mikudagur 16. november 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 220 - 16. november 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Ritt Bjerregaard
skúgvaði øll
onnur til viks á
kommunuvalinum
í Keypmannahavn.
Yvirhøvur høvdu
Sosialdemokratarnir
eitt gott val
Danmark
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hon kom, sá og sigraði.
Tey gomlu, søguligu orðini
kunnu av sonnum sigast um
nýggja yvirborgarstjóran í
Keypmannahavn, Ritt Bjerre
gaard.
Tað vakti ikki sørt ans,
at hon, sum hevur búð í
Odense tað mesta av sínum
lívi, men tó er fødd í Keyp
mannahavn, valdi at stilla
upp til kommunuvalið í høv
uðsstaðnum. Meiri enn eina
ferð varð hon eisini spurd,
hvat hon ætlaði sær at gera
har, og hvat hon kundi geva
høvuðsstaðnum.
Men Ritt Bjerregaard
er ikki nakar ársungi á tí
politiska pallinum, og hon
er heldur nikki hvør sum
helst og tí heldur ikki nakar
vanligur Odense-búgvi.
Hennara drúgvu royndir sum
fólkatingslimur, ráðharri
og ES-kommiserur skuldu
borga fyri, at hon eisini var
før fyri at stýra einum býi,
helt hon.
Tað mundu veljararnir
eisini halda ella í hvussu er
so nógvir teirra, at hon og
Sosialdemokratarnir fingu
eitt rimmar val í Keypmanna
havn fyrradagin. Flokkurin
fekk fimm umboð afturat í
kommunustýrið og hevur nú
21 av teimum 55 sessunum
har.
Undan valinum segði
Ritt Bjerregaard, at hon ætl
aði sær at fáa eina breiða
býráðssamgongu,
men
teirri ætlanini slepti hon, tí
samgongan, sum bleiv skip
að longu valkvøldið, er so
smøl, sum hon kann vera.
Hon gjørdi av skipa sam
gongu saman við Radikala
Vinstraflokkinum,
og
við hansara sjey limum
afturat hevur sær hevur
Ritt Bjerregaard júst tann
neyðuga meirilutan, 28 av
55 limum. Sjálv verður
hon yvirborgarstjóri, og
oddamaðurin hjá teimum
radikalu, Klaus Bondam,
verður borgarstjóri við
málsøkjunum umhvørvi,
tøkni, barna- og ungdóms
viðurskiftum.
Pind av pinninum
Tann stóri taparin í Keyp
mannahavn var vinstra
maðurin Søren Pind. Hann
rak eitt hart og hvassorðað
valstríð, men eftir øllum at
døma tók hann ov rívan til
og varð revsaður fyri tað.
Revsingin var eisini hørð,
tí Vinstri msti trý uimboð í
kommunustýrinum og hevur
bara átta.
Søren Pind valdi eisini
at taka avleiðingarnar bein
anvegin. Tá úrslitið var
greitt, boðaði hann frá, at
hann gevst. Hann segði seg
hava gjørt sítt besta, men
mátti ásanna, at tað var
ikki nóg mikið. Tann nýggi
oddamaðurin hjá Vinstra í
Keypmannahavn eitur Mart
in Geertsen.
Sosialdemokratarnir
høvdu sett sær fyri
at vinna valið í fýra
teimum størstu
býunum. Tað mundi
lukkast
Danmark
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Tað neit meint hjá sosial
demokratunum, at teir
mistu borgarstjórasessin í
Århus á valinum fyri fýra
árum síðani, tí býurin hevði
verið ein av háborgum
floksins í mong Harrans
ár við oddamonnum sum
Thorkild Simonsen, borg
arstjóra og Svend Auken,
fólkatingsmanni.
Men fyrradagin eydn
aðist tað at vinna borg
arstjórasessin í landsins
næststørsta býi aftur. Við
oddavalevninum Nicolai
Wammen og stuðuli frá SF
og Einmdarlistanum eiga
Sosialdemokratarnir aftur
borgarstjóran í Århus.
Í Aalborg eydnaðist tað
sum væntað flokkinum at
varðveita borgarstjóran,
Henning G. Jensen.
Harafturímóti
mistu
Sosialdemokratarnir valdið
í Odense. Úrslitið har
var, at tað stóð á jøvnum
ímillum
vinstravongin
og teir borgarligu, og at
tann einsamalli radikali
býráðslimurin sum vænt
að gjørdust tungan á vág
skálini. Og tá hann so valdi
at styðja tann konservativa
Jan Boye, og tí noyðist sosial
demokraturin Anker Boye at
taka borgarstjóraketuna av
sær.
Umframt í Keypmanna
havn, Århus og Aalborg
eiga Sosialdemokratarnir
borgarstjóran í fleiri øðrum
stórum býum so sum Kold
ing, Hosens, Vejle, Roskilde
og Næstved.
Rukku næstan málinum
Keypmannahavn fekk sína drotning
Ritt Bjerregaard og samgongufelagi hennara Klaus Bodan fegnast um sigurin
Mynd: Reuters
Nýggi sosialdemokratiski
borgarstjórin í Århus Nicolai
Wammen
Mynd: Reuters