týsdagur 15. november 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 15. november 2005
27
Heimarøkting og
Serforsorgin hava
gjørt avtalu við
Ásu Egholm, cand.
pæd.psyk, um at
hava eftirlit við
føroyingum, sum eru
á stovni í Danmark
SERFORSORG
Eirikur Lindenskov
Heimarøktin og Serforsorgin
hava gjørt avtalu við Ásu
Egholm,
Cand.
Pæd.
Psyk, um vegna føroysku
myndugleikarnar at hava
eftirlit við føroyingum, sum
eru á stovni í Danmark.
Talan er um 25 vaksnar
føroyingar við serligum
tørvi, sum búgva á stovni
í Danmark. Hetta eru fólk
í aldrinum 30-75 ár, og tey
flestu hava búð meginpartin
av lívinum í Danmark.
Ása
Egholm
skal
hava eftirlit við heesum
virkseminum í Danmark, og
snýr avtalan um snýr seg um
eftirlit við tilboðunum, sum
hesir brúkarar við serligum
tørvi fáa í Danmark. Eisini
fevnir avtalan um eftirlit
við teimum útreiðslum,
landskassin hevur í hesum
sambandi.
Tað hevur leingi verið ynski
um at fáa meira gjøgnumskygni
í samstarvinum við donsku
myndugleikarnar á hesum
øki, men trupult hevur verið
at funnið rætta serfrøðingin
til uppgávuna, sigur Mary J.
í Garði, stjóri á Heimarøktini
og Serforsorgini.
Heimarøktin og Ser-
forsorgin er tí sera fegin
um at hava fingið hesa
avtaluna í lag. Ása Egholm
er serfrøðingur innan ser-
stovnaøkið. Hon er føroysk
og starvast innan danska
almannaøkið.
Uttan iva kemur avtalan
at verða til gagns bæði
fyri føroysku brúkararnar
í Danmark og føroysku
myndugleikararnar, sigur
Mary J. í Garði.
Eftirlit við føroyingum
á stovni í Danmark
Kalendari: Aftur í ár hevur
Kirkjuliga Missiónsfelagið
givið út árskalendara sín.
Umframt teir vanligu
upplýsingarnar um m.a.
dagin, mánaðin og mánan
er eisini prædikutekstirnir til
teir ávísu sunnudagarnar og
halgidagarnar. Eitt skriftstað
til hvønn gerandisdag
í árinum er eisini á
kalendarinum.
Avlopið av søluni fer
til arbeiðið hjá Kirkjuliga
Missiónsfelagnum. Tað er
Egil Joensen í Klaksvík
sum hevur lagt kalendaran
til rættis.
sb.
Reint drekkivatn
til árnfirðingar
Árnafjørður: Nýggja
vatnreinsiverkið
í
Árnafirði hevur nú koyrt
í næstan tveir mánaðir,
og royndirnar vísa, at
drekkivatnsgóðskan er í
lagi, skrivar heimasíðan
hjá Klaksvíkar kommunu.
Kanningarnar
hjá
Heilsufrøðiligu Starvs-
stovuni vísa, at bæði tey
kemisku og tey mikro-
biologisku úrslitini lúka
krøvini, sum sett eru fyri
drekkivatn. Út frá hesum
kunnu tí allir íbúgvar og
virkir í Árnafirði brúka
drekkivatnið beinleiðis úr
krananum.
Fyri at eftirkanna og tryggja
framhaldandi nóg góða
vatngóðsku, ætlar Klaksvíkar
Kommuna framyvir at gera
reglu-ligar kanningar av
drekkivatninum.
sb.
Breitt samstarv um
barnavernd
Sundalagið:
Sunda
Kommuna
hevur
nú
gjørt avtalu við tríggjar
kommunur í Norðoyggjum
um barnaverndarøkið.
Frammanundan
eru
Sunda og Eiðis Kommuna
gingnar saman um barna-
verndarøkið, og við trimum
kommunum í Norðoyggjum
verður talan um eitt øki við
íalt 3500 íbúgvum.
Viðareiðis, Hvannasunds
og
Húsa
Kommuna
hava nevniliga allar søkt
um at gerast partur av
barnaverndarøkinum, ið
Sunda og Eiðis Kommuna
eru gingnar saman um, og
longu hava gjørt avtalu um.
Umsóknin frá teimum
trimum kommununum
var til viðgerðar á bygda-
ráðsfundum í Sunda og
Eiðis Kommunu í gjár-
kvøldið, og varð uppskotið
einmælt samtykt í Sunda
kommunu.
sb.
Sunda kommuna hevur nú fingið tríggjar kommunur aftrat
sær til barnaverndarsamstarvið
Árskalendari fyri
missiónsarbeiði
Drekkivatnið í Árnafirði er reint, staðfesta kanningar hjá
Klaksvíkar kommunu
Deildin hjá
Føroya Banka í
Klaksvík kann í dag
hátíðarhalda sín 50
ára stovningardag. Í
hesum sambandið er
móttøka frá kl: 15 - 18
FøðinGaRdaGuR
Barbara Tausen
Lena R. Guttesen
Í dag 15. november er ein
merkisdagur í Klaksvík.
Føroya Banki í Klaksvík
heldur í dag 50 ára stovn-
ingardag. Hendan dagin
lat umframt Føroya banki
eisini Sjóvinnubankin upp
í Klaksvík undir navninum
Norðoya Banki. Fyrsti
stjórin í Føroya Banka var
Pauli Gaard Hansen.
Norðlýsið
skrivar
í
1955: „Sum kunnugt bygdi
Sjóvinnubankin beint eftir
kríggið stór bankahús í
Klaksvík, men áðrenn tey
vóru liðug kom krakkið
og harvið steðgurin í her
norðuri.
Tað hevur leingi verið
tørvur á at havt banka í hesi
stóru vinnubygdini, og er
tað ein góður lætti, og eitt
framstig fyri vinnulívsmenn
í bygdini, at teir hava bankar
við hondina og sleppa undan
at fara til Havnar, hvørja ferð
tað er neyðugt at samráðast
við bankarnar“.
Í næstan 40 vóru tveir
bankar í Klaksvík, til Føroya
Banki og Sjóvinnubankin
løgdu saman í 1993.
Í dag ber bankin í Klaksvík
navnið Føroya Banki, og
er Hans Peter Clementsen
stjóri í bankanum.
Føroya Banki 50
ár í Klaksvík
.Avgreiðtslan hjá Norðoya
Banka í Klaksvík, Maðurin,
ið situr við kassan, er Ísak
Mikladal. Myndin er tikin
einaferð í 80-inum
Norðoya Banki helt til í hesum bygninginum í Klaksvík