mikudagur 16. november 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 16. november 2005
9
Kjartan hevur
keypt Fríðborg
Trolbáturin, Fríðborg,
sum Osmundur
Justinussen læt byggja
í Íslandi, kallast nú
Birtingur og hevur
fingið nýggjan eigara
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
P/F
Hvilvtenni,
sum
Kjartan Joensen í Leirvík
eigur, hevur nú keypt
trolbátin, Fríðborg, sum
Osmundur Justinussen og
synirnir áttu.
Báturin er av sama slagi
sum Norðleivur, ið Kjartan
frammanundan eigur.
Hesi bæði førini eru
bygd í Íslandi og komu til
Leirvíkar sama dag.
Fríðborg hevur eisini skift
navn og eitur nú Birtingur.
Eingin prísur
Kjartan Joensen sigur, at
yvirtøkudagurin var 7. nov-
ember, men hann vil ikki
upplýsa, hvussu nógv hann
hevur keypt trolbátin fyri.
Bátarnir kostaðu einar
7-8 miljónir krónur at
byggja.
Hann sigur, at tað hevur
gingið hampiliga væl hjá
Norðleivi, og tað er serliga
landleiðin um sumrarnar,
sum roynist væl hjá hesum
bátum.
Fríðborg hevur ligið,
síðan trolbátarnir góvust á
landleiðini, 1. september.
Rigga til
- Nú gera vit klárt at loysa
aftur, og eg vænti, at Birt-
ingur verður klárur at fara
aftur til fiskiskap, tá ið
hendan vikan er farin at
halla, sigur Kjartan.
Vit spurdu eisini, um
hann hevur hugsað sær at
lata skipini partrola, nú
oljan er so dýr, og bátarnir
í vetrarhálvuni noyðast at
fiska uttanfyri innaru land-
leiðina, men hetta hevur
Kjartan ikki hug at gera
nakrar viðmerkingar til í
løtuni.
- Nei, tað kann eg einki siga
um sum er, sigur hann.
Manningin
Kjartan Joensen sigur, at hann
hevur boðið manningini, sum
var umborð á Fríðborg, um
at vera verandi umborð, nú
loyst verður aftur um nakrar
dagar.
Við í keypinum hjá P/F
Hvilvtenni fylgja eisini tey
veiðirættindi, sum Fríðborg
hevði.
Her liggja bátarnir, Fríðborg og Norðleivur – júst komnir úr Íslandi sum nýbygningar. Nú
eigur Kjartan Joensen báðar bátarnar
Fríðborg og Kjartan og Osmundur heilsast í regninum á
bryggjuni í Leirvík, tá ið Polarhav og Stjørnan komu
Mynd: Vilmund Jacobsen
ólukkuligari støðu
kommunu hevur lagt upp til,
at Teknistovan í Gøtu hyggur
nærri at hesi ætlanini.
Tá ið úrslitið liggur á
borðinum við endan av
desember, kann farast víðari
í málinum.
Mong uppskot
Eini níggju ymisk uppskot
hava verið frammi um loysn
av ferðslutrupulleikunum í
Leirvík, og leggjast kann
aftrat, at uppskotið, sum
meirilutin í bygdarráðnum
hevur samtykt um vega-
og tunnilsloysn, er ikki
fallið í góða jørð hjá eitt
nú virkinum, Tavuni, har
leiðslan í brævi hevur heitt á
Vinnumálaráðið og Leirvíkar
kommunu um ikki at fremja
hesa ætlan, men heldur fara
niðan av havnalagnum við
verkætlanini.
Virkið metir nevniliga, at
tað fer at órógva umstøðurnar
á havnalagnum, um ferðslan
til og úr Norðoyatunlinum
verður løgd so niðarliga í
bygdini.
Fríðgerð
Heinesen,
borgarstjóri í Leirvík,
váttar, at leiðslan í Tavuni
hevur sent avrit av brævi
til Vinnumálaráðið til
kommununa, og bygdarráðið
fer at viðgera brævið næst
komandi fundi.
Hon vísir á, at við ætlan
ini, sum meirilutin hevur
samtykt, slepst ikki undan,
at nøkur neyst í fyrsti syfti
rúka, bæði á Toftanesi og Úti
í Støð.
- Men vit ætla kortini ikki,
at fólk skulu missa síni neyst
og ikki fáa ný ggj neyst aftur,
sigur hon.
Fríðgerð sigur, at ætlanin
sjálvsagt er at byggja neystini
uppaftur aðrastaðni.
Streingja á
Borgarstjórin sigur, at hóast
bygdarráðið ikki er samt
um, hvør fyrsta prioritering
av eini loysn eigur at
verða, so er bygdarráðið
kortini samt um, at nakað
ítøkiligt skal henda, áðrenn
Norðoyatunnilin letur upp
fyri almennari ferðslu.
- Vit vildu fegin kunnað
glett okkum um hesa n‡ggju
farleið, men soleiðis sum
landið liggur, nú eingin loysn
er á borðinum, ríður hetta mál
okkum sum ein marra.
Fríðgerð sigur, at kommunan
eigur vegin, sum ferðslan til og
úr Norðoyatunlinum fyribils
kemur at koyra eftir, og saman
við bygdarráðnum ætlar
hon avgjørt ikki, at ferðslan
kemur at koyra gjøgnum
Leirvíkarbygd – uttan so,
at ein ítøkilig loysn liggur á
borðinum fyri ta tíð.
- Vit eru øll samd um, at
vit vilja hava eina skjóta
loysn – eina loysn, sum vit
øll her í bygdini kunnu liva
við, sigur borgarstjórin.
Tryggja borgararnar
Hon sigur, at bygdarráðið vil
tryggja sínar borgarar, bæði
tey sum ganga og tey, sum
koyra.
- Vit vilja syrgja fyri, at
tað verður trygt at ferðast í
Leirvíkar bygd, tá ið tunn
ilin letur upp. Tað er ein
almenn uppgáva at loysa
teir trupulleikar, sum fara at
standast av øktu ferðsluni,
men vit vilja fegin viðvirka
til, at skilagóðar og skjótar
loysnir verða funnar.
Borgarstjórin, sum
tók sætð eftir, at Dánjal
Andrasen tók seg aftur,
leggur dent á, at ein loysn
skal liggja á borðinum,
áðrenn vegurin gjøgnum
Leirvíksbygd verður latin
upp fyri almennari ferðslu
til og úr Norðoyatunlinum.
- Einki annað kann
góðtakast, leggur Fríðgerð
Heinesen aftrat.
nn uppgáva at loysa teir trupulleikar, sum fara at standast av øktu ferðsluni, men vit vilja fegin viðvirka til,
Mynd: Vilmund Jacobsen