Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-15, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sama máta sum oddaliðið. Tað er munur á hvat skal til, um oddaplássi skal haldast og konsoliderast, ella um jagstrandi liðið í næsta bólkinum skal kunna fylgja við, og kanska hava møguleika at taka oddaliðið aftur. Í hesum sambandi hevur útbúgving avgerandi týdn­ ing. Í londum, sum liggja nær ”the cutting edge” er framgongdin nær knýtt at einum super­høgum útbúgv­ ingarstøði. Men í næsta bólkinum, í jagstrandi bólk­ inum, hevur útbúgving eisini týdning, men her er tað eitt annað slag av útbúgving, sum krevst. Universitetsútbúgvingar hava her ikki avgerandi týdning, men grundskúlin og miðnámsskúlin hava lut­ fallsliga meiri at siga. Høvundarnir lýsa hetta við nøkrum dømum. • USA brúkar umleið 3% av framleiðsluni (GDP) til hægri útbúgving. ES brúkar bert 1,4%. • Meira enn ein triðingur av amerikanarum hava eina hægri útbúgving, í ES er hetta minni enn fjórðingur. Men europeisku londini hava so eina betri útbygda mið­ námsútbúgving (secondary school) enn USA. Hetta taka høvundarnir, Aghion og Howitt, sum ábending um, hvussu tað bar til hjá Europa at koma fyri seg aftaná kríggið, fáa skjótan vøkstur í langar periodur. Men ongantíð komu europeisku londini fram um USA á tí teknologiska økinum. Konklusión B: Flestu teoriir viðgera spurningin um kapital­akkumulatión, men ongar ella fáar við­ gera fyribrigdi kapital­oyði­ legging. Hetta er tó einki nýtt fyribrigdi, tí longu Marx skrivaði um ”Entwertung des Kapitals” fyri 150 árum síðani. Spurningurin snýr seg um, hvussu læt tað er hjá nýggjum framleiðarum og ídnaðargreinum at koma fram at og inn á marknaðin. Hetta kann antin henda á tann hátt, at gamlir leikarar vera útspældir og heilt nýggir sleppa framat. Ella tað kann eisini ske á tann hátt at gomlu spælararnir fáa sær ein hvøkk at teim nýggju, sum troðka seg fram; teir fáa sær modernaði framleiðslutól og vinna kampin á tann hátt. Her eigur hugtakið, sum er sera væl kent í føroyskum politikki, stuðulspolitikkur at koma inn. Ger slíkur poilitikkur í longdini meria skaða enn gagn? Hvar liggja Føroyar? Hetta, sum í stuttum er framlagt omanfyri, kann ikki beinleiðis brúkast uppá føroysk viðurskifti. Føroyar liggja á ongan hátt ella uppá nakran máta á ”the cutting edge,” hvørki teknologiskt ella í gransking ella út­ búgving. Og koma heldur ongantíð at liggja har! Men tað er áhugavert, at leiðandi búskaparfrøðingar skifta orð um munin millum tey fremstu og næstfremstu stóru búskaparøkini í heimi­ num, millum USA og ES. Tað kundi givið møguleika til umhugsan av støðuni hjá smáum, men lutfalsliga ríkum londum, sum liggja á fjórða, fimta ella sætta plássi í búskaparligum høpi. Í donskum strategi­ætl­ anum um framtíðina (hvørj­ um skulu vit liva av um 10 ár?) havi eg sæð fleiri ferðir, at Danmark skal taka støði í tí veruleika, sum ikki slepst undan, at landið er pinkalítið – og tí ”aparte” (víkir frá). Í Danmark búgva umleið 1% av íbúgvunum í ES. Tí skulu strategiirnar viðvíkjansi vøkstri, satsing, gransking og útbúgving byggja á at landið er ”aparte,” lítið og fyllir bert eina nisju. Er Danmark lítið og ”aparte” so er Føroyar upp aftur minni og enn meira aparte. Spurningurin er um nakrar búskaparligar teoriir yvirhøvur kunnu brúkast í Føroyum? Eg nevni hetta, tí ofta havi eg varhugan av, at politikkur á hesum øki, ofta bert er herming og avskriving, uttan atlit til at landið er burturav aparte. Ofta kennist tankagongdin aftur, sum liggur í kendu orðunum hjá konginum av Sachsen, tá hann sá ein jarnbreytartunnil í Einglandi: ”So ein Ding müssen wir auch haben” ”Minst helvtin av okkara ungdómi skal hava hægri útbúgving” segði Løgmaður í Ólavsøkufrá­greiðingini í ár. ”3% av BTÚ skal brúkast til gransking og menning”. Tað ljóðar gott, menn eingin hevur enn undirbygt, umm hetta er skilagott. Kanska skulu Føroyar, ”aparte” sum tær eru, ganga heilt aðrar leiðir? … Keldur: The Economist: Economic focus: Closing the gap. Oct. 29th 2005, p 86 Aghion & Howitt: Appropriate growth Policy, A unifying framework. <post.economics.harvard. edu/faculty/aghion/papers/ appropriate_growth.pdf> Løgmaður: Frágreiðing Løgmans á Ólavsøku 2005. Føroya Landsstýri Vinnusíðu­ kronikkin Ben Arabo (Vit prenta her sjónar­ miðið hjá Ben Arabo, sum varð varpað út í ÚF í seinasta vinnutátti) F lestu føroyingar nema sær í dag útbúgving í Danmark. Nøkur eru í øðrum Norðurlondum og so fer ein lítil prosentpartur aðrastaðnis at lesa. Hetta er óheppið fyri Føroyar. Ikki tí. Skandinaviskar utbúgvingar eru ivaleyst líka góðar sum útbúgvingar aðrastaðnis, men tað handlar ikki bara um lærdómin. Tá 9 útav 10 føroyingum, sum fara at lesa, fara til Danmarkar, so fylgir eitt danskt netverk og ein danskur máti at hugsa uppá við og ikki minst ein donsk uppfatan av hvussu ting skulu umsitast. Hetta er ikki ein kritikkur av hesum, men tað er umráðandi at vit eisini fáa netverk og íblástur úr øðrum londum. F øroyar eru so lítlar, at vit mugu tilpassa okkum til heimin, tí at eitt er vist, og tað er, at heimurin tilpassar seg ikki til okkum. T að er umráðandi, at vit fáa okkara unga fólk út í onnur lond at lesa, útyvir Danmark og Skandinavia. Hetta merkir ikki, at eingin skal fara til Danmarkar og Norðurlond í framtíðini, har er eitt gott søguligt samband og ikki hevði tað verið gott, um vit einki útbúgvingarligt tilknýti høvdu til okkara norðulendsku grannar. H ví fara ffleiri ikki út í heim í dag? Ein meinbogi kann verða, at man hevur favoriserað danskar útbúgvingar í nógv ár. Til dømis finnast sáttmálar við tað almenna, har normerað tíð hevur ávirkan á løn. Hvat er hetta fyri fjas? Hetta favoriserar lond við teimum minst intensivu lesiplanunum. Lat okkum koma burtur frá hesum, og síðustilla ein kandidat frá Roskilde ella Keypmannahavn við ein frá Oxford, Milano, Sorbonne ella Seattle. Gera vit ikki tað, so kunnu vit gloyma alt tos um at gerast meiri international í Føroyum. A t verða eitt lítið land verður ofta framført sum ein vansi, men tá tað kemur til almenna umsiting og hvussu vinnan fær karmar at virka undir, so er tað ein stórur fyrimunur. Trupulleikin er bert tann, at vit kopiera danska lóggávu so at siga kritikkleyst, uttan at hyggja eftir, um frakkin ikki er for stórur. Donsk lóggáva og donsk umsiting riggar ivaleyst frálíkt í Danmark og kunnu vit sikkurt læra nógv gott higani, men Føroyar eru ikki Danmark, og føroysk vinna er ikki donsk vinna, tí at skalain er ein heilt annar. Tá vit kopiera danska lóggávu og donsk umsitingarmodellir, so lóggeva vit okkum burtur úr øllum teimum fyrimunum, vit hava sum eitt lítið samfelag. V it hava for nógvar lógir og for torskildar lógir. Vit lóggeva sum eitt stórt samfelag við óavmarkaðari umsiting. Tað ber ikki til – hvørki samfelag ella vinna hevur ráð til tað. Vit eiga at foreinkla lógarverkið og uppfinna umsitingarskipanir, sum øll onnur lond øvunda okkum. Vit eiga at leiða og ikki elta. V it eiga sum mál at hava heisins mest effektivu skattaskipan, tí vit eru eitt av minstu londum við einum frálíkum elektroniskum infrastrukturi. U m vit hyggja uttanfyri donsku og skandinavisku bøgarðarnar eftir íblástri viðvíkjandi eina universalskattaskipan fyri øll - borgarar og vinnu - so kunnu vit til dømis hyggja at APT skattinum, sum amerikanski økonomiprofessarin Edgar L Feige úr University of Wisconsin í Madison, hevur skotið upp. APT stendur fyri Automated Payment Transaction. Skipanin gongur stutt og greitt út uppá, at betalari og móttakari av einari og hvørjari pengatransaktión automatiskt betala ein lítlan prosentpart í skatti – í USA roknar Feige við 0.3%, men viðgongur at hetta % eigur at verða hægri fyri europeisk lond við hægri almennum útreiðslum. Ein slík skipan vildi merkt, at óansæð um tað var løn, handilskeyp, keyp av rávøru, søla av liðugtvøru, útgjald av dividendu, keyp av partabrøvum, søla av einum banka o.s.fr. So skuldi hetta lága gjald automatiskt farið í skatti. Hetta er ein skattur av hvørjari transaktión og ikki av yvirskoti. Eingin sjálvuppgáva, eingin MVG uppgerð, so at siga eingin umsiting, tí skattinkrevjingin verður gjørd av einari maskinu í einum almennum kjallara. Utopi? Eg veit ikki, og problemið er, at tað ger heldur eingin annar, so leingi hetta ikki verður kannað. Riggar ein slík APT skattaskipan nakrastaðnis í verðini, so riggar hon í Føroyum. APT skattur og útbúgvingar Nr. 219 - 15. november 2005 23