mikudagur 16. november 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 220 - 16. november 2005
Nógvir bileigarar og
bilførarar hava funnist
at, at landsstýrið ætlar
at hækka vegskattin
við eini helvt. Fleiri
halda, at tað hevði
verið rættari at lagt
avgjaldið á brennievni
ístaðin, tí so hækkaðu
útreiðslirnar hjá bil
eigarunum í samsvari
við nýtsluna av bilinum
Vegskattur
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í uppskotinum fyri løgtings
fígg jarlóg fyri komandi ár
legg ur landsstýrismaðurin
í fígg jarmálum, Bárður
Nielsen, upp til, at veg
skatturin
hækkar
við
umleið eini helvt. Hetta fer
at geva landskassanum eina
meirinntøku upp á okkurt
um 25 milliónir krónur.
Henda hækking rakar øll,
ið eiga bil, og tað verður
ikki tikið hædd fyri, um tú
koyrir 10.000 ella 50.000
kilometrar árliga.
Brennievnið kann
ístaðin hækka
eina krónu
Í ár verður mett, at landskass
in fær umleið 52 milliónir
inn í vegskatti, meðan
fígg jarlógaruppskotið fyri
komandi ár sigur ein inntøku
upp á 77 milliónir.
Um henda meirinntøka hjá
landskassanum heldur varð
fingin inn við at legg ja hægri
avgjald á brennievni, hevði
tað merkt eina príshækkan
upp á umleið 96 oyru fyri
liturin.
Hetta hevði havt við
sær, at útreiðslurnar hjá bil
eigarunum høvdu hækkað í
mun til, hvussu nógv bilurin
verður nýttur.
Sum tað sæst á døminum
aðrastaðnis á síðuni, eru tað
tey, ið hava langan veg til
og frá arbeiði, sum kunnu
fegnast um, at landsstýrið
hevur valt at legg ja størri
avgjald á vegskattin heldur
enn á brennievni. Tey fáa
somu hækkan sum allir aðrir
bilførarar.
Hjá teimum, ið ikki nýta
bilin nógv, hevði tað loyst
seg betur, um avgjaldið var
lagt á brennievnið ístaðin.
Eingin sparing
í umsiting
Í sambandi við kjakið um
hækkaðan vegskatt í mun til
hægri avgjald á brennievni,
hevur tað verið ført fram, at
tað kanska hevði verið eitt
hugskot at strika alt tað, sum
eitur vegskattur, og ístaðin
fingið allan tann peningin
inn umvegis brennievnið.
Um so var, hevði tað
merkt ein hækking í brenni
evnisprísinum upp á nærum
trígg jar krónur fyri liturin, og
tað hevði neyvan fallið í góða
jørð hjá bileigarunum.
Tað er Akstovan, ið
umsitur alt tað, ið hevur við
vegskatt at gera, men um
vegskatturin var strikaður,
hevði hetta ikki merkt nakað
sum helst sparing í umsiting,
sigur Hans Jacob Stenberg,
deildarleiðari á Akstovuni.
Hann sigur, at tað bert er
eitt hálvt starv, ið burtur av
tekur sær av vegskatti, so í
tí stóru heildarmyndini ger
tað ongan mun.
Landsstýrismaðurin í fígg j
armálum, Bárður Nielsen,
hevur ikki tær stóru við
merkingarnar, tá ið hann
verður spurdur, um tað ikki
hevði verið meiri rættvíst
at útvega sær meirinntøkur
umvegis brennievni heldur
enn vegskattin.
Fleiri røddir hava borið
fram, at bilar, sum koyra
meiri enn aðrir, dálka meira
og slíta vegirnir í størri
mun enn aðrir, og tí eiga
hesir eisini at gjalda meira.
Tí halda fleiri, at tað hevði
verið meiri demokratiskt at
lagt hægri avgjald á brenni
evni heldur enn at hækka
vegskattin.
- Vit hava viðgjørt málið í
samgonguni, men undirtøka
var ikki fyri tí. Tað er ein
samgonguavtala, at øktu
inntøkurnar skulu fáast
inn umvegis vegskattin, og
meiri fái eg ikki sagt, sigur
Bárður Nielsen í stuttari við
merking.
tn
Hækkaðan vegskatt ella dýrari brennievni
Nógv halda tað verða
skeivt at hækka vegskattin
so markant, ístaðin fyri at
hækka avgjaldið á brennievni.
Um brennievnisavgjaldið var
hækkað ístaðin, hevði tað
merkt, at tey, ið koyra langt
og harvið dálka meira og slíta
vegirnar meira, lutfalsliga
skuldu gjalda meira.
Bárður Nielsen, landsstýrismaður:
- Ein samgonguavtala
Bárður Nielsen sigur, at tað er ein samgonguavtala, at veg
skatturin verður hækkaður. Hann sigur eisini, at samgongan
ikki vildi, at meirinntøkurnar heldur fingust til vega við at
hækka avgjaldið á brennievni.
Mynd: Jens Kr. Vang
Um vit samanbera eini eldri hjún í Havn
við ein bileigara á Skálafjørðinum, sum
hevur sítt dagliga yrki í høvuðsstaðnum,
ið hava sama slag bil.
Útrokningin er gjørd við útgangsstøði
í, at talan er um ein meðal bensinbil, og
at bensinprísurin er tann, sum hann er í
løtuni.
Eldri hjún í Havn:
Koyra árliga:
10.000 kilometrar
Vegskattur 2005:
Vegskattur 2006:
3.450 krónur
Øktur vegskattur:
1.150 krónur
Avgjald á brennievni ístaðin:
835 krónur meira um árið
Bileigari á Skálafjørðinum, ið til dagligt
arbeiðir í høvuðsstaðnum:
Koyrir árliga:
40.000 kilometrar
Vegskattur 2005:
2.300 krónur
Vegskattur 2006:
3.450 krónur
Øktur vegskattur:
1.150 krónur
Avgjald á brennievni ístaðin:
2.650 krónur meira um árið
Bilførarin, ið dagligt ferðast millum Havn
ina og Skálafjørðin, fær eitt ferðaískoyti
frá landinum upp á umleið 10.000 krónur
árliga.
Bíligari hjá teimum
ið ferðast langt
Um avgjaldið á brennievni
hækkaði ístaðin fyri
vegskattin, hevði tað verið
til gagns fyri tey, ið koyra
stutt, meðan tey, ið koyra
nógv, høvdu havt fingið væl
størri útreiðslur.
savnsmynd