Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 220 - 16. november 2005 Á heimasíðuni hjá G!Music verður sagt frá, at danin Michael Callesen, sum umboðar SPOT festivalin í Århus, Bogi á Lakj­uni fyrrverandi gittar­ leikari í Clickhaze og 200 oddamaðurni Niels Arge Galán verða dómarar í GBOB kappingini GBOB Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo G! Music hevur fyrr kunn­ gjørt at Danin Jeppe Niss­ enog norrmaðurin Kristoffer Kinden Endresen fara at døma GBOB, men nú er al­mannakunngjørt at triðji og seinsti útlendski dómarin er Michael Call esen, ið kem­ur sum umboð fyri SPOT festivalin í Århus. SPOT verður mettur, sum ein av mest týðandi sýn­is­ gluggunum fyri nýggjar norðurlendskar bólkar. Michael hevur umframt ar­beiðið við Spot, m.a. verið hugskotsmaður aftanfyri Calcutta Festivalin í Århus, eins og hann hevur verið for­maður fyri landsfelagið Fajabefa, ið er landsfevnandi felagskapur í Danmark, við áleið sama endamáli og virkis­økjum sum Grót. Michael hevur verið stjórn­ arlimur í Husets Musikteater/ VoxHall í Århus, eins og hann nú er limir í stjórnini fyri venjingarfelagið MONO. Michael er lim­ur í Århus Amts Musik­ud­ valg og arbeiðir dag­liga innan fyri danska rokk­tón­ leikafelagskapin ROSA við at seta nýggjar verkætlanir í gongd. Tveir føroyingar Umframt teir tríggjar út­lendsku dómararnar, verða tveir føroyingar mill um dóm­ ararnar, soleiðis at tað vera tilsamans 5 dómarar, sum gera av hvør ferð víðari til London at kappast um teir 100.000 doll ararnar. Hesir verða Bogi á Lakjuni og Niels Arge Galán. Nógvar royndir Bogi á Lakjuni er úr Fugla­ firði. Hann er sambært heima­síðuni hjá G!Music meira musikalskur enn tey flestu og hevur framúr sans fyri melodium, hvat ljóðar væl og hvat riggar saman tónleikaliga. Bogi hevur m.a. vunnið Prix Føroyar kapp­ingina í 2001 Bogi hevur drúgvar og fjøl­broyttar royndir á før­ oyska tónleikapall inum, er av tónleikaraætt og hevur fingið tónleik í blóðið heilt frá barnsbeini av. Bogi sang og spældi í mong ár við í Siloakórinum í Fuglafirði og hevur ann­ ars klimprast, murrað, spælt og skapt tónleik síð­­an smádreingjaárini. Bogi er kanska mest kend­ ur sum framúr góði solo­ guitarleikarin í Click­haze, hjá Knút H. Eysturstein og í bólkinum hjá Petur Pólsyni. Bogi spældi í sínari tíð bass grungerokkbólkinum Visible Fish, og her eins og í Clickhaze átti Bogi sín stóra part í lagaskrivingini. Bogi hevur eisini verið úti um seg á stórum pall um í Norðurlondum og hevur m.a. spælt fyri stórari fjøld Roskildefestivalunum. Nýggjasta avrik hansara er at standa fyri framleiðsluni av nýggju og væl fagnaðu fløguni hjá Petur Pólsyni. Oddamaður í Føroya størsta rokkbólki Seinasti dómarin, havn­ar­ maðurin Niels Arge Galán er oddamaður, sangari og spælir gittar í Føroya størsta rokkbólki, 200. Umframt at verða tón­leik­ ari, er Niels Art Director ell a listarligur leiðari á Reproz. Niels hevur sjáldsama góða fatan av konseptum og eyga fyri hvat er cool, sum bólkurin 200 jú eisini er eitt talandi dømi um. Niels hevur spælt rokktónleik í nógvum bólkum, sum Obli­ vion, Betrayer, Mold og MC Hár. men hann hevur eis­ini roynt seg innan bæði jass og fólkatónleik í bólkum sum Shalder Geo og Spælimonnunum. Umframt gittaran er Niels dugnaligur á bæði mandolin og munnharmoniku, og so var hann bassleikari og slóð­brótari í Føroya fyrsta ruskmálmsbólki Oblivion. Nýggjasta útgávan hjá 200 er vorðin ein nýklassikkari í Føroyum og konsertin hjá 200 á G! í ár verður mett sum ein varði í føroyskari rocksøgu. 200 hava fyri stutt­ um síðani verið í Íslandi, har teir m.a. spældu á víða­ gitna Iceland Airwaves festi­ valinum. Michael, Bogi og Niels døma í GBOB 200 í SvF í kvøld Fyrr í ár spældu 200 og Lama Sea eina frá­líka kon­ sert í Gamla Meia­rínum, sjónvarpið var á staðnum og tók kon­sertina upp, fyri nøkrum vikum síðan var konsertin við Lama Sea send, og í kvøld verður tað so 200. Kl. 23.05 fer Føroya best umtókti rokkbólkur at buldra út í føroysku stovurnar, tað verður sum altíð harður kontantur punkrokkur við eini ferð á 200 km/t, 200 desibel hart og við 200% hjarta. Tað kann vera stoytandi, tað er argandi og ofta sera politiskt, men altíð stuttligt. nud Telduskipanin verður løgd um, og tí verður dagliga arbeiðið á savninum órógvað komandi mánaðin bókasavn Jákup Mørk Býar- og skúlabókasøvnini í Tórshavnar Komnmunu fáa í næstum nýggjar EDV-skipanir. Meðan hes­ar verða settar í verk, verður dagliga arbeiðið á søvnunum órógvað. Í høvuðsheitum merkir hetta, at nakrar av van­ ligu funktiónunum í telduskipanini ikki rigga full gott komandi mánaðin. Tey, sum hava bílagt bøkur, fáa ikki boð um, at tær eru komnar, fyrr enn nýggja skipanin er farin at virka. Upplýsingar um eintøk, sum standa í grunninum, eru ikki eftirfarandi. Nakrar av bókunum, sum standa at vera tøkar, eru kortini ikki tøkar. Tað ber ikki til at bí­ leggja bøkur í bóka­savns­ skip­anini. At enda verðu tó sagt, at tað sjálvandi framvegis ber til at læna bøkur og at koma við fyrispurningum til bókasavnið. Føroya Sparikassi fyrireikar seg til skráseting á Virðis­ brævamarknaði Før­oya, og tí hevur Sparikassagrunnurin sum størsti parta­eig­ ari tikið avgerð um at selja ein part av sínum partabrøvum í Sparikassanum SPARIKASSIN Partaeigarar í Føroya Spari­ kassa og onnur áhugað fáa í tíðarskeiðnum frá hós­ deg­num 17. november til fríggjadagin 9. desember høvi at keypa partabrøv í Sparikassanum. Tað er Sparikassa­grunn­ urin, ið hevur tikið avgerð um at selja ein part av sín­ um partabrøvum í Spari­ kassanum. Grunnurin eigur 93,47% av partapeningi Sparikassans, sum sam­an­ lagt er 679,311 mió. kr. Sparikassagrunnurin er tí nógv størsti partaeigarin í Føroya Sparikassa. - Tað hevur ligið í kortunum, at Sparikassagrunnurin skal minka um sín ognarpart, so­leiðis at onnur fáa høvi at ogna sær ein størri part av partabrøvunum, og nevnd­ in heldur tað vera hósk­ andi at selja partabrøv nú, sigur Frithleif Olsen, for­ maður í nevndini fyri Spari­ kassagrunnin og Føroya Spari­kassa. Sparikassin hevur havt ein virknan leiklut í sam­ bandi við stovnanina av Virð­is­brævamarknaði Før­ oya, VMF, og longu í juni gjørdist Sparikassin limur á ICEX/VMF. - Ætlanin hevur all a tíð­ ina verið, at Sparikassin skal skrásetast á Virðis­ bræva­marknaðinum, og tað er í hesum ljósi, vit skulu síggja partabrævasølunum, ið nú byrjar, sigur Marner Jacobsen, forstjóri í Føroya Sparikassa. Hann vísir á, at tað er eitt krav til fyritøkur, ið vilja skrá­setast á VMF, at 30 pro­ sent av partabrøvunum eru í umfari, og hendan sølan er ein liður í at røkka teimum 30 prosentunum. Ein leistur er lagdur fyri partabrævasøluna, og hann ber í sær, at verandi partaeigarar fáa rætt til at keypa eitt partabræv fyri hvørji trý partabrøv, ið teir eiga frammanundan. Tó fáa partaeigarar í minsta lagi høvi at ogna sær 20 nýggj partabrøv við áljóðandi virði á 100 krónur hvørt. Partabrøvini verða seld til kurs 160, og tað merkir t.d., at 20 partabrøv við áljóðandi virðinum á tilsamans 2.000 krónur kosta 3.200 krónur. Harumframt kemur vanligur handilskostnaður. Í tann mun at verandi parta­eigarar ikki gera rætt sín galdandi, kunnu nýggir partaeigarar ogna sær upp til 20 nýggj partabrøv til kurs 160. Tað, sum tá er ótekn­ að, verður selt teimum, ið ynskja at keypa fyri meira enn till utingina omanfyri. Harumframt fáa starvsfólk í samtaki Sparikassans høvi at ogna sær eina ávísa mongd av partabrøvunum. Partaeigarar fáa ein av kom­andi døgunum bræv frá Sparikassanum um keyp av partabrøvum. Onnur áhug­að kunnu venda sær til Sparikassan. Landsstýrismað­ urin í menta­málum, Jógvan á Lakjuni, fer í morgin á fund við ES-myndug­leikar í Brússel í sambandi við, at Føroyar í næstum hava góðar møgu­leikar at koma við í útbúgvingar- og granskingar­sam­ starvið í ES ES-samstarv tíðindaskriv Jógvan á Lakjuni skal í morgin á fund við ES fyri at vera við til at skunda undir, at Før­oyar kunnu luttaka í øll um út­búgv­ingar- og granskingar­programm­ unum í ES. Sam­stundis sum lands­stýris­mað­urin er í Brússel, fer hann eisini at vitja íslendsku sendi­ stovuna har. Hetta verður m.a. gjørt fyri at seta seg enn betur inn í, hvussu ís­lendingar hava skipað seg og arbeiða við ES fyri at fáa sum mest burturúr samstarvinum. Í tíðindaskrivi verður sagt, at Lands­stýris­mað­ urin hevur góðar vónir um, at tað fer at eydnast Føroyum at koma við í hesi ES programm. Og at hann sær hetta sum eitt fram­úrskar­andi høvi at menna okkara útbúgv­ ingar- og gransk­ingar­øki. Umleggingar á Býar­bóka­savninum ES-samstarv innan út­búgv­ing og gransking Sparikassagrunnurin selur partabrøv í Sparikassanum Niels Arge Galán Smáu partaeigararnir í Føroya Sparikassa fáa nú høvi at keypa partabrøv í Sparikassanum frá Sparikassagrunninum, sum eigur 93,47% av partabrøvunum. Kursurin á partabrøvunum er 160