Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-15, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. november 2005síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 15. november 2005 25 Nr. 219 • týsdagur • 15. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Rituvíkingurin Sonni L. Petersen skrivaði í gjárkvøldið undir ein eitt-ára sáttmála við barndómsfelagið NSÍ. Leikaraskifti Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nú er greitt, at toppskjúttin í fremstu fótbóltsdeildini í 2003, Sonni L. Petersen, komandi kappingarár aftur verður at síggja í gulu og svørtu strípunum hjá NSÍ, eftir at hann seinastu tvey árini hevur leikt við EB/ Streymi. Vandamikið álop Harvið kann staðfestast, at vespurnar hava tryggjað sær eitt sera vandamikið álopspar til komandi kappingarár. Umframt Sonna er landsliðsleikarin Christian Høgni Jacobsen eitt av álopsvápnunum hjá runavíkingunum, og harvið eru tað toppskjúttarnir í lands- kappingini tey bæði seinastu árini, ið skulu mynda NSÍ- álopið komandi kappingarár. Fyrsta árið á Mølini gjørdist Sonni sum áðurnevnt toppskjútti í landskappingini við 13 málum, men í júst farna kappingarári var úrtøkan ikki tann sama, tí tá gjørdust málini fimm í tali. Sambært heimasíðuni hjá NSÍ hevur Sonni L. Peter- sen hava fyrispurningar frá fleiri feløgum, men hann vildi helst spæla við barndómsfelagnum, har eisini beiggi hansara, Helgi L. Petersen, telist millum stuðulsleikararnar. Sonni aftur til NSÍ Sonni L. Petersen hevur verið ein góður spælari hjá EB/Streymi. Her hevur hann júst skorað móti B36 í Gundadali í summar. Nú er so greitt, at rituvíkingurin komandi kappingarár aftur fer at spæla við barndómsfelagnum NSÍ savnsmynd Valið var væntað og uppiborið, verður sagt í Frem, har teir kjósaðu ársins spælara leygardagin Útisetar Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Leygardagin varð Jón Rói Jacobsen kosin at vera besti spælarin í hesum árinum í Frem, sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Jón Rói hevur verið støðugur og álitisfullur, og tí var valið rættuliga upplagt, verður sagt í Frem. Síðani í summar hevur talan verið um nógvar út- skiftingar í Frem, har Jón Rói Jacobsen nú telist millum mest royndu spælararnar. Hinir báðir føroyingarnir í felagnum, Gunnar Nielsen og Jónas Þór Næs hava verið meiri á besta liðnum í heyst, enn teir áður hava verið. Jón Rói ársins spælari At Jón Rói Jacobsen hevur roynst væl í Frem er eingin loyna, og herfyri bleiv hann kosin ársins spælari í felagnum. savnsmynd Neistin og VÍF í annaðkvøld Ein dystur í Sunset-kappingini hjá kvinnum verður leiktur á Hálsi í annaðkvøld. Dysturin verður millum Neistan og VÍF. Neistin hevur fingið eina góða byrjan upp á kappingarárið og má metast sum favorittur undan dystinum, men vestmannakvinnur hava eisini bitið væl frá sær í ár. Dysturin verður leiktur klokkan hálvgum sjey mikukvøldið. tn Á eykaaðalfundi í Vágs Bóltfelag mánakvøldið var stórur meiriluti fyri at kanna møguleikarnar fyri framhaldandi sam- starvi við sumbingar, og nú er nýggjur eyka- aðalfundur lýstur at vera í VB nú hóskvøldið fótbóLtssamstarv Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað er nógv fundarvirksemi í Vágs Bóltfelag. Mánakvøldið var eykaaðalfundur, og nýggjur eykaaðalfundur er ásettur at vera hóskvøldið 17. november. Tá fáa limir- nir í VB høvi til enn eina ferð at taka støðu til, um VB skal samstarva ella ikki samstarva við Sumba um fótbóltsliðini. Í síðstu viku var stórur meiriluti í VB fyri, at samstarvið ikki skuldi halda fram. Greiður meiriluti fyri samstarvs- samráðingum Á skránni til eykaaðalfundin mánakvøldið var val av formanni í fótbóltsdeildini og so ymiskt. Fundar- luttakararnir vildu hava málið um samstarv við Sumba viðgjørt, og tí varð beinanvegin farið til ymiskt. VB heimasíðan - vb1905.fo - veit at siga, at tá varð uppskot um at taka upp samstarv við Sumba lisið upp, og eftir kjak varð atkvøtt um, um leiðslan í VB skuldi fáa heimild at fara undir samráðingar við Sumbiar Ítróttarfelag. Hesum tók eykaaðalfundurin undir við. 42 atkvøddu fyri samráðingum um samstarv, 12 atkvøddu ímóti, og ein atkvøða var blonk. VB formaðurin, John Henrik Holm, boðaði síðani frá, at leiðlsan í felagnum fer undir samráðingar við sumbingar beinanvegin, og at limirnir í VB á eykaaðalfundi hóskvøldið 17. november fara at fáa høvi at taka støðu til úrslitið av samráðingunum við sumbingar. Formaðurin í Sumbiar Ítróttarfelag, Rúni Lisberg, segði í 3-2 mánakvøldið, at sumbingar nú eru farnir undir at fyrireika seg til at luttaka einsamallir í fót- bóltskappingini næsta ár. Hann legði afturat, at teir í Sumba eru klárir at tosa um samstarv við VB, um vágbingar fóru at biðja um tað. Nú hava vágbingar gjørt av aftur at fara at samráðast við sumbingar um samstarv, og eftir øllum at døma ætla vágbingarnir, at samráðingarnar skulu vera loknar hóskvøldið kl. 21.00 , tá ið teir fara at hava enn eina eykaaðalfund. Á skránni fyri tann fundin verður 1) Samstarvið VB/Sumba, 2) Nevndarval og 3)Ymiskt. VB skal aftur samráðast við Sumba Enn er nakað tíðliga at siga, hvussu verður við framtíðar samstarvi millum VB og Sumba, men ein eykaaðalfundur í VB mánakvøldið samtykti, at samráðingar aftur skulu verða við sumbingar.