Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. november 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 220 - 16. november 2005 17 Hósdagin endaði eitt tíðarskeið í føroyskari skúlasøgu og nú byrjar eitt nýtt. Men varð skúlin ikki lagdur í Suðuroy, hevði tað ikki gingið so væl, sum tað hevur gjørt Heilsuhjálparar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Hósdagin endaði eitt tíð­ ar­skeið í føroyskari skúla­ søgu. Tað hendi, tá ið tær síðstu heimahjálpararnar í landinum vórðu lidnar við uppskúlingina á heilsu­ skúlanum á Tvøroyri. Síðani skúlin varð stovn­ aður í 2001, eru sostatt ikki færr i 152 heimahjálpir uppskúlaðar, sum tey nevna tað, á skúlanum og nú hava so allar heimahjálpir í Føroyum fingið prógv í hondina um at tær nú hava eina útbúgving. Og nú eita tey heldur ikki heimahjálpir longur, men heilsuhjálparar. Ása Olsen, forkvinna í heilsuhjálparafelag Før­­ oya, sigur, at allar heima­ hjálpirnar, sum hava staðið royndina og sostatt er ongin dumpað. – Tað haldi eg, er eina­ standi flott klárað, tí talan er í stóran mun um tilkomnar konur, ið bæði hava hús og heim og sum ikki hava tað stóru skúlagongdina framm­ anundan. Men tað merkir ikki, at út­búgvingin hevur verið vánalig. – Eg havi kunnað meg við líkandi útbúgvingar í Danmark og eg kann stað­ festa, at Heilsuskúlin í Suð­ uroy er á einum rættiliga høg­ um støði, afturímóti sama slag skúlum í Danmark, sigur Ása Olsen. Suðuroy eitt heppið stað Sjálv hava bæði Ása Olsen og Heilsuhjálparafelagið annars, ein stóran heiður av, at útbúgvingin varð sett á stovn í Føroyum yvirhøvur. Tey arbeiddu miðvíst í fleiri ár eftir at fáa myndugleikarnar at seta útbúgvingina á stovn, so at heimahjálpirnar kundu fáa ta útbúgvingina, sum tær tráðaðu eftir, samstundis sum at alt økið, sum eitur heimahjálp, kundi lyftast upp á eitt hægri støði. Av tí sama hevur hon eisini fylgt gjølliga við, hvussu tað hevur gingist skúlanum. Og hon er púra sannførd um, at ein høvuðsheiður av, at tað hevur gingið so væl, er, at skúlin varð lagdur í Suðuroy. – Var skúlin inni á megin­land­inum, veit eg, hvat hevði hent. So høvdu heima­hjálpirnar farið heim hvønn dag eftir skúlatíð til matgerð, uppvask og gólv­ vask og tað hevði uttan iva darvað onkrum so mikið, at tær høvdu neyvan klárað útbúgvingina. Tað fór annars ein skelk­ ur ígjøgnum alla polit­isku skipanina, tá ið Tór­bjørn Jacobsen, sum tá var lands­ stýrismaður í skúla­málum, brádliga skarð ígjøgnum og flutti skúlan úr Havn og leggja hann í Suðuroy ístaðin. Slíkt var óhoyrt og nógv vóru sannførd um, at tað fór aldrin at bera til at fáa ein líkinda skúla burturúr at leggja hann í Suðuroy Men nú skúlin hevur virk­ að í góð fýra ár, heldur Ása Olsen, at tað hevur verið ein heilt avgjørd styrki fyri skúlan, at hann varð lagdur í Suðuroy. Tann stóri fyrimunurin er, at í Suðuroy fæst eitt heilt annað lestrarumhvørvi, enn tað hevði borið til at fingið í miðstaðarøkinum. – Í Suðuroy hava fleiri næm­ingarnir búð saman í leigaðum húsum og sostatt hava teir kunna lisið saman og stuðla hvørjum øðrum. Tað hevði als ikki verið tað sama, um skúlin varð lagdur í Havn. Forkvinnan í Heilsu­hjálp­ arafelag sigur, at enntá heima­hjálpir úr Suðuroy, sum eru farnar á skúlan, eru í fleiri førum eisini fluttar heimaífrá og inn í leigað hús á Tvøroyri saman við øðr­um skúlafeløgum, fyri at fáa lestrarnáðir. – Tað hevur eisini sjóðað næmingarnar saman á fingið tær at knýtt bond á ein heilt annan hátt enn um skúlin var í Havn, so at hvør fór til hús eftir skúlatíð. Ása Olsen sigur, at sam­ starvið ímillum skúlan og heilsuhjálparafelagið hevur verið sera gott. Men hon heldur eisini, at Tvøroyrar Býráð eigur ein týðandi leiklut í, at skúlin hev­ur hepnast so væl. – Skúlin hevur lagt høli til og hevur brúkt nógvan pen­ ing til skúlan. Og tær heima­ hjálpir, sum eru komnar suð­ur við børnum, hava altíð fingið pláss í skúlanum, ella ansingartilboð til børnini. Ein nýggj tíð byrjar Nú uppskúlingin er liðug, verður hildið fram við heilsu­ hjálparaútbúgvingini, sum varar í eitt ár. Men so er eisini ætlanin at fara undir at útbúgva heilsu­­røktarar og tað tekur um­leið tvey ár oman á heilsu­ hjálparaútbúgvingina. Ása Olsen sigur, at nú verða útbúgingarnar til heilsu­ hjálp­ara- og heilsu­røktara broytt­ar, so at tær eisini koma at umfata almennar lærugreinar sum føroyskt, danskt, enskt og náttúrufak fyri at útbúgvingin kann geva førleika til at lesa víðari. Men hon heldur, at tað fer at bera illa til í teimum høl­um, sum skúlin hevur nú, og tí sær hon eisini fram til, at ætlaði skúladepilin í Hovi verður liðugur við árs­ lok í 2007, tí tá verða um­støðurnar betri. Ein øgiliga spennandi tíð er av Hetta eru tær seinastu heimahjálpirnar, sum nú eru uppskúlaðar til at verða heilsuhjálparar. Aftast frá vinstru eru tær Óløf Tungá, Tórshavn, Malena Eliasen, Fuglafjørður, Jóhanna Samuelsen, Leirvík, Dania Joensen, Vágur, Bjørg Durhuus, Vestmanna, Margret Djurhuus, Skálavík, Ninna Christiansen, Vágur, Bjarndis Mortensen, Hvalba, Sunniva Simonsen, Viðareiði, Eydna Nygaard, Klaksvík og Linda Syderbø, Klaksvík. Fremst frá vinstru eru tað Marjun Nón, Fuglafjørður, Mary Gaard, Vestmanna, Lisbeth Danielsen, Tórshavn, Jónli Hansen, Tjørnuvík, Eyðna Andreasen, Oyndarfjørður, Elin Jacobsen, Skopun, Anna Thomsen, Skúvoy, Johanne Vestergaard, Hoyvík, Anna Poulsen, Runavík og Anna Oluffa Johansen, Tórshavn. Àsa Olsen, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya, hm, takkaði heilsuskúlanum fyri gott samstarv við at geva skúlaleiðaranum, Susanne Høgh Olesen, eina klokku úr føroyskum gróti við Føroyakorti á