mikudagur 16. november 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 16. november 2005
19
Á Tokyo Motor Show
frumsýndu Audi
nýggja konseptbilin
Audi Shooting Brake
Concept við 3.2 litur
V6 motori við 250 hk.
Bilurin er rættuliga
framkomin við
nógvari nýhugsan og
sermerktum designi
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Audi Shooting Brake Con
cept er sum navnið sigur
ein konseptbilur, sum sýn
ir hvat vit kunnu rokna við
frá Audi í nærmastu fram
tíð. Um hesin bert er ein
konseptbilur, ella hann eisini
verður framleiddur vita vit
ikki enn, men helst er her
talan um ein konseptbil í
sambandi við avloysaran
fyri sportsbilin Audi TT,
sum kemur á marknaðin
komandi summar.
Motorurin er ein 3.2 litur
V6 við 250 hk og 6-trins
girkassa. Bilurin koyrir frá
0-100 km/t upp á 6 sek. Topp
ferðin er 250 km/t.
Audi Shooting Brake Con
cept er lutfalsliga stuttur,
breiður og lágur. Longdin
er 4,18 m, hann er 1,84 m
breiður og 1,35 m høgur.
Designið
er
rættuliga
sermerkt við stórum luft
kanalum framman, stórum
kølaragittari,
breiðum
skermum og lágum rútum.
Lyktirnar framman og aftan
eru allar við nýggjasta LED
diodu-tøknini.
Undirvognurin er sera
framkomin við nógvari
nýhugsan
sum
t.d.
“Audi Magnetic Ride”
stoytdoyvaraskipan
við
magnetorheologiskari vesku,
har viskositeturin ávirkast
elektromekaniskt og verður
stýrt elektroniskt. Eisini hevur
bilurin elektromekaniskar
róðurgreiðir. Bremsuskiv
urnar, ið eru gjørdar úr
keramik, eru lættari, tola
meira hita og hava fýra
ferðir so langa livitíð sum
vanligar stálskivur. Dekk
støddin er 245/40-19, og
koyrieginleikarnir eru heilt
í topp við t.d. Quattro 4x4-
systeminum. Audi kunnu
í ár hátíðarhalda at 25 ár
eru liðin síðan fyrsti Audi
Quattro kom á marknaðin í
1980.
Um akkurát hesin bilurin
verður veruleiki, vita vit ikki
enn, men talan er í øllum
førum um ein spennandi og
avbjóðandi bil.
Audi Shooting Brake Concept
Nýggi Renault Clio er
kosin ”Car of the Year
2006”. Hetta er sættu
ferð at ein Renault
fær hendan heiðurin.
Bilurin kemur á
danska og føroyska
marknaðin í januar
58 motorjournalistar frá
22 ymiskum evropeiskum
londum hava kosið nýggja
Renault Clio til ársins bil í
Evropa 2006.
G r u n d g e v i n g a r n a r
fyri at geva Renault Clio
hendan heiðurin, vóru t.d.
at kabinan er sera rúmlig í
mun til støddina á bilinum,
og at koyrieginleikarnir eru
framúr góðir. Eisini fekk
designið góð skotsmál og
ikki minst tað at bilurin fekk
fimm stjørnur í EuroNCAP
krasjtestunum. Hetta er
sættu ferð at ein Renault
verður kosin ársins bilur í
Evropa.
Nýggi Clio er komin á
marknaðin í flestu londum í
Evropa og verður á føroyska
og danska marknaðinum í
januar 2006.
Renault Clio:
Ársins bilur í
Evropa 2006
Nýggi Renault Clio er kosin
”Car of the Year 2006
Audi Shooting Brake
Concept við rættuliga
sermerktum designi við
stórum luftkanalum
framman, stórum
kølaragittari, breiðum
skermum og lágum rútum
Úr hesum vinklinum sær bilurin ikki
minni sportsligur út við tveimum
útstoytum og innbygdum spoilarum
Innan er bilurin einfaldur, smartur og sportsligur við alu-look
panelum og luftdysum og aluminiumspedalum