týsdagur 15. november 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 15. november 2005
19
svartkjafti at síggja, men ikki
so mikið, at veiðan er lønandi
við verandi ráfiskaprísi og
verandi oljuprísi.
Kristian Martin sigur, at
russisku skipini lógu um
50-80 tons um samdøgnið,
og tað er ov lítið, um veiðan
skal vera lønandi.
- Hetta skuldi annars ver-
ið góð tíð til svartkjaft, men
sum út sær í løtuni, er ikki
nógv at fara eftir. Veðrið
hevur eisini verið rættiliga
ólagaligt, og tí liggja bæði
skipini hjá okkum í løtuni.
Rossamakrelur
Reiðarin sigur, at teir ætla
at gera eina roynd aftrat um
stutta tíð, og hann vónar, at
skipini tá fara at raka við
svartkjaft, sum loysir seg at
fiska.
Sum skilst á Kristian
Martini, eru Finnur Fríði
og Jupiter í løtuni í Norð-
sjónum, har teir royna eftir
rossamakreli. Teir fiska av
eini felagskvotu, sum er
lítil.
- Eg vænti, at vit fara eitt
rend í Norðsjógvin, har eitt
sindur er at fiska í norskum-
og bretskum sjógvi.
Á Kristian Martin Ras-
mussen skilst, at tað verður
ikki tað nógva, sum fæst
burtur úr rossamakrelinum
nú, tí kvotan er so lítil.
iljón krónur í eina viku
- Prísirnir hava verið mis-
javnir seinastu árini. Í fjør
var prísurin einki serligur,
men árið fyri var hann eisini
góður.
Hann vísir á, at Norðborg
og Christian í Grótinum hava
arbeitt saman um sildina.
- Skipini hava partrolað, og
síðan er sildin skorin umborð
á Norðborg. Ein partur av
veiðini er førdur feskur
til lands og er pakkaður á
Kollafjord Pelagic.
Umborð á Norðborg verður
sildin skorin í butterfly-fløk,
sum eru fryst og pakkað í
blokk.
Einir 28 mans eru umborð
á Norðborg í sildatíðini, men
her hevur reiðaríið skipað so
fyri, at ein partur av mann-
iningini, sum hoyrir til
Christian í Grótinum, hevur
verið umborð á Norðborg.
- Maskinurnar umborð
á Norðborg eru seks í tali.
Hetta eru sonevndu VMK-
maskinurnar, sum roynast
væl. Maskinurnar eru av
sama slagi, sum tær, ið eitt
nú hava verið umborð á
Nærabergi.
Kristian Martin sigur, at
reiðaríið hjá skipunum nú
hevur sett ein mann av taka
sær av søluni, og hesin er
Palli Ziskason, sum hevur
verið í reiðarínum í fleiri
ár.
- Vit samstarva framvegis
við norska felagið, sum
hevur tikið sær av søluni,
men nú hava vit meira enn
áður fingurin á “pulsinum”
við søluni, sigur hann.
Spara fólk
Hetta er fimta árið, at sild er
skorin umborð á Norðborg,
og soleiðis sum Kristian
Martin málber seg, hevur
hetta loyst seg væl summi
ár, eitt nú í ár og fyrraári,
men onnur ár hevur minni
lønsemi verið í framleiðsluni
í mun til at landa sildina
óvirkaða.
Hann sigur, at ein maður
hevur staðið við hvørja av
teimum seks maskinunum
umborð á Norðborg, men
til næstu vertíð, verður
íleggingin í maskinurnar
gjørd meira sjálvvirkandi
við einum “komputara”
ella einum “kamera”, sum
syrgir fyri, at sildirnar liggja
upp á pláss, tá ið tær fara í
knívarnar í maskinunum.
- Tá ið vit fara aftur á
sild, kemur bert ein mað-
ur at standa við tær seks
maskinurnar, sigur reiðarin,
Kristian Martin Rasmus-
sen.
Skiparar á Christiani í
Grótinum og Norðborg eru
brøðurnir og synirnir hjá
Kristian Martini, Jón og
Bogi Rasmussen.
Hetta er fimta árið, at sild er skorin umborð á Norðborg. Summi
ár, eitt nú í ár og fyrraári, hevur hetta loyst seg væl, men onnur
ár hevur minni lønsemi verið í framleiðsluni í mun til at landa
sildina óvirkaða. Ein maður hevur staðið við hvørja av teimum seks
skerimaskinunum, men til næstu vertíð, verður íleggingin meira
sjálvvirkandi við einum ”komputara” ella einum ”kamera”, sum
syrgir fyri, at sildirnar liggja upp á pláss, tá ið tær fara í knívarnar í
maskinunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
Á Havsbrún í Fuglafirði
merkja tey, at eingin
svartkjaftur kemur upp á
land í løtuni
Mynd: Vilmund Jacobsen