mikudagur 16. november 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
- Tað er sera týdn
ingarmikið, at
politikarar fáa eitt
succesupplivilsi,
tá farið verður
undir eina privati
seringstilgongd.
Tað fáa teir neyvan
við at byrja við at
privatisera ”proble
matiskar” fyritøkur
sum Lívstrygg ing og
Atlantsflog. Tí hevði
verið rættari at byrjað
við antin Føroya
Banka ella Føroya
Tele
Privatisering
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Avgerðin hjá landsstýrinum
at privatisera ein part av
almenna
flogfelagnum
Atlantsflog fær misjavna
undirtøku. Ein teirra, sum
setir spurnartekin við mát
an at privatisera uppá er
stjórin í Kaupthing, Peter
Holm. Hann væntar, at tað
verður ein toliligur áhugi
fyri at keypa Atlantsflog.
Men tað verður rættiliga
avgerandi fyri eitt slíkt keyp,
hvussu avgerðarrætturin hjá
landinum verður fyri tann
partin, sum ikki verður
seldur, nevniliga tey 34%
av fyritøkuni. Og hvørjar
avmarkingar liggja í at keypa
tey 66%.
Landsstýrið ætlar nevni
liga at leggja uppskot fyri
tingið um at selja 66% av
fyritøkuni. Hini 34% skal
tað almenna framvegis
eiga umframt, at tað verða
lagdar ymsar aðrar treytir
við eisini.
- Spurningurin og avger
andi fyri at keypa verður
helst, hvørjar bindingar
landssstýrið vil leggja við
sigur Peter Holm og vísir
til bindingar so sum, at
høvuðsvirksemið skal vera
í Vágunum, at rutan skal
vera so ella so og at tú skal
varðveita aðrar rutur eisini.
Verða nógvar bindingar og
treytir av slíkum slag er
greitt, at áhugin fyri at keypa
fer at minka.
Niðurstøðan hjá Peter
Holm er tí tann, at tess
fleiri treytir verða settar við
eina sølu, tess lægri verður
prísurin, og tað verður tor
førari at fáa keyparar eis
ini.
Ikki rætti mátin
Stjórin í Kaupthing vátt
ar, at tað í langa tíð hevur
verið áhugi fyri at keypa
ymsar
føroyskar
fyri
tøkur, harímillum eisini
Atlantsflog. Spurningurin er
bara, um hetta er rætti mátin
at fremja eina sølu uppá, og
um tað í heila tikið er rætta
raðfestingin í byrjanini til
eina privatisering.
Uppá fyrispurning um tað
ikki er rætt av landinum at
tryggja sær part av felagnum
fyri harvið ikki at koma í ta
støðu, at ein keypari av øllum
felagnum minkar og broytir
rutur og ger aðrar broytingar,
sum koma at geva eina verri
tænastu staðfestir Peter
Holm, at Atlantsflog rekur
eina rutu í dag og hevur
gjørt tað bæði, meðan tað
var í kapping og nú tað ikki
er í kapping og forvinnur
í mun til flogfeløg annars
rættiliga nógvar pengar.
Tvs. at tað er áhugavert at
vera á hesi rutuni. -So eg veit
ikki, hvussu bangin tú skal
vera fyri, at tingini fara av
sporinum bara tí, at tú selur í
fríari sølu. Eg beri meira ótta
fyri treytum og uppílegging
frá politikarum.
- Meinar tú harvið, at
Atlantsflog átti at verið selt
100%?
- Eg vil heldur siga, at selj
arin skal vera sera varin við
teimum treytum, sum hann
fer at seta fyri tey 34%.
Byrjið við
Føroya Banka
Peter Holm sigur seg annars
ikki vera kløkkan, nú landið
ætlar at varðveita 34%. -Tað
krevur kanska meira mót frá
politikarunum at taka stigið
fult út, og tí hevði eg heldur
mælt teimum til at byrja við
at privatisera fyritøkur, sum
eru einfaldari at privatisera
tvs. fyritøkur, sum ikki hava
slíkar ”finessur” tengdar aftr
at sær. Við tí meini eg, at
man skal røkja eitt ávíst
ferðasamband, at hetta er
lívæðrin úr Føroyum osfr.
Heldur skuldi man funnið
eina av teimum almennu
fyritøkunum at privati
sera fyrst, sum er minni
kompliserað og fingið eitt
succesupplivilsi av tí og
harvið eisini kunna stað
festa, at hetta er ikki so
ringt og vandamikið. Ístað
in fyri byrja har tað er
meira problematiskt. Man
er byrjaður við Føroya
Lívstrygging. Tað er pro
blematiskt. Man er byrjaður
við Atlantsflog, sum hevur
hasar trupulleikarnar. Hví
ikki heldur byrja við Føroya
Banka, sum er nógv minni
problematiskt. Man kundi
eisini verið byrjaður við Før
oya Tele leggur Petur Holm
aftrat.
- Hvat heldur tú hevur
størstan týdning, nú privati
seringin er komin á borð
ið?
- Tað týdningarmesta
er at fáa gjørt ta fyrstu pri
vatiseringina væl og síðani
skulu hinar nokk koma
skjótt aftaná. At politik
ararnir fáa eitt succesupp
livilsi, tá teir fara undir
fyrstu privatiseringina, so
teir harvið hava eitt gott
grundarlag at byggja á, tá
teir skulu halda fram við at
privatisera.
Sosialurin hevur roynt at
fáa onkran at koma við ein
um boð uppá, hvat Atlants
flog er vert. Ein ónavngivin
kelda sigur við blaðið, at alt
flogfelagið er kanska vert
einar 200 til 300 mill. kr.
Tvs. at tey 66%, ið ætlanin
er at selja, eru verd eina
staðni millum 140 og 200
mill. kr.
Nr. 220 • mikudagur • 16. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Peter Holm, Kaupthing um privatisering:
Byrjið við Føroya Banka
- Eg hevði byrjað við at privatisera
óproblematiskar fyritøkur sum Føroya
Banka heldur Peter Holm í Kaupthing
Peter Holm, stjóri í Kaupthing: -Avgerandi fyri sølu av
Atlantsflog er treytirnar fyri tey 34%, ið landið skal hava eftir
Tað fer neyvan at hava verri tænastur við
sær, um alt Atlantsflog verður privatiserað.
so mikið góð forrætning er talan um heldur
stjóri