mikudagur 16. november 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 220 - 16. november 2005
Kommunuvalið í Danmark gav eitt sera áhugavert
úrslit, og man valið veruliga hava givið politisku
flokkunum nakað at hugsa um. Sosialdemokratarnir
gjørdust størsti flokkur á danska kommunuvalinum
í gjár. Sum væntað fingu Sosialdemokratarnir yvir
borgarstjóran í Keypmannahavn, har Ritt Bjerregaard
var tann stóri sigursharrin. Harafturat eydnaðist tað
flokkinum at vinna borgarstjórasessin í Århus aftur,
eftir at Vinstri hevur havt hann seinastu árini. Eisini
í Aalborg heldur sosialdemokratiski borgarstjórin
fram, og í Vejle og Horsens eiga Sosialdemokratarnir
nú borgarstjóran. Ein smeitur var tað tó, at flokk
urin misti borgarstjóran í Odense, sum fór til Kon
servativa Fólkaflokkin. Javnaðarflokkurin fekk 34,3
prosent av atkvøðunum í gjár, meðan tann stóri kapp
ingarneytin,Vinstri, fekk 27,5 prosent. Hetta merkir,
at Javnaðarflokkurin gjørdist tann stóri sigursharrin
við eini framgongd uppá 25%. Umframt teir tríggjar
stórbýirnar Keypmannahavn, Århus og Ålborg
vann Javnaðarflokkurin eisini Kolding, Horsens,
Roskilde, Vejle, Næstved, Viborg og Hillerød. Hetta
er sera áhugavert – ikki minst tí Hillerød liggur í
konservativu háborgini, Norðursæland.
Hinvegin rakk Javnaðarlokkurin ikki at aðalmálinum,
sum var at vinna borgarstjórasessirnar í fýra av teim
um størstu býunum í landinum við tað, at flokkurin
sum nevnt misti Odense á stokkinum. Hóast tepra
úrslitið í Odense er rákið púra klárt: danir eru við
at gerast troyttir av Vinstra og tess sera liberalistiska
og marknaðarvenda politikki. Danir eru troyttir
av egoismuni í politikki. Danir eru troyttir av, at
Danmark ongan uttanríkspolitiskan profil hevur, men
bert so at siga automatiskt leggur seg í kjalarvørrin
á USA. Henda uttanríkispolitiska kósin kann, sum
frá líður, gerast sera vandamikil fyri Danmark bæði
so og so.
Nú er so spurningruuin, hvørjar avleiðingar komm
unuvalið fær fyri danskan politikk. Tað er lítið at
ivast í, at forsætisráðharrin, ið er tikin úr leikum
sum taktikkari, fer at umhugsa sín politikk og sínar
ráðharrasessir. Tað kann væl henda, at vánaliga
úrslitið fer at kosta nøkrum ráðharrum høvdið og
í hesum høpi er innanríksráðharrin í vanda. Lars
Løkke Rasmussen hevur havt høvuðsábyrgdina av
valstríðnum og hevur verið stand in fyri Fogh á
mestum øllum valfundum í ølum valdømum. Hann
hevur eisini lagt valstrategiina, sum miseydnaðist
fullkomuliga. Eisini fer Fogh at endurskoða innan
ríkispolitikkin. Tað er hugsandi, at valúrslitið fer
at ávirka Danska Fólkaflokkin, ið helst fer at seta
stjórnina undir enn harðari trýst. Javnaðarflokkurin
hevur nú fingið góðan byr og úrslitið var ein sigur
fyri Ritt og Helle og spennandi verður at síggja, um
tær fara at megna at halda ferðini heilt fram til næsta
fólkatingsval.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Eitt áhugavert valúrslit
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Bill Justinussen
løgtingsmaður fyri
Miðflokkin
Samhaldsfestið í lands
skattaskipan okkara byggir
á, at tey, sum vinna meiri
pening, gjalda størri part av
inntøkuni í skatti. Soleiðis
rindar tann síðst vunna
krónan munandi meiri skatt
enn tann fyrst vunna. Hetta
kallast tann progressivi
(vaksandi) skattastigin.
Kommunuskattaskipanin
er ikki samhaldsføst á sama
hátt. Har rinda øll sama part
av inntøkuni, tá sæð verður
burtur frá botnfrádráttinum.
Um kommunuskatturin er
20%, rindar tann, sum vinnur
100.000 20% og tann, sum
vinnur 500.000 20%. Hetta
er tann proportionali (javni)
skattastigin.
Samhaldsfasti arbeiðs
marknaðareftirlønargrunn
urin (AMEG) er eisini eitt
slag av skatti. Hesin skatturin
er proportionalur, tvs. at øll
rinda sama prosentgjald utt
an mun til inntøku.
Barnsburðargrunnurin er
eisini ein skattur. Hesin er
somuleiðis proportionalur,
tvs. at øll gjalda sama pro
sentpart inn í grunnin, uttan
mun til inntøku.
Arbeiðsloysisskipanin er
eisini ein skattur. Hesin er
somuleiðis proportionalur,
tvs. at øll gjalda sama pro
sentpart, uttan mun til inn
tøku.
Almenn gjøld so sum veg
skattur, kringvarpsgjald,
sjúkrakassi v.m. eru øvugt
proportional. Tvs. at tann,
sum hevur lága inntøku,
má gjalda størri prosentvís
an part av síni inntøku, tí
gjøldini eru eins fyri høgan
og lágan.
Láglønt verri fyri
Sostatt er landsskatturin ein
asti samhaldsfasti skatturin,
har tey, sum vinna meiri,
gjalda meiri í prosentum.
Allir hinir skattirnir ganga
hart út yvir tey, sum hava
lágar inntøkur og fyri so vítt
eisini miðalinntøkur.
Hendan
samgongan
minkar um samhaldsfasta
landsskattin. Hon økir
um
kommunuskattin,
arbeiðsmarknaðareftirlønar
grunnin, barnsburðargrunn
in, vegskattin v.m., sum
rakar tey lágløntu harðari.
Munurin millum láglønt og
hálønt økist. Tey tímaløntu
eru munandi verri fyri nú enn
fyri tveimum árum síðani,
og tá hendan samgongan hev
ur sitið 2 ár afturat, verður
tað enn strævnari at vera
tímaløntur.
Miðflokkurin er ímóti hesi
gongdini. Vit hava alla tíðina
víst á, at samhaldsfestið í
skattaskipanini minkar og
minkar, men tíverri hoyrir
samgongan ikki boðskapin
– heldur ikki javnaðarflokk
urin. ”Tað skal loysa seg
at arbeiða” er herrópið.
Hesum tekur Miðflokkurin
undir við, men tað skal ikki
ganga út yvir samhaldsfestið
í skipanini. Yvirskipaði poli
tikkurin má og skal vera,
at øll skulu kunna liva eitt
gott lív her og nú og hava
umstøður til eina munadygga
eftirløn. Í dag er ov stórur
munur á fólki. Tíbetur eru
tað mong, sum hava góð
størv og góðar fíggjarligar
umstøður, men tíverri
eru tað alt ov mong, sum
hava sera trupult við at fáa
gerandisdagin at ganga upp
orsakað av fíggjarligum byrð
um. At javnaðarflokkurin
hevur slept stríðnum fyri
teimum lágløntu ger so
bara uppgávuna hjá okkum
øðrum so mikið størri.
Samhaldsfestið, sum hvarv
Týskvøldið 22. november kl.
19.30 heldur Hedvig Matras
fyrilestur á Klaksvíkar bóka
savni um rørslu.
Hedvig Matras arbeiðir
sum fysioterapeutur á
Klaksvíkar sjúkrahúsi og
hevur verið á skeiðum um
týdningin av at røra seg. Í
fyrilestrinum fer hon at tosa
um, hví tað er neyðugt at
røra seg, hvørjar ágóðar tað
gevur, umframt at hon gevur
vegleiðing í gagnligum
rørslum og venjingum.
Aftan á fyrilesturin verður
høvi at seta spurningar.
Eisini verður kaffi og køkur
at fáa.
ave
Fyrilestur um motión
Lesið
- so eru tit við