týsdagur 15. november 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Kollafjord Pelagic
hevði ein marknað í
Eystureuropa, men
ynskti eisini at koma
á tann høgtgjaldandi
europeiska markn
aðin. Leitingin eftir
samstarvsfelagum
setti teir í samband við
danska fyritøku við
drúgvum royndum
júst á hesum økinum
Sild
Snorri Brend
Myndir: Jens Kr. Vang
Kollafjørður: - Tað tók sína
tíð at fáa hetta í lag. Men nú
kunnu vit so av álvara fara
til verka!
Soleiðis segði stjórin
í Taabbel Fiskeeksport,
Viggo Gjødesen Mikkelsen,
tá hann fyrrapartin í gjár
skrivaði undir eina avtalu
um samstarv við Kollafjord
Pelagic.
Lagt er upp til eitt spen-
nandi samstarv um fram-
leiðslu av sild, sum tann
danski stjórin og tann før-
oyski stjórin, Dánjal Jákup
Andreasen nú fara undir.
Báðir siga teir seg
vera sera fegnar um hesa
avtaluna, og báðir vænta
sær nógv positivt út frá
hesum samstarvinum, -
einum samstarvi, sum helst
fer at gerast enn tættari í
framtíðini.
- Møguleikarnir eru nógv-
ir í framtíðini, sigur Mikk-
elsen, stjórin í Taabbel Fiske-
eksport.
- Tí er ikki óhugsandi, at
vit t.d. kunnu fara undir at
pakka sild í saltlaka, og at
foredla aðrar framleiðslur
hjá okkum.
Í framtíðini verður helst
eisini gjørligt hjá donsku
fyritøkuni at keypa seg inn
í føroyska felagið.
Røkka longur út
Avtalan millum fyritøkurnar
varð undirskrivað fyrrapartin
í gjár í bygninginum hjá
Kollafjord Pelagic.
Á stuttari samkomu
segði nevndarformaðurin í
Kollafjord Pelagic, Sverri
Hansen at henda avtalan
fer at geva virkinum ein
meiri stabilan rakstur í fram-
tíðini.
Virkið hevur havt eina
turbulenta tíð, men síðani
tað varð endurskipað í 2003
hevur gongdin verið tann
positiva vegin.
Teir hava tey seinastu tvey
árini lagt seg eftir at heil-
frysta sild, og hevur hetta
víst seg at rigga væl. Tað
sum líkasum vantaði í hjá
virkinum í Kollafirði, fyri
at røkka enn longur út, var
málið at koma niður á tann
europeiska marknaðin.
Kollafjord Pelagic hevur
í løtuni ein rættiliga góðan
marknað í Eystureuropa,
men ynskti haraftrat at fáa
fatur á londunum vestanfyri.
Við hesum í hyggju fóru
teir at kanna møguleikarnar
fyri at samstarva við aðrar
fyritøkur.
Báðar vegir
Leitingin eftir samstarvs-
partnarum í øðrum londum
førdu teir til samstarvið við
Taabbel Fiskeeksport í Skag-
en.
Sum víst er á aðrastaðni
á síðuni, so er hetta ein
gomul fyritøka við nógvum
royndum við sølu av góð-
um sildaframleiðslum í
Europa.
Í apríl mánaði í ár byrjaðu
so samráðingarnar um eina
avtalu, og í gjár kl. 10 varð so
sáttmálin um eitt framtíðar
samstarv undirskrivaður.
- Avtalan skal virka báðar
vegir, og tað vísti hon eisini
longu undan undirskrivingini
í dag, vísti Mikkelsen á.
Um vikuskiftið landaði
nevniliga Finnur Fríði 800
tons hjá Taabbel í Skagen, og
gav hetta arbeiði til fólkini
har alt vikuskiftið.
Føroyingar og danir samstarva um sildina
Fyrimunir
Báðar fyritøkurnar fáa fyrimunir av nýggju avtaluni:
- Kollafjørð Pelagic kann nú fáa fleiri sildaskip at
landa til virkið. Virkið kann frysta 400 tons um sam-
døgrið, og verður nú ført fyri at skera og frysta 270 tons
av norðhavssild um samdøgrið í eitt longri tíðarskeið.
- Taabbel Fiskeeksport fær nú møguleika at lata
europeiska marknaðinum eitt størri útboð og breidd av
frystum fiski til matna. Tað hevur ikki verið møguligt
áður. Drúgvu royndirnar við at skera flak, eins og víða
sølunetið í Europa, koma nú eisini til sín rætt. Fyritøkan
hevur nógv ár á baki (stovnað í 1948) og hevur eisini
gott orð á sær á europeiska meginlandinum.
Talan er tí í roynd og veru um eitt munagott norður-
lendskt sildasamstarv, sum røkkur frá bryggjukantinum
í Norðuratlantshavi og allan vegin niður á europeiska
marknaðin.
Við nýggju avtaluni við donsku fyritøkuna verður tonstalið økt munandi – og talið av arbeiðsfólkum eisini
(savnsmynd)
16
Nr. 219 - 15. november 2005