Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-15, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Christiani í Grótinum og Norðborg, sigur, at svartkjafturin ikki longur er so áhugaverdur, sum hann hevur verið. - Oljan er vorðin so dýr, og hetta er eitt lutfalsliga bíligt fiskaslag. Tað skulu stórar nøgdir til, áðrenn tað loysir seg at fiska svartkjaft, sum støðan er í løtuni, sigur hann Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nú oljan er vorðin so dýr, og svartkjafturin hevur so lítlan prís, er svartkjafturin ikki so áhugaverdur longur hjá teimum stóru nótaskipunum. Skipini brúka nógva olju, og tað er ikki so langt síðan, at Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, nevndi í samrøðu í Sosiali­ num, at tað helst verður OPEC, sum fer at tálma veiðini eftir svartkjafti. Tað, hann sipaði til, var ósemjan millum strandalondini um kvotuna og býtið av svart­ kjaftinum. Fiskifrøðingar halda, at veiðan seinastu árini hevur verið alt ov stór, samstundis sum londini hava havt trupult við at finnu semju um, hvussu farast skal fram. Nú eru so hesi viðurskifti komin undir land, soleiðis at strandalondini eru nærri eini skilabetri svartkjaftaveiði. Svartkjafturin minni áhugaverdur Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Christiani í Gróti­ num og Norðborg, sigur, at svartkjafturin ikki longur er so áhugaverdur, sum hann hevur verið. ­ Oljan er vorðin so dýr, og hetta er eitt lutfalsliga bíligt fiskaslag. Tað skulu stórar nøgdir til, áðrenn tað loysir seg at fiska svartkjaft, leggur hann aftrat. Í greinini niðanfyri vís­ ir reiðarin á, at veiðan, sum russisku skipini hava eystanfyri í løtuni, er ikki nóg mikið til lønandi vinnu hjá teimum stóru føroysku nótaskipunum. ­ Tað, sum ger, at árið í ár hóast alt hevur hild­ nast so væl, sum tað hevur gjørt, er sildin og makrelurin. Vit hava gjørt tað rímiliga gott við sildini, og makrelurin eydnaðist eisini væl, tí prísirnir vóru so góðir. Hinvegin hevur svartkjafturin givið lítið til hesi skipini í ár. Kristian Martin vísir á, at tað hevur verið heldur minni av svartkjafti at fingið í ár, og haraftrat hava prísirnir verið heldur lægri. ­ Hetta saman við øktu oljuútreiðslunum ger, at svartkjafturin í løtuni er mun­ andi minni áhugaverdur, enn hann hevur verið. Lítið fiskamjøl á m arknaðinum Reiðarin hevur kortini vónir um, at prísirnir á svartkjafti fara at kvinka uppeftir komandi ár, tí trot er á fiskamjøli, og soleiðis sum hann hevur skilt, hevur lítil framleiðsla verið á Havsbrún í seinastuni. ­ Eg havi skilt, at virkið í Fuglafirði hevur innflutt mjøl, og tað kundi bent á, at prísirnir helst fara at kvinka rætta vegin, tá ið saman um kemur, og svartkjaftur aftur verður at fáa. Spurdur, um raksturin hongur saman í ár hjá Christiani í Grótinum og Norðborg, sum felagið eigur, sigur Kristian Martin, at gongdin samanlagt hevur verið nøktandi. ­ Nei, vit skulu ikki klaga, men hevði tað ikki havt gingið so væl við sildini og makrelinum, sum tað hevur gjørt, hevði úrslitið ikki verið so gott, sigur hann. Skera flak Reiðarin vísir á, at teir í heyst skóru tilsamans 6.500 tons av sildaflaki umborð á Norðborg, og prísurin á sildaflaki, sum verður selt til Póllands og eystursjóvarlondini, hevur verið lutfalsliga góður í ár. Nr. 219 - 15. november 2005 18 - So dýr, sum oljan er, er tað dýrt at leita eftir fiski – og einki finna, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Christiani í Grótinum og Norðborg Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað kostar at leita – og koma aftur ongul í reyv. Hetta ásanna teir, sum eiga tey stóru nótaskipini. Herfyri vóru fýra føroysk nótaskip úti og leitaðu eftir svartkjafti, men tey funnu ongan svartkjaft, sum kann loysa seg at fiska, soleiðis sum prísirnir á svartkjafti og olju eru í løtuni. Leitaðu víða Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Christiani í Grótin­ um og Norðborg, sigur, at skipini, sum leitaðu, vóru bæði skipini hjá teimum umframt Finnur Fríði og Jupiter. ­ Skipini hjá okkum vóru úti í eina viku, og hetta kost­ aði okkum eina hálva miljón krónur í olju. Hann sigur, at skipini leitaðu rættiliga víða, bæði eystanfyri, vestanfyri, norðanfyri og sunnanfyri – og heilt suður á leiðirnar við Hattonbanka. ­ Eystanfyri, har russar­ arnir fiska, var eitt sløð av Leitingartúrur eftir svartkjafti: Kostaði hálva mi Christian í Grótinum og Norðborg: Hava gjørt tað væl við sildini og makrelinum - Hetta skuldi verið góð tíð til svartkjaft, men sum út sær í løtuni, er ikki nógv at fara eftir. Veðrið hevur eisini verið rættiliga ólagaligt, og tí liggja bæði skipini hjá okkum í løtuni, sigur Kristian Martin Rasmussen Mynd: Vilmund Jacobsen