týsdagur 15. november 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 219 - 15. november 2005
Annar partur av
bókarøðini um Kaj er
komin, og høvundun
endar bókina við at
boða frá, at triðja
bind er væntandi
Ummæli
Edvard Joensen
Annað bind í bólkarøðini
hjá Jústinusi Eidesgaard
um Kaj Johannesen er
komið. Bókin minnir nógv
um ta fyrru, sum kom fyri
einum ári síðan. Nógv tøl
og nógvar myndir. Nakrir
avstingarar og kanska minni
parturin lýsing av sjálvum
høvuðspersóninum.
Triðja bindið er fráboðað,
og gongur tað við somu
ferð og nágreiniligheit sum
higartil, kann væntast, at
tey gerast nógv tilsamans.
Annað bind, sum er umleið
440 blaðsíður, fevnir um
tíðina frá 1939 til 1946, so
har er nógv eftir.
Skulu vit vera eitt sindur
statistisk, sum høvundanum
tykist dáma væl, og spæla
okkum við tankanum um
eina bók fyri hvørji 10 ár,
kunnu vit kanska rokna við
einum fýra, fimm bindum
afturat. Nú fáa vit at síggja, tí
høvundin hevur latið hanga
í luftini, at hann umhugsar
at skriva ævisøguna hjá J.F.
Kjølbro eisini.
Tað er umráðandi hjá Jústin
usi at staðfesta, at her er talan
um eina dokumenteraða
ævisøgu. Einki við leysum
endum, slatri og yrking.
Og dokumenterað er til
farið. Kanska í meira lagi
viðhvørt. Tað kann tykjast
heldur nógv av tí góða at
lesa at kalla hvørt einasta
telegramm, sum hevur ligið
í kjallaranum hjá Kjølbro
síðan seinna heimsbardaga.
Ikki tí. Her hevur Jústinus
avgjørt funnið ein skatt og
kanska eisini bjargað honum
frá at verða fyribeindur.
Og tað hevði verið ein van
lukka.
Nú er talan um ævisøguna
hjá einum trolaraskipara, og
tað fáa vit at vita frá fyrstu
síðu. Ógvuliga nágreiniliga
gjøgnumgongur høvundin
tær skipsdagbøkur, hann
hevur fingið innlit í, eins og
maskindagbøkurnar, ið eru
til skjals eisini nágreiniliga
verða endurgivnar. Ein rúgva
av telegrammum, sum send
eru millum skip og reiðarí,
eru endurgivin í bókini, eins
og okkurt, ið fær lesaran at
ivast í, um ta eigur at vera
har.
Mitt í eini frásøgn um
samskifti millum Kjølbro
og ein umboðsmann í Fleet
wood um fiskaprís hjá
Nærabergi kemur ein søga
um, at Tvøroyrar Bóltfelag,
TB, hevur sent telegram
til Kjølbro og vil sleppa
at leiga Pride, tí teir eftir
øllum at døma skulu til
Klaksvíkar at spæla fótbólt.
Kjølbro krevur ov nógv
afturfyri, og TB bakkar út.
Og so beinleiðis aftur til
Næraberg, sum nú er á veg
undan Íslandi til Aberdeen
við 4.000 kurvum.
Bókin er sum so kanska
meira søgan um gomlu
trolararnar, enn hon er ein
ævisøga hjá ávísum persóni.
Vit frætta meira um, hvussu
túrarnir gingu, hvar teir
vóru, hvussu veðrið var, og
hvussu maskinan skikkaði
sær, enn vit fáa at vita um
lyndi hjá manninum, skrivað
er um. Tað er, eins og høv
undin hevur funnið sær eina
“ case”, sum sagt verður á
fakmáli, og so fylgir honum
í hesi søguni um, hvussu
trolaramenninir livdu hesi
árini.
Treyðugt so. Lyndiseyð
kenni hjá Kaj koma týðuliga
fram. Hansara klettasterka
guðstrúgv fornoktar seg
ikki, tá hann noktar at taka
vápn umborð á Næraberg,
tí hann hevur tað álit á
Várharra, at Hann nokk skal
klára at verja teir. Og svarið
er greitt, og kanska fyri
onkran skelkandi. Men ein
sannroynd er, at tann 3. apríl
1941 fer Kaj Johannesen í
land av Nærabergi, sum
skuldi til Bretlands at selja.
Nú hann er farin í land í
feriu, taka teir, sum skulu
við skipinum, vápn umborð
at verja seg við. Hesi vápn,
sum skiparin annars helt vera
óneyðug. Men hann hevði jú
einki at siga nú, hann ikki
var við. Og eins og í Gamla
Testamenti, tá ísrelsmenn
gjørdust hástórir og vildu
klára seg uttan hjálp úr
erva, reiddist Várharra inn á
hesar fýrarnar, og Næraberg
varð bumbaður í sor og
sakk bert fáar tímar eftir,
at hann var farin vápnaður
úr Føroyum. Men Várharra
so líkt, var hann ikki meira
fornermaður, enn at hann lat
alla manningina koma aftur
íaftur.
Ræddur hevur Kaj ikki
verið, og ivaleyst hevur
hann kent sítt virði og vitað,
at sjálvt ikki Kjølbro gamli
tordi at gera honum nakað.
Tað vísir søgan um dalbing
in, sum Kjølbro koyrdi í
land av Skálabergi, tí hann
var javnaðarmaður og ikki
smæddist við at siga sína
hugsan við Kjølbro, sum
var fólkafloksmaður. Gamli
reiðarin toldi ikki hetta, og
sosialisturin varð avkoyrdur.
Tá hetta hendi, var Kaj ikki
skipari á Skálabergi. Tað
gekk honum nær, at ein
familjumaður varð avkoyrd
ur av slíkum ávum. Og
tá Kaj er komin umborð
aftur, er javnaðarmaðurin
úr Dali aftur at finna á
manningarlistanum, sum
Jústinus hevur funnið fram.
Jústinus hevur eisini eftir
kannað hesa søguna á rætta
stað og fingið hana váttaða.
Um lyndiseyðkenni hjá Kaj
skrivar hann soleiðis:
“ Kaj metti ikki ein mann
eftir politiskari áskoðan, og
tað vísti hann í verki við at
taka Sofus umborð aftur”.
Væl verður fylgt við Mort
ani Johannesen, pápa Kaj, í
bókini, eins og abbin, Hans
Pauli, varð nágreiniliga lýst
ur í fyrru bókini. Kanska er
Mortan fult so væl lýstur,
sum Kaj er, í hesi bókini.
Og so er tað trolarasøgan,
sum verður lýst. Í so máta er
bókin helst meira ein vinnu
søga enn ein ævisøga.
Høvundin nýtir høvi at
siga frá umhvørvinum,
føroyskir
trolaramenn
ferðaðust í, tá teir vóru
í Bretlandi og seldu fisk
undir seinna heimsbardaga.
Hann hevur sjálvur verið eitt
nú í Fleetwood, har bæði
Næraberg og Skálaberg vóru
væl kendir.
Ein túr rættiliga tíðliga í
tíðini var Kaj á Svalbard og
bunkraði við Skálabergi, og
við tí túrinum sum grund
arlagi er ein rímiliga rúmlig
ferðafrásøgn av Svalbard
í bókini. Ikki tað, at tað
ikki er áhugavert, men tað
tykir, sum hendan ferðin til
Svalbard líkasum er gjørd
í øðrum høpi og kanska er
kærkomin at seta inn her,
nú Skálaberg einaferð var
framvið.
Og so mitt í tí heila
stingur kúllurin seg upp
í høvundanum, tá hann í
skjalarúgvuni kemur fram á
pappír, sum vísa, at Næraberg
eisini hevur ført annað enn
fisk millum londini. Eitt nú
rúsdrekka til fólk av betra
slagnum í Klaksvík, sum
hann tekur til.
Síggi Jústinus fyri mær har
mitt í støvutu skjalarúgvuni.
Smálæandi og hoppandi í
sætinum. Toyggir seg afturá
við samanløgdum hondum
strektum móti loftinum.
Flennandi við síni hásu
rødd. “Handan má við”.
Og so kunngerð hann við
“navns nevnilisi”, hvussu
nógv øl sýslumaðurin og
læknin eiga við Nærabergi.
Aðrastani verður kunngjørt,
hvussu nógv whisky gamli
Kjølbro eigur. Og titltikna
kommisiónsforrætningin hjá
Húshamar verður so flættað
inn í hesa søguna.
Her verður dokumenterað,
og einki lagt burtur ímillum,
hevur Jústinus lovað okk
um.
Men hvussu so við vitj
anini kring havnarlagið
í Fleetwood? Har hevur
hann funnið útav, hvar
fittu konufólkini, sum vóru
blíðar við sjómenninar und
ir krígnum, hildu til og í
einstøkum førum eisini,
hvussu tær itu. Men at siga,
at føroyskir trolaramenn
eisini vitjaðu tær í “forrætn
ingsørindum”? Ert tú óður í
høvdinum?
Og aftur hómast speiska
smílið, vit kenna so væl.
He, he.
Í bókini eru nógvar mynd
ir. Bæði gamlar og yngri.
Nógvar úr týskum, enskum og
íslendskum søvnum. Slíkar,
sum hava við trolarasøgu
at gera. Og so ein rúgva úr
privata savninum hjá Pola
Johannesen. Áhugaverdar
myndir.
Eins og í fjør er ársins bók
um Kaj ógvuliga statistisk.
Soleiðis at skilja, at nógv
tøl eru í. Landingarvektir og
manningarpartar. Seinast í
bókini er eitt 60 síðu langt
yvirlit yvir inntøkur hjá
klaksvíkingum og fólki,
ið var í vinnu hjá Kjølbro
krígsárini. Kann vera, at
onkur heldur tað vera áhuga
vert.
Í mun til í fjør er minni
av endurtøkum, men eg fýl
ist tó á, at ov nógvar bein
leiðis stavivillur og løgnar
máliskur eru í bókini. Haldi,
at rættlesturin átti at kunnað
steðgað hesum, áðrenn prent
að varð.
Bókin “Tann tjúkka
í bókarúgvuni” táttar í
hálvtfimtahundrað síður
og fæst fyri kr. 399, í bóka
handlunum. Tó ber til at
bíleggja hana beinleiðis frá
forlagnum Hellunum fyri ein
fimmtikrónuseðil minni.
Kaj 2 ein trolarasøga
Jústinus Eidesgaard, rithøvundur, hevur nú skrivað út við 1.000
síður um skiparan Kaj Johannesen. Fyrra bindið kom í fjør,
seinna bindið kom út nú, og í bókini boðar høvudnin frá, at
triðja bindið er væntandi
Mynd: Eirikur Lindenskov
»Tann tjúkka bókin í bókarúgvuni« táttar
í hálvtfimtahundrað síður
Tá bókin varð framløgd í
Miðlahúsinum herfyri, sang
Dupultkvartettin í
Ebenezer
Mynd: Eirikur Lindenskov