mikudagur 16. november 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 • mikudagur • 16. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Millum tær ymisku
útgávurnar av
Mitsubishi Pajero,
er ein útgáva ið
nevnist Sport, ið er
ein væl útgjørdur
luksusjeepur, ið fæst
bæði sum persónvogn
ur og sum Van við
2.5 litur turbodiesel
motori
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mitsubishi Pajero hevur í
mong ár verið ein kendur
og væl umtóktur jeepur,
sum hevur verið nógv
brúktur av teimum, ið hava
serligan flutningstørv sum
t.d. koyring á vánaligum
vegi, ella tey hava brúk
fyri einum bili til at draga
ein tungan trailara sum t.d
hestatransport.
Pajero hava gjøgnum tíð
irnar verið gjørdir í nógv
um ymiskum útgávum
sum t.d Pajero Pinin, sum
var designaður av bilde
signaranum Pininfarina í
Italia, Grand Pajero, og so
hesin Pajero Sport, sum er
so gott sum sami bilur sum
Mitsubishi L200 pick-up,
sum fæst við bæði einkultari
og dupultari kabinu.
Í nýggjastu útgávuni
hevur Mitsubishi Sport
fingið eina facelift við
nógvum broytingum bæði
innan og uttan. Innan fæst
bilurin við leðurkabinu
og titanium-panelum á
instrumentbrettinum og
hurðapanelunum. Oman
á instrumentborðinum er
eitt multimetur við tempe
raturmátara, kumpass, olju
trýstmátara og voltmetri, og
undir loftinum er ein stór
konsoll við fleiri rúmum.
Nógvir møguleikar eru
við at leggja setrini niður,
og við baksetrunum niðri
verður vørurúmið stórt og
arbeiðsligt. Uttan.eru eisini
nógvar broytingar við t.d.
nýggjum kølaragittari, for-
og baklyktum og felgum.
Pajero Sport hevur 2.5
litur turbo dieselmotor við
115 hk. Bilurin kann draga
ein trailara, sum vigar upp
til 2.800 kg. Saman við 5-
trins girkassanum hevur
hann Easy Select 4WD, har
til ber at skifta millum 2WD
og 4WD, meðan bilurin
koyrir við eini ferð upp til
100 km/t. Pajero Sport fæst
bæði sum persónvognur og
sum Van.
Opið í vikuskiftinum
Pajero Sport er sera væl
útgjørdur og so gott sum alt
er standard, sum t.d. ABS
bremsuskipan við EBD, heil
automatiskt aircondition, hiti
í setrunum, el-síðuspegl við
hita, trinbretti á síðunum,
útbygdar skermar, alu-felgur
og tokulyktir.
Frá Ivan Johansen Bilum
verður sagt, at í vikuskiftinum
19. - 20. november verður
opið, har m.a. høvið verður
at royndarkoyra Pajero
Sport. Í hesum sambandi
verða eisini nøkur sera góð
brúktbilatilboð, sum verða
lýst nærri seinni í vikuni.
Opið verður leygardagin frá
kl. 13-16, og sunnudagin frá
kl. 14-17.
Motorurin
2.5 litur turbodiesel
115 hk v. intercoolara
Oljunýtsla
9,5 km/l
Dekkstødd
245/70-16
Stødd og vekt
Longd
461,0 cm
Breidd
177,5 cm
Hædd
173,5 cm
Eginvekt
1.875 kg
Viðførisrúm
Prísur
kr. 390.000,- sum persónbilur
kr. 285.000,- sum Van
Søluumboð
Ivan Johansen Bilar
Hoyvíksvegur 63
FO-110 Tórshavn
Tel. 313666
www.ivan.fo
Mitsubishi Pajero Sport
Mitsubishi Pajero Sport
Mitsubishi Pajero
Sport er ikki sami
bilur sum Grand
Pajero, men
er bygdur yvir
Mitsubishi L200
Pajero Sport er sera væl útgjørdur við t.d. trinbrettum á síðunum, útbygdum skermum og alu-
felgum
Pajero Sport innan.
Oman á instrument
borðinum er eitt
multimetur við t.d.
kumpass, oljutrýstmátara
og voltmetri