týsdagur 15. november 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Spurningurin er í
stuttum: Hvussu ber
tað til at framleiðslan
(bæði av vørum og
tænastum) veksur
skjótari í USA enn í
Europa?
Londonblaðið The
Economist viðger í
seinasta nummarið
ein spurning, sum
búskaparfrøðingar
hava havt ilt við at
svara uppá higartil.
Teoriirnar, sum eru
vanligar á flestøllim
universitetum, kunnu
ikki brúkast, og
politikkmakarar hava
tí eingi amboð
Búskaparteori,
tey fremstu og
næstfremstu
Rolf Guttesen
rg@geogr.ku.dk
Blaðgreinin er ein kritisk
viðger av vísindaligari
grein, á eingilskum kallað
Appropriate Growth Policy
( á føroyskum kanska:
nýtiligur vakstrarpolitikkur)
skrivað
av
tveimum
amerikanskum økonomum,
Philippe Aghion og Peter
Howitt. Tað, sum eg skrivi í
hesi grein, er bert ein roynd at
endurgeva høvuðsinnihaldi
og perspektivini, soleiðis
sum The Economist refererar
tað. Haraftrat kanska binda
eitt umfar aftrat um Føroyar
sum eitt ”aparte” land.
Eg hugsaði eisini, at hetta
lítla íkastið kundi verið
gangligt í orðaskiftinum
um Landsstýrisins ”Visión
2015”, sum hevur sum
endamál at gera ”Føroyar
í 2015 verða millum bestu
lond at virka og liva í”
Hvat siga tær vanligu
teoriirnar?
Tær vanligu teoriirnar
um búskapraligan vøkstur
kunnu brúkast til at forklára
hví rík lond eru rík, og
hví fátæk lond eru fátæk.
Men teoriirnar hava lítið
ella einki at siga um , hví
summi rík lond, sum til
dømis USA, hava skjótari
ella størri vøkstur enn
onnur rík lond, sum til dømis
mesta av Europa. Teoriirnar
siga heldur einki munagott
um, hvat ið hesir eftirbátar
skula gera fyri at seta ferðina
upp, og kanska kunna taka
oddafiskarnar aftur.
Greinin sigur, at í høvuðs
heitum eru tríggir bólkar av
teorium, sum leggja dentin
ymsastaðni.
• Kapital-akkumulatión.
Ein leggur dent á, at kapi
talakkumulatión (akku
mulatión: upphóping,
samansavning) er for
treyt fyri vøkstur í fram
leiðslu. Henda læran
kann kanska forklára,
hví
eysturasiatisku
londini fóru fram um
suðuramerikansku londini
í vøkstri í seinnu helvt av
farnu øld (1900talinum).
Men teoriin kann ikki
forklára hví Europa er
komið at liggja aftanfyri
USA, sum at kalla onga
uppsparing hevur.
• Góðar institutiónir.
Onnur leggur dent á,
at landið skal hava góð
ar og vælvirkandi sam
felagsligar institutiónir
ella stovnar í breiðari
merking. Eitt vælsmurt
og trimmað umsitingartól,
sum ikki er korrupt, og
har mannagongdirnar eru
klárar og einfaldar. Henda
teori kann í mongum føri
forklára gloppið ella
gjónna millum rík og
fátæk lond. Men ikki hví
tað er munur millum tey
hampuliga ríku londini
sínámillum.
• Innovatiónir
Ein triðja teori leggur
áherðslu á , at innovatión
er kraftin, sum setir
ferð á framleiðsluna.
Høvundarnir at nýggju
greinini, Aghion og Ho
witt, siga, at henda teori
higartil ikki hevur kunnað
forklárað, hvussu eftirbátar
kunnu taka teir fremru
aftur. Dømið er Europa,
sum í eini 30 ár aftaná
Annað Heimskríggj hevði
nógv skjótari vøkstur enn
USA, men so kom ein tíð
har vakstrarlagið stóð á
jøvnum, og seinast hevur
USA so lagt Europa aft
urum í so máta.
Tey fremstu og tey
næstfremstu
Í ritgerðini hjá Aghion og
Howitt er teknologisk fram
gongd á einum týðandi
plássi. Tankagongdin er í
hesum føri rættiliga einføld
Teir siga, at í einum givnum
landi kann vinnulívið antin
brúka bestu teknologiina
sum fæst, ella hon kann
brúka nakað, sum ikki er tað
mest framkomna. Her er tað,
at teir fara at skilja ímillum,
eisini hvat vinnulívspolitikki
viðvíkur.
• Tey mest framkomnu lond
ini, ella sum teir siga – tey
sum liggja á ”the cutting
edge” – hava fyri neyðini
at brúka innovatión, sum
motor til búskaparligan
framgongd.
• Tey, sum ikki eru við í
sjálvum oddabólkinum,
men liggja í kjalarvørrin
um, kunnu skapa fram
gongd og vøkst við at taka
upp framleiðsluhættir,
sum kanska ikki eru
tær mest teknologiskt
avanceraðu í verðini,
men sum tó eru betri og
effektivari enn tað, sum
higartil hevur verið brúkt
í framleiðsluni.
Henda einfalda niðurstøða
kann sigast at avmynda veru
leikan rættiliga væl. Tað
er ein munur innanhýsis
millum lond í tí bólkinum,
ið verða mett at vera rík,
vælstandandi og í góðari
framgongs.
Høvundarnir avleiða
so tvær konklusiónir
Konklusión A: Tað er mun
ur á teimum, sum liggja
allarfremst, og teimum
sum koma beint aftaná. Og
hetta er avgerandu fyri, hvør
vinnupolitikkur skal førast.
So, ikki er vist, at londini í
jagstrandi bólkinum, skulu
brúka sínar kreftir uppá
Kappingin millum USA og Europa,
Hvar liggja smálond sum Danmark?
og hvar liggja Føroyar?
Dollars fyri eina Euro
1. November 2004 - 14. November 2005
1,16
1,18
1,2
1,22
1,24
1,26
1,28
1,3
1,32
1,34
1,36
nov-04
dec-04
jan-05
feb-05
mar-05
apr-05
maj-05
jun-05
jul-05
aug-05
sep-05
okt-05
nov-05
Gongur kurvan upp, styrkist Euro: €
Gongur hon niður, styrkist Dollar: $
RG-2005; kelda ECB
Framvegis stórt hall á amerikanska handilsjavnanum
Vikan hevur ikki givið stórvegis broytingar í veksli-lutfallinum millum Dollar og Euro. Tó fór talið fríggjadagin í seinastu viku fyri fyrstu ferð niður um 1,17 og
endaði tann dagin á 1,1697. Inflatiónin í USA heldur fram, og nýggj tøl koma mikudagin. Oljuprísirnir hava generelt verið hækkandi, og hetta væntast at síggjast
aftur í einum almennum prísvøkstri. Men ofta hevur tað víst seg, at tøl, sum vera hildin at vera skaðilig ella negativ, ikki hava nakra serliga ávirkan á Dollaran í
løtuni. Eitt nú var handilsjavnin hjá USA negativur í september, størri hall enn væntað, men hetta trýsti ikki Dollarkursin.
22
Nr. 219 - 15. november 2005