mikudagur 16. november 2005síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 16. november 2005
3
Flutningsfyritøkan
Smyril Blue Water,
sum flytir frakt við
Norrønu, er nú eisini
farið undir luftfrakt.
Stjórin í Smyril Blue
Water, Heðin Joensen,
sigur, at fyritøkan
við hesum átakinum
roynir at fáa sær enn
eitt bein at standa á
Flutningur
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kappingin á føroyska
flutningsmarknaðinum er
stór, og ikki minst innan
flutning luftvegis er hørð
kapping. Nú hevur so enn
ein fyritøka lagt seg út í hesa
kapping. Smyril Blue Water
fór í farna mánað undir at
bjóða seg fram at taka sær
av luftfrakt.
Kundarnir krevja
fjølbroytni
Higartil er so at siga allur
flutningur, sum Smyril Blue
Water hevur tikið sær av,
fluttur við Norrønu, men
nú hevur fyritøkan so lagt
eftir at gera seg galdandi á
luftfraktsmarknaðinum.
Heðin Joensen sigur, at
um tú skalt gera teg gald
andi, so er alneyðugt, at tú
hevur eitt fjølbroytt úrval
av flutningsloysnum, ið tú
kanst veita tínum kundum.
- Tað er Blue Water, sum
er primus motor í hesum
ætlanum. Teir eru longu
etableraðir innan luftfrakt,
men hava higartil brúkt
aðrar føroyskar veitarar til
endamálið, tí vit ikki hava
fingist við hetta øki, sigur
stjórin í Smyril Blue Water.
- Vit fara tó ikki at satsa 100
prosent upp á luftfraktina, tí
tað er ikki tað, sum vit skulu
liva av. Heldur vil eg siga,
at vit við hesum fáa enn eitt
bein at standa á, sigur Heðin
Joensen.
Í sambandi við átakið fer
Smyril Blue Water at bjóða
viðskiftafólkunum fleiri
ymiskar møguleikar innan
luftfrakt.
Ein loysn verður nevnd
Faroe Pack, og er her talan
um eina loysn, har prísurin
hevur størri týdning enn
flutningstíðin. Somuleiðis
verður bjóðað vanlig luft
frakt, sum er eitt sindur
dýrari enn Faroe Pack, og
har kundin fegin vil tryggja
sær, at pakkin kemur fram
innan eina ávísa tíð.
Dýrasta loysnin nevnist
Atlantic Priority, og tá fær
pakkin hægsta prioritet,
soleiðis at flutningstíðin
verður so stutt sum gjørligt,
greiðir Heðin Joensen frá.
Fleiri goymslur
í Danmark
At Smyril Blue Water er í
tøttum samstarvi við Blue
Water í Danmark gevur eis
ini fyritøkuni fleiri møgu
leikar enn fleiri av kapp
ingarneytunum hjá teimum.
Higartil hevur Smyril Blue
Water havt trý goymslustøð
í Danmark, men í sambandi
við nýggja átakið er avtala
gjørd, soleiðis at Smyril
Blue Water nú hevur níggju
goymslustøð kring alt Dan
mark.
Smyril Blue Water hevur
eisini gjørt seg út til at bjóða
av á luftfraktsmarknaðinum,
og eitt fólk er sett til burturav
at taka sær av hesum. Har
afturat hevur fyritøkan keypt
ein vøruvogn, ið skal nýtast
til at flyta góðsið til og frá
flogvøllinum, sigur Heðin
Joensen.
Enn hevur Smyril Blue
Water ikki gjørt tað stóra
við at gera vart við seg sum
veitara innan luftfrakt, men
Heðin Joensen sigur, at í
næstum fer fyritøkan undir
at gera eitt marknaðarátak,
soleiðis at møguligir kundar
vita, hvat fyritøkan kann
bjóða teimum og til hvønn
prís.
Smyril Blue Water fær veingir
Heðin Joensen, stjóri í Smyril
Blue Water, sigur, at fyritøkan
bjóðar seg fram innan
luftfrakt fyri at fáa enn eitt
bein at standa á.
Mynd: Jens Kr. Vang