týsdagur 15. november 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 15. november 2005
20
Leygardagin 12.
november var
móttøka í nýggja
bygninginum hjá
Reyni Service í
Klaksvík. Nógv fólk
stukku inn gólvið
hendan dagin og
røður og tónleikur
vóru á skránni
Móttøka
Magnus Gunnarsson
Myndir: Bárður Lydersen
Seinasta leygardag læt Reyni
Service upp ein nýggjum
stásiligan í Klaksvík.
Hátíðarløtan byrjaði kl. 14,
tá Monika Stauss Joensen og
Dánjal Eysturstein spældu,
síðan beyð Eivind av Reyni,
stjóri hjá Reyni Service, øll
um at vera vælkomin og
segði eitt sindur um nýggja
bygningin.
Borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn O. Jacobsen,
helt røðu og 17 sangara úr
Klaksvík sungu. Eisini sang
Leila av Reyni.
Eivind av Reyni segði m.a
at bygningurin ikki einans
til Toyota kundar, men
øll eru vælkomin at nýta
fasilitetirnar. Borgarstjórin,
Steinbjørn Jacobsen, fegn
aðist um at Reyni Service
hevur gjørt eina so stóra
íløgu í Klaksvík. Næstan
90 ára gamli klaksvíkingurin
Jógvan Gerðalíð helt eisini
røðu, hann m.a. greiddi á sín
sermerkta hátt frá um fyrstu
Toyota bilarnar í Klaksvík.
Nýggi bygningurin hjá
Reyni Service í Klaksvík
er 700 fermetrar til vídd
ar, og har er pláss fyri
fimm, seks bilum í fram
sýningarhølinum, ið eru
sera ljós og snotulig. Á
verkstaðnum er somuleiðis
pláss fyri eini seks bilum,
og verkstaðurin hevur alt
tað nýggjasta innan biltøkni,
sum krevst í dag fyri at kunna
klára allar mekaniskar og
tøkniligar uppgávur.
Í bygninginum í Klaksvík
verður eisini høvi at fáa bilin
»TidyCar« viðgjørdan, eins
og teir hava eitt stórt úrval
av nýggjum og brúktum bil
um.
Reyni Service í Klaksvík:
Stórfingin móttøka við sangi og rø
Eivind av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, heldur røðu
Leila av Reyni syngur
Borgarstjórin Steinbjørn O. Jacobsen heldur røðu
Nógv fólk vóru til
móttøkuna
17 sangarar í Klaksvík syngja