Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 16. november 2005 15 UTTAN ÚR HEIMI Úrslitið í tølum Sosialdemokratarnir gjørdust sum nevnt aðrastaði tann stóri vinnarin á danska kommunuvalinum. Í prosentum sær atkvøðubýtið soleiðis út: Sosialdemokratarnir 34,3 Tey Radikalu 5,2 Konservativi Fólkaflokkurin 10,3 Sosialistiski Fólkaflokkurin 7,4 Danski Fólkaflokkurin 5,9 Vinstri 27,5 Eindarlistin 2,7 Slesvigflokkurin 0,1 Aðrir flokkar og listar 6,6 Valluttøkan var 69,4 prosent. Fortíðin revsaði hana Danski Fólkaflokkurin fekk eitt vánaligt úrslit í Keyp­ mannahavn. Flokkurin fekk 5,9 prosent av atkvøðunum ímóti 7,7 prosentum á valinum í 2001. Tað er lítil ivi um, at tað var fortíðin hjá velavninum Louise Frevert, sum kostaði flokkinum dýrt. Sum ung spældi hon í nøkrum pornofilmum, og í seinastuni hava nógvir danir sæð filmsmyndirnar aftur. Fyrst komu tær í bløðini, hóast nakað fjaldar, seinni vóru tær á alnótini, og teir seinastu dagarnar undan valinum hingu stórar myndir av henni á lyktasteyrunum í Keypmannahavn. Lógin bannar okkum at prenta tær, men sigast kann, at tær vóru ikki serliga hóskandi fyri eitt politiskt val­ evni. Valið royndist annars ikki serliga væl hjá Danska Fólkaflokkinum, men Pia Kjærsgaard, formaður, uggaði seg við, at heldur ikki hjá hennara flokki sigur úrslitið sannleikan um landspolitisku støðu floksins. Brixtofte kom aftur Harafturímóti tykist tað ikki, sum at fortíðin órógvar fyrrverandi borgarstjóran í Farum, Peter Brixtofte. Á valinum fyrradagin stillaði hann upp á sínum nýggja flokki, Vælferðarflokkinum, og tað eydnaðist hon at sleppa í býráðið í Furesø kommunu, sum Farum nú er partur av. Tað var tó langt ímillum atkvøðutalið hesaferð og tað, sum Brixtofte var vanur við. Á valinum í 2001 fekk hann meiri enn 50 prosent av atkvøðunum í Farum kommunu. Hesaferð fekk hann 4,8 prosent. Tó so, í gomlu Farum kommunu fekk hann 10 prosent. Sosialdemokratiski formaðurin var væl nøgd við valúrslitið, og tað eigur hon eisini at vera, halda politiskir eygleiðarar Danmark Árni Joensen fartekst@mail.dk Sosialdemokratiski floks­for­ maðurin, Helle Thorn­ing Schmidt, var ovur­fegin um úrslitið av komm­unu­vali­ num. Ei undur í, tí tað er synd at siga, at hon hevur havt eydnuna við sær, síðani hon tók við. Misjavnar frá­ boðanir frá flokslimum í týðandi málum hava gjørt, at fólk hava ivast í hennara leiðaraevnum, og hesum hev­ ur stjórnin eisini gjørt sær dælt av. Tí var tað heppið fyri hana, at Sosialdemokratarnir vunnu kommunuvvalið. Kortini halda politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn, at úrslitið hjá flokkinum gevur ikki ta røttu myndina av støðuni, tí landspolitiskt er flokkurin ikki so sterkur, sum úrslitið fyrradagin vísir, siga teir. - Úrslitið er í veruleikanum sera gott samanborið við ta landspolitisku støðuna, sigur valgranskarin Roger Buch Jensen við Berlingske Tidende. Hann heldur, at tað góða úrslitið kemst millum annað av, at fleiri av teimum leiðandi politikarunum vóru sjónligir í valstríðnum, og tí heldur hann tað vera spennandi at vita, um Vinstri fer at gera tað sama á næsta kommunuvali. Ein av teimum fremstu politisku viðmerkjarunum, Ralf Pittelkow, sigur við Politiken, at Sosial­demo­ kratarnir sluppu frá valinum við skinninum á nøsini, sum hann tekur til. Hann heldur ikki, at valið var ein stórsigur fyri flokkin, men at at floks­ leiðslan tó kann fegnast um, at tann landspolitiska afturgongdin sæst ikki aftur lokalpolitikkinum. Vinstri ætlaði sær at vinna, men tapti. Kortini er floks­leiðslan ikki vónbrotin Danmark Árni Joensen fartekst@mail.dk Á einum fundi fyri tveimum mánaðum síðani segði næstformaðurin í Vinstra, Lars Løkke Rasmussen, at flokkurin skuldi vinna kommunuvalið í heyst og tryggja sær fleiri borgarstjórar enn Sosialdemokratarnir. Tey orðini gingu ikki út. Enn hava ikki øll komm­unustýrini ikki skipað seg, men í gjár hevði Vinstri tryggjað sær 33 borgarstjórar, meðan Sosialde mokratarniur høvdu fingið 43. Seks komm­ unur høvdu ikki borgarstjóra enn. Kortini sigur Lars Løkke Rasmussen seg ikki vera vón­ brotnan av valinum. Hann vísir á, at í nógv teimum flestu kommununum hava teir reyðu flokkarnir ikki meiriluta, og at tað í sjálvum sær ger, at tey í Vinstra kunnu vera nøgd. Harafturat fegnast hann um, at tað eydnaðist at fáa sosialdemokratarnar frá leiðsluni í Odense, sum við hjálp frá Vinstra fær konservativan borgarstjóra. Lars Løkke Rasmussen er samdur við teimum við­ merkjarunum, sum siga, at úrslitið á kommunuvalinum lýsir ikki tað landspolitiska býtið ímillum teir báðar stóru flokkarnar. Nøgd hóast afturgongd Gott fyri Thorning-Schmidt Góða úrslitið hjá Sosialdemokratunum kemur Helle Thorning Schmidt, floksformanni,. væl við Mynd: Reuters Undan valinum var rætti­ liga stórur spenn­ing­­ur um, hvussu komm­unu­ sam­an­leggingin fór at ávirka úrslitið í summum komm­unum. Ein av hesum var Horsens, sum eftir sam­an­leggingina eisini um­fatar tær báðar minnu kommunurnar Gedved og Brædstrup. Valið her var ser­liga spennandi, tí vanliga standa Sosialdemokratarnir sterkir í Horsens, meðan Vinstri hevur verið sterk­ ur í hinum báðum komm­ ununum. Men úrslitið var, at Sosial­ demokratarnir vunnu ein so ruddiligan sigur, at teir mynda meiriluta utt­an hjálp frá øðrum flokk­um. Tað var ikki minst høv­ uðsvalevninum, fyrr­ver­ andi verjuráðharranum Jan Trøjborg, fyri at takka. Sosial­­demokratarnir fingu ikki minni enn 48,3 prosent av atkvøðunum og 16 av teimum 31 býráðslimunum. Vinstri fekk 11 umboð í bý­ráðið. Jan Trøjborg Mynd: Reuters Rimmar val