týsdagur 15. november 2005síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Um Erik Taabel Fiskeeksport
1948: Erik Taabbel byrjar virksemið sítt í einum
reyðum træpakkhúsi á havnini í Skagen med
filetering, pakking og sølu av fiski fyri eyga.
1955: Útflutningur til Týsklands byrjar, og Erik
Taabbel økir virksemið í størri hølum.
1960: Erik Taabel byggir sína egnu vermskiðju
(ídag: Verksmiðja 1). Hann installerer eisini tríggjar
nútíðar flakamaskinur við stórum kapasiteti.
Núverandi stjórin og eigarin, Viggo Gjødesen
Mikkelsen (vanliga nevndur Mikkelsen) byrjar í
fyritøkuni.
1967: Framleiðslan av kryddsild byrjar, og seinni
eisini av saltsild til heimamarknaðin.
1971: V. G. Mikkelsen verður medeigari.
Útflutningurin av matjessild byrjar til Holland. Við
nýggjum maskinum verður økt um framleiðsluna
og góðskuna.
1973: Erik Taabbel Fiskeeksport luttekur
í menningini av einum nýggjum slagi av
flakamaskinum. Við sentrifugum verður fiskaolja
útvunnin úr spillvatninum. Økt tal av starvsfólkum
gera tað neyðugt við fleiri útbyggingum.
1981: Stovnarin Erik Taabbel doyr. Sama ár verður
framleiðslan víðkað við foredlaðum sildavørum
í nýggjari verksmiðju á Coasterbryggjuni
(verksmiðja 2).
1983: V. G. Mikkelsen verður eigari av fyritøkuni.
1986-90: Framleiðslan av foredlaðum sildavørum
verður víðkað enn meiri.
1990: Verksmiðja 3 við frystihúsi verður
bygd. Í 1992 verður farið undir samstarv við
DTI og Aalborg Universitet um góðsku og
umhvørvisstýring. Nýggjar heilautomatiskar
maskinur til matjessild eru klárar í 1995.
1995: Sum tann fyrsta fyritøkan í heiminum
fær Erik Taabbel Fiskeeksport eina integreraða
kvalitets- og miljøcertificering - ISO 9002 og ISO
14001. Í 1997 verður góðskutrygdin víðkað við
HACCP.
1992-98: Fyritøkan fær Skagens Erhvervspris í
1993. Fær Umhvørvisprísin hjá ES í 1998.
2000: Projektering af 4.000 fermetra stórum
kølirúmsbyggjaríi byrjar. Farið verður undir eitt
ættarliðsskifti.
2003: Tað 4.000 fermetra stóra kølirúmið verður
tikið í nýtslu. Norsk Veritas verifiserer fyritøkuni
eina arbeiðsumhvørvis-leiðsluskipan OHSAS
18001. Nýtt laboratorium verður tikið í nýtslu.
2004: Farið verður undir at prosjektera eitt 3.000
fermetrar stórt kølirúm aftrat.
2005: Samstarvsavtala við Kollafjord Pelagic verður
undirskrivað.
Við samstarvinum
verður miðað eftir
meiri støðugum
arbeiði á virkinum.
Og talið av arbeiðs
fólkum fer helst eisini
at økjast
Sild
Snorri Brend
Kollafjørður: Fyri Kolla
fjord Pelagic fer hetta sam
starvið at geva ein nógv
størri marknað, tí danska
fyritøkan frammanundan
hevur drúgvar royndir í at
selja júst sild í Europa.
Á henda hátt kunnu vit
eisini fáa fatur á tí mark
naðinum, ið er sinnaður at
lata meiri fyri okkara vørur,
varð sagt.
Á virkinum í Kollafirði
eru eisini gjørdar ymiskar
broytingar í framleiðsluni,
har m.a. maskinur fyri einar
10 mió. kr. eru settar upp,
soleiðis at framleiðslan
kann gerast so lønandi sum
tilber.
Hóast hesa heldur kostn
aðarmiklu íløguna, so hevur
virkið ikki brúk fyri eyka
kapitali beint nú.
Aðrar framleiðslur
Við hesum maskinunum
ber til at arbeiða sild undan
í ymiskum støddum og av
ymiskum slagi. Hetta ger so
aftur sítt til, at møguleikarnir
fyri meiri støðugum arbeiði
á virkinum eru til staðar.
At byrja við verður tað so
bert sild, sum skal arbeiðast
undan á virkinum.
Men stjórin, Dánjal Jákup
Andreasen sigur, at onnur
fiskasløg eisini kunnu koma
uppá tal — eitt nú svartkjaft
ur.
Ynskið hjá virkinum er
allatíðina at hava so støðugt
arbeiði sum gjørligt — t.v.s.
longri enn sjálva sildatíðina,
sum vanliga er frá mai mán
aði og út á heystið.
Hetta sama fer uttan iva
eisini at gera seg galdandi
við talunum av starvsfólkum.
Vanliga hava hesi ligið um
eini 35 í tali.
Men tá tað veruliga úrslitið
av samstarvinum fer at vísa
seg, og rávørunøgdirnar fara
úr 15.000 tonsum upp í tað
dupulta, er ikki óhugsandi at
eini 50 fólk fara at arbeiða á
virkinum.
Ein marknaður sum vil gjalda
Møguleikar verða nú skaptir fyri at
arbeiða bæði sild og markel, og selja
hesar framleiðslurnar til Eystureuropa
og meginøkið í Europa
(savnsmynd)
Kollafjord Pelagic hevur havt eina turbulenta tíð, men nú
er grundarlag lagt fyri eini tryggari framtíð, bæðI hvart
rávørutilgongd og sølu viðvíkur
Teir hava júst undirskrivað avtaluna – stjórin á Kollafjord
Pelagic, Dánjal Jaákup Andreasen, nevndarformaðurin
Sverri Hansen og Viggo Gjødesen Mikkelsen, stjóri í
Taabbel Fiskeeksport. Hesin seinast nevndi byrjaði í
fyritøkuni í 1960, gjørdist eigari av fyritøkuni í 1983 og er
enn virkin her
Nr. 219 - 15. november 2005
17