Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 16. november 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Hans Jacob Poulsen, Tórshavn, fer úr kapellinum á Lands­­­­­ sjúkra­­húsinum miku­ kvøldið klokkan 18. Jarðar­ferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum hósdagin klokkan 13. Sungið verður úr sálma­ bókini. Tey, ið vilja Hans Jacob kunnu lata Pleygu­ deildini eina gávu. Konto Føroya Banka. Isabella Hansen, Toftir, fer til gravar úr Nebo hósdagin 17. november klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Isabellu, kunnu lata eina peningagávu til Nebo. Konto í Føroya Spari­kassa. Petur Juul Isaksen, Klaks­vík, andaðist mána­ dag­in 14. november, 72 ­ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaks­ víkar Sjúkrahúsi heim í Kristianskirkjuni miku­ kvøldið klokkan 19. J­arðarferðin verður úr Kristianskirkjuni hós­ dagin klokkan 13. Kistan við Hans David Petersen av Viðareiði fer úr kapellinum á Klaks­­víkar Sjúkra­­­húsi miku­kvøldið klokk­an 18. Jarðarferðin verður úr Viðareiðis kirkju hós­ dagin klokk­an 13.30. Tey, ið vilja minnast Hans Dav­id kunnu lata eina pen­­inga­­gávu á konto í Norðoya Sparikassa. Kistan við Hannu Han­ sen í Kálvalíð í Miðvági fer frá Lands­­sjúkra­hús­ kapell­in­um í dag klokkan 16 í Miðvágs kirkju. Jarðarferðin verður hós­­­dagin klokkan 13. Tey, ið vilja minnast Honnu kunnu lata eina gávu á konto í Føroya Sparikassa. Eyðfinn Tummasarson Jacobsen úr Havn and­ að­ist á Láargarði 15. november, 64 ára gamal. Kistan fer av Lágargarði hósdagin klokkan 17. Jarðarferðin verður kunn­gjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar­pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heils­an-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúð­armyndirnar inn er hós­dag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Dagurin í morgin 17. november. Anianus, deyður ár 453. Var abbati í kleystrinum Orgerils, nærhendis Orleans, har hann seinni gjørdist biskupur. ELDRARÁÐIÐ Jan Müller jan@sosialurin.fo Tann 29. november kl 12 verð­ ur greitt, hvør skal manna tað fyrsta eldraráðið í Havn. Borgarar í kommununi, sum eru fyltir 60 ár, hava valrætt, og tey hava øll fingið bræv frá býráðnum og kunnu at­­ kvøða við brævatkvøðu fram tilo 29. november á midd­egi. Týsdagin var valdunfur í útvarpshøllini í Havn, har valevnini engdur við fleiri eldraíbúðum, betrii møgu­ leika at skifta stóru húsini út við smáar íbúðri, ókeypis tann- og heilsurøkt til eldri og betri kavarudding á gongu­­breytum. 17 valevni bjóða seg fram til edlraráðið, sum situr fýra ár í senn. Fyrsta eldraráðið situr tó til 31. desember 2008. Av teimum 17 valevnunum eru 12 kvinnur og fimm menn. Seytjan kvinnur og fimm menn bjóða seg fram Nógv fólk var á valfundinum í útvarpshøllini týsdagin. Katrin Dahl Jakobsen, forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býrað setti fundin Mynd: Jens Kristian Vang Hósdagin 17. november fyll­ir Elsebeth Andreasen í Havn 50 ár. Elsebeth er best kend frá Idé Møblar, har hon hevur starvast í meira enn helvtina av lívi sínum. Elsebeth er fødd og upp­ vaksin á Eiði. Hon flutti til Havnar í 1971, har hon fekk starv á bommvirkinum hjá Frants Restorff. Hon ar­beiddi seinni á reinsarínum Ruba og Radio-el. Eisini ar­beiddi hon í nøkur ár á post­húsinum í Havn, til hon saman við manninum í 1979 stovnaði handlilsfyritøkuna Idé Møblar, sum kundi halda 25 ára jubileum í fjør. Tá ógvusliga fíggjar­krepp­ an rakti før­oyska búskapin fyrst í 90-unum, fór Idé Møblar, sum so nógvar aðr­ ar fyritøkur, á húsagang í 1990. Eftir húsagangin tók Elsebeth róður í hond og byrjaði aftur á várið í 1991, og bleiv hon stjóri í fyritøkuni, og er hon tað enn. Hetta hevur hon klárað meist­arliga. Upp á rekordtíð hevur hon á sín stilla og lít­lætna hátt, saman við mann­inum, leitt fyritøkuna burtur úr nærum ongum til at verða millum sterk­astu og best riknu handilsfyritøkur í landinum í dag. Elsebeth hevur góð evnir sum leiðari, hon er skilagóð, trúføst, álítandi og miðvís í øllum tí, sum hon tekst við, tí føla starvsfólkini, og øll sum hon annars samstarvar við, seg trygg saman við henni og trívast eisini sera væl undir hennara leiðslu. Eisini viðskiftafólkini eru glað og føla seg væl at koma at keypa í fyritøkuni. Besta prógv um hetta er, at viðskiftafólkini hava valt fyri­tøkuna til ársins handil 3 ár á rað. Elsebeth er ein Guds­ótt­ andi kvinna, og hevur hon Hann við í øllum teimum avgerðum, sum hon tekur. H­on er heldur heldur ikki bang­in fyri at geva Honum heiðurin fyri tann viðvind, sum henni og hennara hava verið fyri, eisini síðani krepp­ una. Nógv minnast hana enn, eftir húsagangin í 1990, har hon saman við eldru dóttrini í kavanum stóð í gongugøtuni í Havn og seldi jólatrø. Ja, tað er nærmast eitt undur, tann mennig og viðvindur hon hevur haft og upplivað upp á so stutta tíð. Elsebeth er eisini ógvuliga familjukær, hon gongur høgt upp í at famljan trívist og hevur tað gott. Hon er yngst av teimum trimum børn­ unum hjá Olbanu og Hans Jacob Eiðisgarð í Eiði. Hini systkini eru Signy Mørkøre og Thorleif Eiðisgarð, sum bæði búgva á Eiði. Elsebeth er gift Birgiri Andreasen, ið er ættaður av Oyrabakka. Tey eiga tvær døtur: Joan, sum 24 ára gomul og býr í Keyp­ mannahavn, og Beintu, sum er 15 ára gomul. Føðingardagin er Elsebeth burturstødd saman við familjuni. x. Elsebeth Andreasen 50 ár