðsprísurin er 60 krónur
fyri eina viðgerð. Fólk kunnu
eisini gera avtalu um fleiri
viðgerðir fyri ein fastan prís,
leggur hon aftrat.
Anita sigur, at tað er henn
ara dreymur at sleppa út á
virkini við stólinum, soleiðis
at viðskiftafólk sleppa undan
at fara av arbeiðsplássinum
at fáa viðgerð.
Hetta hevði spart fólki
num tíð, og hetta hevði eis
ini verið lættari hjá arbeiðs
gevarunum.
Hon sigur, at tað hevði
eisini verið ynskiligt, at
virkini tóku lut í gjaldinum,
soleiðis at arbeiðsfólk og
virkir samdust um, hvussu
kostnaðurin verður býttur
millum partarnar.
Eg havi fleiri viðskifta
fólk, sum starvast í fram
leiðsluvinnuni, eins og eg
havi viðskiftafólk, sum sita á
skrivstovum. Hetta eru fólk,
sum hava spenningar av
ymiskum slagi, og onkur er
plágaður av gikt. Viðgerðin
fer fram, heilt úr beinunum
og upp í høvdið og øll, sum
hava verið her, lata væl at
viðgerðini og koma aftur.
Anita heldur, at alt eftir,
hvussu stórur tørvurin er,
mælir hon til, at fólk fáa
einar 10 viðgerðir. Tá kanst
tú vænta, at úrslitið verður
gott.
Tú kanst saktans sita í
stólinum fylgjandi dagar,
og til ber eisini at taka tvær
viðgerðir ein dag. Við tveim
um viðgerðum um dagin
kanst tú føla tey eitt sindur
eyman í vøddunum, men
ikki so, at tað bilar.
Í serflokki
Anita Dam leggur dent á,
at stólurin, Mr. Magic, er í
serflokki.
Stólurin hevur ein
telduskíggja, sum sýnir,
hvussu og hvar vøddaspenn
ingar eru, og í stólinum
fært tú nakkamassagu, rygg
massagu, lendamassagu,
trýstmassagu til endan og
leggir og zoneterapi.
Hon sigur, at hevur tú
pínu í rygginum, akslum,
høvuðpínu – ella tú bara
vilt hjúkla um teg sjálvan,
er Mr. Magic avgjørt verdur
at royna.
Øll eru vælkomin, ung
sum tilkomin og eldri. Eingin
er farin úr aftur stólinum,
sum ikki hevur sagt, at tey
fingu nakað burtur úr, sigur
Anita Dam at enda.
Anita Dam:
Bjóðar arbeiðsfólki viðgerð fyri pínu
Anita Dam, sum eigur massagustólin, Mr. Magic,
bjóðar sær nú at taka stólin út á virkir, soleiðis at
arbeiðsfólk, sum eru plágað av pínu, kunnu fáa
neyðuga viðgerð
Mynd: Anna V. Ellingsgaard