mikudagur 16. november 2005síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 220 - 16. november 2005
Útróðrarmenn og
aðrar brúkarar av
NMT-skipanini nýtast
ikki at stúra fyri
samskiftinum. Føroya
Tele hevur avgjørt, at
NMT-skipanin verður
verandi eina tíð aftrat,
hóast trupult er at
útvega eykalutir og
ráðgeving.
Útróður
Snorri Brend
Samskifti: - Nei, hvat sigur
tú? Er tað sannheit? Hatta
vóru góð tíðindi hjá okkum
útróðrarmonnum at hoyra!
Fyrrapartin í gjár var
útróðrarmaðurin Mortan
Johannesen í Havn rættiliga
harmur og undrandi, tá talan
var um NMT-skipanina.
Hetta gav hann eisini týðiliga
úttrykk fyri í Sosialinum í
gjár.
Gekst soleiðis sum Føroya
Tele hevði ætlað, so skuldi
henda skipanin niðurleggjast
á nýggjárinum. Og fyri
útróðrarmenn var hetta
eitt rættiliga stórt bakkast
í møguleikanum at kunna
samskifta við land og við
aðrar bátar.
Í hesum samskiftinum lá
eisini tann neyðugi møgu
leikin hjá útróðrarmonnum
at kunna fáa tey nýggjastu
veðurtíðindini umvegis tele
fonina frá Veðurstøðini í
Havn.
Seinnapartin í gjár frættust
kortini tey tíðindini, at Før
oya Tele hevði broytt ætlan:
NMT-skipanin verður ikki
niðurløgd við ársskiftið,
men fyrst, tá komið er nakað
út í komandi ár.
Fyri Mortan og aðrar
útróðrarmenn vóru hetta
góð tíðindi. Hóast GSM-
skipanin røkkur langt, so er
NMT-skipanin kortini hon,
sum roynist einabest, og sum
teir føla seg bestar við.
- Jú, hatta var gott at hoyra,
sigur hann.
Gomul skipan
Richard Mortensen, stjóri
í FT Samskifti sigur við
Sosialin, at orsøkin til ætl
anina at niðurleggja NMT
er rættiliga einføld:
Tað vísir seg eisini at
vera rættiliga trupult at
fáa bæði eykalutir og
ráðgeving í tekniskum
spurningum til NMT-
skipanina.
Hetta hava tey longu sæð
í grannalondum okkara,
og er henda skipanin tí
longu niðurløgd bæði
í Danmark, Svøríki og
Noregi fyri tíð síðani.
Enn er henda skipanin
so virkin í Føroyum, men
ikki so øgiliga leingi
aftrat.
Stjórin í FT Samskifti
upplýsir, at ætlanin er
at NMT-skipanin skal
virka eisini eftir nýggjár
og nakrar mánaðir inn í
nýggja árið. Samstundis
við hetta verður arbeitt við
at víðka um útbreiðsluøkið
av GSM-netinum.
Støðan í dag er hon, at
GSM røkkur millum 70
og 90 kilometrar úr landi,
onkustaðni upp í 120. NMT
røkkur 80 til 100 km., og
VHF einar 110 km. úr
landi.
Víðka útbreiðsluøkið
Tíðliga í ár kunnaði nevniliga
Føroya Tele allar kundar sín
ar um hesar ætlanirnar.
Sagt varð í hesum skrivin
um, at fyritøkan arbeiddi við
at víðka um útbreiðsluøkið
av GSM á havøkjunum kring
oyggjarnar.
Víst varð á, at tríggjar
støðir vóru settar upp: Á
Klubbanum í Fugloy, á
Knúki í Mykinesi og á Spáa
felli í Suðuroynni.
Hesar støðir røkka út
á 43 og 54 fjórðingar úr
landi. Samstundis er tað
ein sannroynd, at góðskan
á samrøðunum er munandi
betri við GSM enn við
NMT.
Í skrivinum varð eisini sagt,
at vanligar GSM-telefonir
kunnu nýtast longri út enn
áður. Hinvegin kundi verða
neyðugt við eykaútgerð
nærhendis markinum fyri
útbreiðsluna av skipanini.
Richard Mortensen vísir
á, at tað serliga er á ávísum
støðum heilt inni við land at
GSM-skipanin ikki hoyrist
so væl.
- Men hetta er eisini ein
partur av tí arbeiðinum, sum
vit nú eru í ferð við at gera,
sigur hann.
Nú er so varið givið til
áheitanina á hesi síðuni!
Hækka skattin við 1 %
NMT steðgar ikki
við ársskiftið
Kári fegnast
Tað var annars tingmaðurin, Kári P. Højgaard sum á
sinni tók hetta málið upp í løgtinginum.
Í mars mánaði ? t.v.s. um somu tíð sum tíðindini
um niðurleggingina av NMT bórust ? hevði hann ein
munnligan fyrispurning viðvíkjandi NMT 450.
- Tað vísti seg tá, at her var lítið og einki at gera. NMT
mátti niðurleggjast á nýggjárinum.
- Men at ein nú hevur útsett hetta, samstundis sum ein
arbeiðir við at betra um GSM-skipanina, tað gleðir meg
nógv, sigur Kári P. Højgaard í stuttari viðmerking.
Hann hevur annars sett sær fyri at heita á fiski
málaráðharran, Bjørn Kalsø um at varðveita NMT,
til GSM-skipanin verður fult útbygd og kann hoyrast
allastaðni.
Útbreiðslukort yvir GSM-
skipanina kring landið. Tey
gráu økini vísa útbreiðsluna
av vanligum GSM, meðan
grøna økið vísir útbreiðsluna
av langtrøkkandi GSM
(Mynd: Føroya Tele)
Vestmenningar fara
næsta ár at gjalda 1 %
meiri í skatti. Ein av
orsøkunum eru tær
øktu uppgávurnar,
sum kommunan
hevur fingið álagt
Skattur
Snorri Brend
Vestmanna: Á bygdaráðs
fundi í Vestmanna í farnu
viku var fíggjarætlanin fyri
2006 til viðgerð á fyrsta
sinni.
Í hesi viðgerðini varð
samtykt eitt uppskot frá
fíggjarnevndini um at ver
andi skattaprosent uppá 21
skal hækka komandi ár upp
í 22.
- Landið hevur lagt
fleiri uppgávur út á
kommunurnar. Skulu vit
hava ráð at gjalda fyri hesar,
og samstundis hava pening
til íløgur, so var neyðugt við
hesi hækkingini.
- Vit ynskja bara at
binda um heilan fingur,
sigur Karl A. Olsen, bygda
ráðsformaður við Sosialin.
Ein partur av hesum øktu
útreiðslunum eru øktar
útreiðslur til umsitingina,
eins og Sambýlið í bygdini
fer at kosta kommununi
560.000 kr. í komandi ári.
Fíggjarætlanin
fyri
Vestmanna kommunu er
ikki endaliga samtykt enn.
2. viðgerð av hesi verður
komandi týsdag.
Tað er kortini greitt,
at skattaprosentið fer at
hækka.
Og tað sama fer eisini
foreldragjaldið fyri at hava
børn síni í dagstovninum.
Tað hevur verið 1500 kr.,
men verður komandi ár
hækkað upp í 1600 kr. um
mánaðin.
Mortan Johannesen kann nú nýta NMT-skipanina eina tíð aftrat - nakað væl út í komandi ár, samstundis sum fólk frá Føroya
Tele arbeiða við at betra um GSM-netið
Mynd: Jens Kr. Vang