týsdagur 15. november 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 219 - 15. november 2005
Fyrsta mai í ár vóru punkt
gjøldini á nógvum vanligum
ellutum avtikin. Sambært
handlunum er sølan økt
munandi, og landið fær tí
óivað líka nógva inntøku av
vanliga sølu mvg’num
Eftir at vinnan í nógv ár
hevur víst á, at punktgjøldini
avlagaðu marknaðin, vóru
avgjøldini á nógvum van
ligum ellutum avtikin
fyrsta mai í ár, skrivar Vinnu
húsið.
Har hava tey spurt seg fyri
hjá nøkrum av handlunum,
sum selja hesar vørur, og
ikki óvæntað er talan um
eina sólskinssøgu. Nú
punktgjaldið hvarv á lut
um sum sjónvarpum og
musikkanleggum er sølan
vaksin munandi. Onkur av
handlunum, sum hevur gjørt
støðuna upp, hevur fyrstu 10
mánaðirnar í ár selt yvir 50%
meir av hesum vørum enn
um somu tíð í fjør. Sjálvt um
ikki allir hava gjørt støðuna
neyvt upp, verður tosað um
ein stóran vøkstur í søluni.
Handlarnir vænta eisini, at
hetta serliga kemur at síggj
ast aftur í jólasøluni.
Grundin til at skiftandi
landsstýri hava verið ivasom
um at strika punktgjøldini,
er tann inntøka tey góðu
landinum. Men økta sølan
merkir, at landið ríkiliga fær
tað mista punktgjaldið inn
í øktum meirvirðisgjaldið.
Eisini liggur ein nógv størri
partur av keypinum hjá før
oyingum nú í Føroyum. Tað
gevur vinning til føroyskar
fyritøkur og merkir eisini,
at handlarnir hava betur ráð
til eitt stórt og dygdargott
úrval.
Stutt sagt eru øll vinnarar,
bæði landskassin, handlarnir
og brúkarin, staðfestir Vinnu
húsið.
Hetta átti at fingið
landsstýrismanninum
í
fíggjarmálum at taka punkt
gjøldini av á teimum vørum,
sum enn eru darvaðar av
punktgjaldi. Til dømis kann
nevnast, at ljósamatur enn
hava høga punktgjaldið.
Hetta merkir, at føroyingar
næstan alt árið eru inni undir
kunstigum ljósi av vánaligari
góðsku, tí dygdargóð ljós
amaturir heilt einfalt eru ov
dýr, heldur Vinnuhúsið.
Sølan øktist tá punktgjøldini hvurvu
Vinnuátak
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Sunnudagin kom eitt stórt
føroyskt ferðalag til høv
uðsstaðin í Letlandi, Riga.
Talan er um 16 umboð fyri
10 føroyskar vinnu og hand
ilsfyritøkur, sum saman við
Menningarstovuni eru farin
til Estands og Letlands at
kanna marknaðin har og
møguleikarnar fyri samstarvi
og samhandli.
Sosialurin skilur, at flestu
luttakandi fyritøkurnar lata
væl at. Ein serlig skrá er
gjørd fyri hvørja einstaka
fyritøku við áleið 4 fundum
um dagin.
Nógv verður koyrt runt
í Letlandi fyri at vitja fyri
tøkurnar og síggja teirra
umstøður. Lettiska fiskivinn
an er ikki so tekniskt fram
komin sum tann føroyska,
so góðir møguleikar eru fyri
samstarvi frætta vit. Í gjár
tosaðu nøkur av umboðunum
við ein reiðara, sum varð sera
fegin um Farrigaprojektið og
væntaði sær gott samstarv
við tey.
Mánadagin var eisini
fundur við ein av fremstu
vinnulívsmonnunum í Let
landi, Inarijs Voits. Hann
er stjóri fyri lettiska fiski
mannafelagið, stjóri fyri lett
iska ráfiskaseljarafelagið,
formaður í lettiska ráfiska
seljarafelagnum
(fram
leiðarar), nevndarlimur í
nevndini, sum býtir kvotur
út og reiðari við 2 skipum,
sum hava kvotu. At sami
maður er oddamaður fyri
bæði fiskimannafelagið
og ráfiskaseljarafelagið er
rættiliga áhugavert og eitt
dømi um, hvussu lettiska
samfelagið er sett saman.
Hesi bæði fyrstu feløgini eru
soleiðis skipað sambært lett
iska lóg fyri at tey skulu tosa
við einari rødd í Brussel.
Sum skilst verða føroy
ingarnir sera væl móttíknir
í Letlandi.
Vert er m.a. at merkja sær,
siga umboð fyri føroyska
ferðalagið, at tá tað um
korruptión viðvíkur, er Let
land á einum 58. plássi
(tað minst korrupta er nr.
1) á listanum yvir minst
korruptu lond í heiminum.
Estland er nr. 28, og tað eru
tey stolt av. Skandinavisku
londini liggja øll á top 10
fyri minstkorruptu lond í
heiminum.
Føroyingar væl móttiknir í Letlandi
Nøkur av føroyskum
umboðunum, Jaenet
Johannesen frá Atlanticon,
Steinbjørn í Dali frá
Menningarstovuni,
Guðrun Olsen frá Syntesa
og Áki Johansen frá
Menningarstovuni her saman
við Inarisj Voits, týðandi
vinnulívsmanni í Riga