mikudagur 16. november 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 16. november 2005
11
Fyrispurningur til
Finnur Helmsdal og
Anitu á Fríðriksmørk,
løgtingslimir,
um uppskot til
ríkislógartilmæli um
broyting í revsilógini
(Forboð móti at gera
mun á fólki vegna
»kynsliga orientering«)
Jens Wang
Løgfrøðingur
Hoyvík
Sum kunnugt løgdu tit bæði
omanfyri nevnda uppskot til
ríkislógartilmæli um broyt
ing í revsilógini fram á Før
oya Løgtingi 2. november
2005. Í hesum uppskoti mæla
tit ríkismyndugleikunum til
at seta í gildi fyri Føroyar
kongliga fyriskipan um, at
§ 266b í Revsilógini verður
broytt, so at orðini ”eller
tro” verður broytt til ”, tro
eller seksuelle orientering”.
Sambært vegleiðandi dags
skrá Løgtingsins verður
1. viðger fríggjadagin 18.
november 2005.
§ 266b í Revsilógini er
sum nú er orðað soleiðis
”Den, der offentligt eller
med forsæt til udbredelse i
en videre kreds fremsætter
udtalelse eller anden med
delelse, ved hvilken en
gruppe af personer trues,
forhånes eller nedværdiges
på grund af sin race, hud
farve, nationale eller etniske
oprindelse eller tro, straffes
med bøde, hæfte eller fæng
sel indtil 2 år.”
Í viðmerkingunum til upp
skotið vísa tit m.a. til ymist,
sum hendi í sambandi við,
at homoseksuel skipaðu fyri
ráðstevnu í Havn í august í
ár. Um danska útgávan av
grein 266 b í revsilógini var
galdandi í Føroyum tá, vóru
sambært viðmerkingunum
fleiri enn eitt av átøkunum,
sum vórðu framd móti
teimum homoseksuellu,
revsiverd. Á hesum sæst,
at tykkara uppskot ikki bert
skal verja homoseksuel
móti mannamuni t. d. á
einum arbeiðsplássi ella í
sambandi við atgongd til
útbúgving, men líka nógv
er ætlað at kriminalisera
útsøgnir bygdar á Bíbliuna,
ið kunnu upplivast sum
diskriminerandi o.l.
Hetta mál er eftir míni
hugsan prinsipielt. Eg skal
tí sum tjóðveldisveljari í
Suðurstreymi vísa á nakrar
avleiðingar av uppskoti
tykkara og síðani seta nakrar
spurningar, ið eg vóni tit
greitt vilja svara alment.
Er tað í lagi at gera mun
(diskriminera)?
Um eg varð steðgaður á gøtuni
og spurdur, um eg taki undir
við, at ein minnilutabólkur
við lóg verður vardur móti
mismuni og happing, hevði
helst mín fyrsta spontana
reaktión verið ”ja”, tí mær
dámar hvørki mismun ella
happing.
Tað eru neyvan mong,
ið taka undir við happing.
Happing fer altíð at vera skeiv.
Happing av homoseksuellum
kann ikki góðtakast, eins
og happing av øllum øðrum
menniskjum og bólkum ikki
kann góðtakast
Er tað í lagi at trúgva?
Eg havi als einki móti
homoseksuellum. Eg eri
ikki betri sjálvur enn øll
onnur menniskju. Og eg
taki á ongan hátt undir við
happing av homoseksuellum
ella nøkrum øðrum.
Men eg havi eina trúgv.
Eg trúgvi, at Bíblian er sonn.
Hendan trúgv er persónlig
og kann eingin taka frá mær.
Tíbetur havi eg eisini ein
grundlógartryggjaðan rætt
at trúgva – vanliga nevnt
trúarfrælsi. Í mun til tykkara
uppskot reisir hetta nakrar
spurningar.
Er tað í lagi at geva øðrum
fakta úr Bíbliuni?
Tíðliga í ár varð eg spurdur
av ungdómi í Eysturoynni,
um eg vildi vera saman
við teimum eitt kvøld at
tosa um evnið: ”Hvat sigur
Bíblian um homoseksuel
menniskju?” Hetta var
ikki løtt uppgáva, og evnið
var bundið, men eg tók av
avbjóðingini.
Eg nevndi m.a. fyri hesum
umleið 150 ungu, at
• Bíblian sigur tað sama um
homoseksuel, sum hon sigur
um grannskoðarar, NSÍ´arar,
maskinmeistaralesandi,
týskarar, gøtufólk og ein og
hvønn annan samfelagsbólk
í heiminum. Hon sigur t.d.,
at Gud gav son sín hin
einborna, fyri at hvør tann,
sum trýr á Hann, skal vera
frelstur, Jóhs. 3:16.
• homoseksuel ikki verða
æviga fordømd, tí tey eru
homoseksuel. Homoseksuel
praksis er sambært Bíbliuni
ein synd, men ikki ein ófyri
gevilig synd.
• Eitt, eg sakni í okkara
lenistólsgudfrøði og (við
hvørt) akademiska práti
um
homoseksuel,
er,
at sannleikin og náðin
VERULIGA ganga hond í
hond.
• eitt tað truplasta fyri
okkum menniskju er í verki
at liva í eini støðu, har ein er
ímóti gerðunum hjá einum
persóni, men samstundis
dugir at vísa viðkomandi at
ein elskar viðkomandi.
• Sannleiki og náði mugu
ganga hond í hond. Dømi:
Edward Dobsen er prestur
í býnum Grand Rapids
í Michigan, USA. Hann
var ørkymlaður yvir AIDS
trupulleikan í býnum og
royndi at koma í tal við
homoseksuellar leiðarar í
býnum. Dobson er sannførdur
um, at homoseksuell praksis
er synd, men samstundis
vildi hann møta teimum
homoseksuellu við kristnum
kærleika. Sum frá leið vann
Dobson álitið hjá teimum
homoseksuellu. Hann skip
aði fyri, at homoseksuel
við HIV fingu jólagávur
og bjóðaði teimum sjúku
og doyggjandi praktiska
hjálp. Ein av teimum homo
seksuellu segði við Dobson:
”Vit kenna tínar meiningar,
og vit vita, at tú ikki ert
samdur við okkum, men
samstundis vísir tú Jesu
kærleika. Tað hugtekur
okkum.” Royndirnar hjá
Dobson vísa, at ein kann
hava fastar meiningar um
Gudfrøði, moral og siðsemi
(etikk) og samstundis vísa
samkenslu. Hesin sami Dob
son segði einaferð soleiðis:
”Um tað einasta, ið verður
sagt við mína jarðarferð,
er, at ”Dobson elskaði tey
homoseksuellu”, so hevði
eg verið stoltur.” Óansæð
um tað er politiskt korrekt
ella ikki, so eru bæði hesi
tilstaðar í hesi søgu frá
veruleikanum, sannleikin
og náði (næstrakærleiki) – í
senn – hond í hond.
• Bíblian mær kunnugt við
ger homoseksuellan praksis
beinleiðis í 7 skriftstøðum.
4 í Gamla Testamenti og 3
í Nýggja Testamenti. Um
einum dámar tað ella ikki,
eru øll 7 skriftbrot greitt
ímóti homoseksuellari prak
sis – uttan undantak. Hetta
er fakta vit ikki fáa tulka
okkum burturúr.
Tað er neyvan stuttligt hjá
einum homoseksuellum at
hoyra, at sambært Bíbliuni
er homoseksuell praksis
”andstygd”, ”viðurstyggilig
gerð”,
”skemdarverk”,
”villa”, ”synd móti náttúr
uni” o.s.fr. Tað kundi lættliga
hent, at slík skriftbrot fingu
ein homoseksuellan at
kenna seg sera illa, so illa
at viðkomandi segði, at slík
sitat eru dømi um, at persónar
”forhånes eller nedværdiges
på grund af sin … seksuelle
orientering”
Tá eg fyrr í ár var saman
við Eysturoyar ungdómi,
valdi eg at halda meg til
bundna evnið, eg hevði fingið
frá teimum. Hetta merkti
konkret, at eg endurgav
okkurt av omanfyrinevndu
7 brotum í Bíbliuni, ið
beinleiðis snúgva seg um
homoseksuella praksis.
Hagfrøðiliga sæð var onkur
homoseksuellur til staðar og
hoyrdi alt hetta.
Sambært t.d. dómi frá
Vestara Landsrætti frá 1988
kann § 266b í Revsilógini
bert nýtast ”på forhold af en
vis, ikki ubetydelig grovhed”.
Hetta reisir spurningin:
Eru Bíbliunnar orðingar so
grovar, at tær verða fevndar
av § 266b í Revsilógini?
Ella sagt beint fram: Eru
Bíbliunnar útsøgnir um hetta
evni innan fyri ella uttan fyri
tað lógliga í mun til tykkara
broytingaruppskot? Tað er
týdningarmikið at skilja, at
tá ið neiligar útsøgnir verða
havdar á lofti alment móti
homoseksuellari praksis,
so er tað Bíblian, ið er tann
veruligi “skurkurin”, tí tað er
haðani at flestu orðingarnar
koma.
Rættarsiðvenjan á økinum
er ikki serliga væl útbygd
enn. Eg fari tí eisini at seta
hendan spurning: Hevði
mítt prát við Eysturoyar
ungdóm, sum omanfyri
stutt endurgivið, gjørt
meg kriminellan og harvið
møguliga sekan til upp til
2 ára fongsil? Eg havi jú
alment endurgivið og sagt
mína hugsan um skriftstøð,
sum siga, at homoseksuell
praksis er ”andstygd”,
”viðurstyggilig
gerð”,
”skemdarverk”, ”villa”,
”synd móti náttúruni”
o.s.fr.
Um svarið er ja, áttu tit eftir
mínum tykki at greitt nærri
frá hesum í viðmerkingunum
til ríkislógarviðmæli og
ikki bert víst til donsku
fólkatingsviðgerðina og
harvið treytaleyst lena tykk
um uppat donsku rættar
siðvenjuni ásannandi, at
talan er um danskt málsøki.
Tað hevði verið ynskiligt, at
tinglimir Tjóðveldisfloksins
gingu á odda at gera sær
sjálvstøðugar hugsanir um
truplar spurningar og ikki bert
treytaleyst leggja seg uppat
donskum og grønlendskum
niðurstøðum. Hetta er jú ikki
nøkur smávegis broyting
– 7 skriftbrot í Bíbliuni,
ið møguliga verða gjørd
revsiverd at endurtaka og
/ ella siga sína hugsan um
alment. Tá ið revsiramman
er upp til 2 ára fongsul, er
tað ikki av lítlum týdningi
í rættartrygdarhøpi, at fólk,
ið hava aðra áskoðan enn tit
í hesum máli, íroknað polit
isk mótstøðufólk á Føroya
Løgtingi, greitt vita, nær tey
kunnu vænta, at ákæruvaldið
við heimild í Revsilógini
reisir ákæru móti teimum.
Um svarið er nei, má
spurningur setast, hvat tað
so er, ið skal kriminaliserast
eftir § 266b í Revsilógini?
Um omanfyri nevndu bein
leiðis endurtøkur kunnu
góðtakast sum ikki verandi
dømi um, at munur verður
gjørdur, hvat skal so til?
Tit skylda føroyingunum,
sum trúgva, at Bíblian er
sonn, eitt tíuligt og greitt
svar. Fyri hesar føroyingar
er tað ein samvitskusak
og ein trúðarsak – um tey
eru glað fyri tað ella ikki
– at Bíblian greitt talar
ímóti
homoseksuellari
praksis. Eg meti, at flestu
fólk í heimamissiónini,
brøðrasamkomunum, hvítu
sunnusamkomunum og frí
kirkjunum yvirhøvur høvdu
ynskt eitt greitt svar. Tað
sama er óivað galdandi fyri
mangar prestar og leikfólk í
Fólkakirkjuni, sum sambært
yvirtøkuætlanini frá 1. jan
uar 2007 skulu ráða sær
sjálvum.
Er tað í lagi við lóg at verja
minnilutabólkar?
At verja ein minniluta móti
mismuni, happing o.l. er van
liga ein góð søk at berjast
fyri – alt gott um tað. Spurn
ingurin er tó, um hetta altíð
er rætt og skilagott at gera
við lóg.
Tað kunnu helst nevnast
hundraðtals minnilutabólkar
av øllum møguligum slag,
sum eisini kundu hugs
að sær eina lógarfesta
minnilutaverju. Tí fer tað út
frá líkaregluni altíð at verða
ivasamt, um tað er rætt at
taka ein minnilutabólk burt
urúr og geva honum serliga
lógarfesta verju.
Verður uppskot tykkara
samtykt um at broyta § 266b
í Revsilógini, fer tað at hava
ymsar avleiðingar fyri ein
annan bólk av føroyingum.
Í tykkara tráan eftir at verja
homoseksuel í Føroyum móti
almennum endurtøkum úr
Bíbliuni, eru tit eftir mínum
tykki við tykkara uppskoti,
tilvitað ella ótilvitað, í ferð
við at minka um núverandi
trúarfrælsi, skrivi- og tali
frælsi í Føroyum.
Um tað er hetta, tit vilja,
vinarliga sigið tað so klárt og
týðiliga, so vit vita hvørjum
tit standa fyri.
Gevið vinarliga gætur, at
tað eftir mínum tykki ikki
er nøktandi, um tit í møgu-
ligum svari bert vísa til
danska løgfrøði, løgfrøði úr
øðrum útvaldum londum,
danskan politikk ella til at
dómstólarnir mugu avgera,
nær brot er framt á § 266b í
Revsilógini. Tað eru tykkara
egnu sjálvstøðigu (føroysku)
hugsanir, ið hava áhuga.
Keldur
• www.logting.fo =>
Tingmál => uppskot nr.
21+
• Ugeskrift for Retsvæsen
1988, s. 788ff
• ”What´s so amazing
about grace”, Philip
Yancey
• Skriftstøð úr Bíbliuni:
1. Mós., 3. Mós., 5. Mós.,
Róm., 1. Kor. og 1. Tim
Kvøldseta á
Kambsdali
TÍÐINDASKRIV
Studentaskúlin
á
Kambsdali skipar fyri
tveimum kvøldsetum
í hvørjum skúlaári.
Heystkvøldsetan
í
hesum
skúlaárinum
verður hóskvøldið 17.
november kl. 19.30.
Sum altíð so verður
eisini hesa ferð nógvur
sangur og tónleikur á
skránni. Onkrir flokk
ar og valhold fara at
syngja og spæla. Har
umframt verður kvøld
ið merkt av, at tað und
an heystfrítíðini var
evnisvika á skúlanum.
N æ m i n g a r n i r
arbeiddu við fleiri evn-
um hesar dagarnar,
og hóskvøldið verður
møguleiki hjá al-menn
inginum at uppliva nak-
að av tí, sum tá kom
burturúr.
Eitt nú verður brot
úr sjónleikinum hjá
Shakespeare, Romeo og
Julia, framførdur. Tað
merkisverda við leiki
num er, at hann er latin
í serligan føroyskan
búna. Kærleikin mill
um tey bæði ungu er
samanvavdur við ættar
stríð, sum snýr seg um
fiskiloyvir. Sjónleikurin
er í góðar 20 minuttir.
Eisini eru tvær frá
greiðingar og framsýn
ingar um arbeiðið hjá
bólkunum, ið nevndust
Bretagne og Big Bang.
Sum altíð so verður
eisini hesa ferð kafe,
sum 1. a hevur ábyrgdina
av.
Kvøldsetan verður
klokkan 19.30. Tað
plagar at vera stórur
áhugi at møta millum
foreldur
og
onnur
avvarðandi, og eisini
onnur, sum ikki eiga
næmingar á skúlanum,
men sum eru áhugað í
at síggja og frætta, hvat
rørir seg millum tey
ungu, plaga at møta upp.
Ikki minst fyrrverandi
næmingar á skúlanum.
Diskriminering vegna »kynsliga orientering«