mikudagur 16. november 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 220 - 16. november 2005
Næstsíðsta leygadag
var seyðasýning í
Skálavík, har menn
úr eysturbygdunum
og øðrum bygdum
við komu saman at
sýna fram seyð og til
hugnaliga samveru
SEYÐASÝNING
Aftur í ár var seyðasýning
í Skálavík. Hetta er fjórða
árið, at sýning er í bygdini,
og munnu tað verða umstøð
urnar, ið gera tað, at hon er
her á hvørjum ári, heldur
Palli Dalsgaard í Skálavík.
Hann greiðir frá, at tað
er ein stuttleiki at síggja,
hvussu væl menn ganga upp
í hetta tiltakið.
Lítið man vera at ivast í, at
fyri seyðabrúkið er hetta ein
stórur bati. Men tað er ikki
einans seyðurin, ið hevur
fyrimunin av hesum tiltaki,
heldur Palli Dalsgaard.
Tað sosiala í hesum hevur
eisini sín stóra týdning.
Menn koma saman úr øll
um eysturbygdunum, og
øðrum bygdum við. Menn,
ið annars lítið og einki hava
við hvønn annan at gera í tí
dagliga hittast og kunnu tosa
saman um mangt og hvat.
Men tað er ikki einans um
seyð, tosað verður, nei, tað
er so eiðasørt, greiðir Palli
Dalsgaard frá.
Mong ymisk mál eru uppi
og venda ta tíðina, seyða
sýningin varir.
‒ Eg havi nevnt tað fyrr.
Tað er tann ungi bóndin
her í bygdinin, Eynar
Martin Kjærbo, ið er upp
havsmaðurin til hetta til
takið. Hann gongur upp í
tað við lív og sál ‒ og hevur
fingið fleiri at taka undir ivð
sær.
Teir, sum stíla fyri og
sýnsmenninir eiga tøkk
uppiborna fyri sítt arbeiði.
Aftaná, tá liðugt var, var mat
ur at fáa á Keldu fyri øll. Tær
kvinnurnar, ið har hava gjørt
eitt sórt arbeiði, eiga eisini
eina stóra tøkk uppiborna.
Kvinnan setur sín sermerkta
dám á alt tað, maðurin tekst
við, heldur Palli Dalsgaard.
Á Keldu vóru steypini hand
að teimum, sum høvdu bestu
seyðirnar.
Vit fingu nógv og gott at
eta, sungu nakrar sangir. Tá
var tíð til frið at venda, ein
langur og hugnaligur dagur
var at enda komin, greiðir
Palli Dalsgaard frá.
Fjórða árið við seyðasýning í Skálavík
Bíleggingarseðil
Undirritaði ynskir at fáa annað bindið, “Kaj 2
– ein dokumentarisk ævisøga” sendandi við
postinum útgávudagin, sum verður seinnu helvt
av oktober. Bókin er 440 síður og kostar 399,- kr.
í sølubúðunum. Til ber at keypa bæði bindini
gjøgnum hendan bíleggingarseðil beinleiðis frá for-
lagnum fyri 349 krónur hvørt, tá er postgjald íroknað.
Forlagið Hellurnar
v/Jústinus Leivsson Eidesgaard
Ovaragøta 1, 188 Hoyvík.
Tel. 322800 ella 223143
Teldupostur: justinus@post.olivant.fo
www.hellurnar.com
Verður sent
ópostað
(móttakarin
rindar
postgjaldið)
330
Undirskrift
Eg bíleggi:
KAJ
stk.
KAJ2
stk.
Navn:
Bústaður:
Postnummar:
Bygd/býur:
fyrsta bind
annað bind
Eitt kríggi Er millum hEsar báðar myndirnar
av skiparanum Kaj, og tað er hetta kríggj, seinni heims-
bardagi, annað bindið í ævisøguni um Kaj snýr seg. Seinni
heimsbardagi var eisini ein gulltíð fyri teir sum sluppu
at sigla. Hvussu nógv fortjentu teir? Eitt yvirlit er aftast í
bókini yvir inntøkurnar hjá hvørjum einstøkum manni,
sum sigldi hjá Kjølbro, enntá túr fyri túr undir krígnum.
Bíleggjast kann eisini beinleiðis gjøgnum
heimasíðuna www.hellurnar.com.
Hesir báðir vóru til seyðasýningina ár 2002. Teir síggja út til
at hava annða at tosa um enn seyð. Tað er kanska einki at siga
til, báðir hava siglt sum yvir menn heila sítt lív. Teir eru: Hans
Martin Viderø úr Húsavík og Magnus Zachariasen av Sandi
Sýnsmenninir vóru fýra í tali. Teir eru frá vinstru: Olaf í Garði, Poul Samuelsen, Eddie joensen og Dávur Emil Hansen. Fimti
maðurin á myndini eru Eynar Martin Kjærbo, hann er ikki sýnsmaður