mikudagur 16. november 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Undirhúsið í Gøtu
letur nú upp alment
Martin Juul Jarnskor,
sum hevur verið
primus-motorur fyri
undirhúsinum, sigur,
at nógv sjálvboðið
arbeiði er gjørt og
teir, sum standa
aftanfyri tiltakið,
hava eisini latið
pening til fyri at náa
undir land
Undirhús
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Nú fáa gøtumenn sítt undir
hús.
Martin Juul Jarnskor, sum
hevur verið ein av teimum
ágrýtnastu at fáa undirhúsið
undir land, sigur, at teir hava
ásett dagin til almennna
upplating til leygardagin
komandi klokkan 13.
Tað er Gøtu kommuna,
sum hevur latið ein part
av gamla kai-húsinum til
endamálið, og í hesum
sambandi hevur kommunan
innrættað hølini av nýggjum
og sett tey í stand.
Nógv sjálvboðið
Martin Juul sigur, at nógv
sjálvboðið arbeiði er lagt
í undirhúsið og teir, sum
standa aftanfyri tiltakið,
hava eisini latið pening til
fyri at náa undir land.
- Vit hava møtt stórari
vælvild, og eitt nú hava vit
fingið tey trý vindeyguni,
sum eru í hølunum, frá Alu-
Plast. Aðrar fyritøkur hava
eisini stuðlað okkum.
Hølini eru umvæld, inn
rættað av nýggjum og sett
í stand til endamálið.
Martin sigur, at ein av
teimum ágrýtnastu hevur
verið Hargarð Tvørfoss,
sum bæði hevur spartlað,
tapetserað, málað og lagt
á gólvið, umframt at hann
hevur skorið til og neglt
geriktir. Haraftrat hevur
hann sett køkin, sum er í
hølunum, upp.
- Hargarð hevur lagt eitt
stórt arbeiði í hetta verk,
sigur primus-motorurin,
sum heldur, at hølini
nú eru sera hugnalig til
endamálið.
Martin Juul sigur, at tað,
sum restar í, er wc og brúsa,
sum teir eisini gjarna vilja
hava.
Eisini ferðandi
- Vit kundu hugsað okkum,
at ferðafólk, sum koma
higar til bygdina í bátum
og annars detta fram við í
Gøtu, kundu brúkt hølini
um sumrarnar, soleiðis
at hesi sleppa undan at
krógva seg millum húsini
at sleppa sær av við tað
“náttúrliga”. Eisini kundu
hesi fingið eitt brúsubað og
annars sitið í hølunum og
hugnað sær aftur við einum
kaffimunni.
Hann vísir á, at teir, sum
standa aftanfyri undirhúsið,
hava einki aldursmark sett á,
hvør kann koma í hølini.
- Vit halda ikki, at hetta er
neyðugt, tí teir yngru, sum
kanska kundu hugsað sær
at dottið framvið, kunnu
saktans fáa nakað burtur
úr at hoyra okkum eldru og
gomlu tosa um tær royndir,
sum vit hava gjørt okkum í
lívinum.
Martin Juul sigur, at
ætlanin er eisini at útvega
sær eitt sjónvarp at stytta
sær stundir við.
Gott útsýni
Útsýnið úr undirhúsinum
er gott.
- Vit hava niðaru síðu av
bygninginum, og haðani
sæst yvir á Syðrugøtu,
nakað útyvir víkina, og
somuleiðis kunnu vit fylgja
við, tá ið bátar koma aftur
at landi.
Hann sigur, at rúmið, sum
teir hava í kai-húsinum, er
einar 19 fermetrar stórt.
- Vit halda, at hetta er nóg
mikið, tí tað skapar eisini
sín hugna, at rúmið ikki er
alt ov stórt.
Martin Juul vísir á, at teir
eldru og gomlu ikki altíð
hoyra so væl, og tá kann tað
vera heppið, at menn sita
tætt sama og skifta orð.
Undir land
Tað eru eini tvey ár síðan, at
einir 30 mans í Gøtu fóru til
fundar at røða um at fáa eitt
undirhús í bygdini.
- Nú eru vit so komnir
undir land, og vit fegnast
um tað verk, sum nú stendur
liðugt, sigur hann.
Tá ið latið verður upp
leygardagin, fer eitt skeltið
at standa á húsinum.
- Á skeltinum fer at standa
“Undirhús”, men vit vilja
ikki avdúka, hvussu húsið
fer at verða rópt. Tað verður
navnið á einum søguligum
og kendum persóni, sigur
ein fegin Martin Juul Jarn
skor at enda.
- Nú eru vit so komnir undir land, og vit fegnast um tað verk,
sum nú stendur liðugt, sigur Martin Juul Jarnskor
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nr. 220 - 16. november 2005
8
- Ein loysn skal
liggja á borðinum,
áðrenn ferðslan úr
Norðoyatunlinum
sleppur ígjøgnum
bygdina. Tað er ein
treyt. Vit vilja tryggja
okkara borgarar, bæði
tey, sum ganga og tey,
sum ferðast í bili, sigur
borgarstjórin í Leirvík,
Fríðgerð Heinesen
Ferðsla
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leirvíkingar eru í eini
ólukkuligari støðu, nú ferðslan
úr Norðoyatunlinum nærkast
í hvørjum, og eingin loysn
á
ferðsluviðurskiftunum
gjøgnum Leirvíksbygd er í
ljósmála.
Í øllum førum kunnu
bæði kommunal-og lands
politikarar staðfesta, at
eingin peningur er settur av
til vega-ella tunnilsbygging
í Leirvík, sum kann byrgja
uppfyri, at nógva ferðslan,
sum verður av hesi n‡ggju
farleið, ikki verður til ampa
fyri borgararnar í Leirvík.
Men tað verða ikki bara
leirvíkingar, sum koma
at kenna sviðan av hesi
ferðslu. Eins og leirvíkingar
fegnir vildu heilsað hesum
frambroti í føroyska vega
kervinum vælkomnum, tá
ið tað gerst veruleiki um eitt
hálvt ár ella so, kann væntast,
at trupulleikar eisini verða við
ferðsluni gjøgnum trongan við
Gøtugjógv, har bæði skúli og
barnagarður eru.
Ein annar fløskuhálsur
verður vegurin gjøgnum
bygdina, Skipanes, og tá
verða tað serliga tey, sum
búgva Undir Gøtueiði, sum
fara at hava ilt við at sleppa
oman á høvuðsvegin, tí
omankoyringin longu sum
er, má sigast at vera ein
rættilig deyðsfella.
Vegurin oman frá ein parti
av húsunum Undir Gøtueiði,
er sum ein rutsji-breyt, og
hann gongur beint oman
í høvuðsvegin. Er kavi og
hált, kanst tú skjótt enda úti
á vegnum og beint í allari
ferðsluni, sum koyrir fram
við.
Ikki semja
Týsdagin umrøddi løg
tingið eina áheitan frá
landsstýrismanninum,
Bjarna
Djurholm,
um
tíðarskáa í samband við
ferðsluviðurskiftini í Leirvík,
sum enn liggja púra óloyst.
Ein meiriluti í bygdar
ráðnum í Leirvík - fýra av
sjey bygdarráðslimum -
hevur samtykt, at vegur við
tunli skal byggjast niðri við
sjóvarmálan, og Teknistovan
í Gøtu hevur gjørt eitt upp
skot í hesum sambandi.
Hini trý í bygdarráðnum
vilja helst, at ein nýggjur
vegur
verður
bygdur
omanfyri bygdina.
Sambært uppskotinum
hjá meirilutanum byrjar
tunnilin, sum verður einar
400 metrar langur, innanfyri
kirkjuna og kemur útaftur
við neystini úti í Buginum,
og síðan skal vegur gerast í
báðum endum.
Teknistovan hevur mett, at
ein slík verkætlan fer at kosta
einar 70-80 miljónir krónur,
men Landsverk heldur, at
henda sama ætlanin kostar
onkustaðni millum 130 og
150 miljónir krónur.
Nú skal Teknistovan í
Gøtu gera nýggjar kanningar
og nýggja meting av hesi
verkætlan, og hendan skal
verða liðug 20. desember.
Tað er Vinnumálaráðið,
sum hevur biðið leirvíkingar
um eina prioritering, og tað
er eisini Vinnumálaráðið,
sum saman við Leirvíkar
Leirvíkingar í eini ó
- Vit vilja syrgja fyri, at tað verður trygt at ferðast í Leirvíkar bygd, tá ið tunnilin letur upp. Tað er ein almen
at skilagóðar loysnir verða funnar, sigur Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri