mikudagur 16. november 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 220 - 16. november 2005
21
Nr. 220 • mikudagur • 16. november 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Eitt hendiligt óhapp
undir venjing mána-
dagin hevur við sær,
at tað verður ikki
hugsingur um fótbólt
hjá gøtumanninum
hesu megin vetrar-
steðgin
Skaði
Jákup Mørk
Tað hevur annars gingið
sum eftir ánni hjá Súna í
seinastuni. Tilvenjingin í
Aalborg hevur ikki gingið
verri enn ilt, og seinastu
nógvu vikurnar er hann
vorðin ein alt meira týðandi
partur av liðnum hjá AaB.
Men fyribils er tann
týdningurin í øllum føurm
minimeraður eina tíð, nú
hann hevur brotið beinið.
- Hatta vóru øgiliga keðilig
boð at fáa á sjúkrahúsinum.
Men tað er ikki nógv, sum eg
fái gjørt við tað, ljóðar tað úr
telefonini í Aalborg.
Hvat hendi, tá tú fekst
skaðan?
- Vit spældu dyst undir
venjing, og sum so var
talan um púrasta vandaleysa
støðu. Ein í hinum partinum
skal spæla bóltin, men beint
áðrenn hann sparkar, prikið
eg bóltin frá honum. Og so
rakar hann beint í leggin á
mær, greiðir Súni frá.
Missir heystið
At verða skaddur er væl altíð
nakað, sum kemur illa við
hjá einum fótbóltsspælara,
men hjá Súna var hetta
nærum tað ringasta, sum
henda kundi júst nú.
- Hetta var ræðuliga keði-
ligt. Eg havi veruliga kent
meg vera væl fyri seinastu
vikurnar. Eg eri byrjaður inni
fleiri ferðir, og bæði spælarar
og venjari hava verið øgiliga
positivir mótvegis mær. Og
at fáa dystir sum til dømis
tann móti Brøndby, er jú
heilt fantastiskt.
- Nú er seks vikur eftir
at spæla í tríggjar vikur,
áðrenn farið verður undir
vetrarsteðgin, og tí eri eg
heilt vísur í, at eg eisini
hevði fingið spælitíð í hes-
um. Men ístaðin kann eg so
bara fara at fyrireika meg til
jólagávukeypið. Stórt annað
er ikki at gera í løtuni.
Hvussu langur verður
steðgurin?
- Tað ganga so einar 4-6
vikur, áðrenn eg kann byrja
at venja aftur, og tá er heystið
so farið. Í løtuni siti eg bara
heima, men tað verði eg
nokk troyttur av í longdini.
So eg fari nokk at ragga
mær út til onkra venjing
og soleiðis. Eisini fyri at
hitta hinar spælararnar.
Men stuttligt er tað so und-
ir ongum umstøðum júst
nú, staðfestir skotsterki
gøtumaðurin at enda.
Súni hevur
brotið beinið
At tað er stutt frá tindinum og niður, mátti Súni Olsen ásanna týsdagin. Eftir at hava bitið seg
fastan á AaB-liðið við fleiri framúr avrikum, skal hann ganga í gipsi í øllum førum fýra tær
komandi vikurnar
Mynd: Scanpix
Enn er ikki greitt,
hvør skal vera venjari í
Gøtu, har formaðurin
hevur gott mót, tí hann
heldur, at teir eiga at
hava lært nógv av farna
kappingarárinum
GÍ
Jóannes Hansen
Poul Ennigarð er aftur í
barndómsfelagnum í Gøtu. GÍ
og Poul Ennigarð hava skrivað
undir eitt ára samstarvsavtalu,
sum ber við sær, at verjuspæl
arin í 2006 aftur fer at spæla
við GÍ. Har hevði hann altíð
spælt, inntil hann undan
farna kappingarárinum fór til
Fuglafirðar.
Poul fekk ikki høvi rættu
liga at spíla seg út í Fuglafirði.
Eitt skifti var hann skaddur, og
tvey reyð kort - tey fyrstu sum
hann nakrantíð hevur fingið
- bóru fleiri daga leikbann
við sær.
- Vit eru fegin um, at Poul
nú aftur fer at spæla í gula
og bláa GÍ búnanum. Vit
rokna við, at hann verður
góður styrkur, sigur Brandur
Jacobsen, formaður í GÍ.
Enn er tað ikki greitt, hvør
fer at standa á odda fyri GÍ
liðnum næsta kappingarár.
Krzystof Popczynski hevur
verið venjari undanfarnu
árini. Tá ið liðið stutt undan
kappingarenda var í stórum
vanda fyri at flyta niður, gjørdu
Popczynski og GÍ nevndin
av, at annar venjari skuldi
finnast, og so stóð Petur Mohr
á odda fyri liðnum síðstu og
avgerandi umførini.
Umframt at fáa venjara
spurningin upp á pláss so
arbeiða teir í Gøtu við at styrkja
liðið eitt sindur afturat.
- Tað er góður møguleiki
fyri, at teir, sum spældu við
GÍ í ár, eisini fara at spæla
við næsta ár. Vit arbeiða
við at styrkja eitt sindur um
liðið. Eitt nú er neyðugt hjá
okkum at tryggja okkum
ein málverja og so kanska
ein nýggjan álopsspælara,
nú Popczynski verður
venjari í HB, sigur Brandur
Jacobsen.
Í fjør royndu fleiri málverjar
seg millum GÍ stólparnar.
Serliga væl nøgdir vóru teir
í GÍ við pólverjan Marcin
Dawid, sum teir leigaðu í
Sumba. Um tað er møguleiki
fyri at pólverjin aftur komandi
ár fer at verja GÍ málið,
hevur GÍ formaðurin ongan
viðmerkingar til í løtuni.
Góður lærdómur
Sjálvt um teir í GÍ hugsa um
og kanna, um tað ber til at
styrkja liðið nakað, so heldur
Brandur Jacobsen, at síðstu
umførini í farna kappingarári
vístu, at fólkagrundarlagið
hjá GÍ er nóg gott at standa
seg í fremstu røð.
- Vit vóru leingi illa sperdir,
og vit vóru so tætt at beinleiðis
niðurflytingini, sum tað ber til
at verða, uttan at tað skal enda
við niðurflyting. Tá ið liðið var
so illa fyri, sum tað ber til at
ímynda sær, vístu spælararnir
og øll, sum vóru í felagnum og
tóku á við GÍ, framúr hugburð.
Eg eri sannførdur um, at hetta
lærdi okkum, at einki kemur av
sær sjálvum, og at tað loysir seg
at arbeiða við søkini. Eg ivist
einki í, at hetta var ein álvarslig
áminning á okkum øll um, at
hóast felagið í eina fjórðingsøld
hevur verið millum tey bestu,
so kemur einki av sær sjálvum,
heldur GÍ formaðurin, sum er
avgjørdur um, at GÍ ikki fer at
spenna fíggjarliga bogan út um
tað, sum verður mett at vera
ráðiligt.
- Tað ber ikki til, og roynd
irnar siga øllum, at tað fyrr
ella seinni endar galið. Men
vit kanna, hvørjir møgu
leikarnir eru, og so fáa vit at
síggja, um tað fer at bera til
at styrkja liðið við n‡ggjum
spælarum.
Í fjør tóku veteranarnir
Magni Jarnskor og Sámal
Joensen eitt eyka tak fyri
felagið, eftir at teir høvdu
verið burturi frá eitt skifti,
og tað er góður møguleiki
fyri, at royndu menninir
eisini næsta ár fara at teljast
millum teirra, sum fara at
kappast um plássini á besta
liðnum.
- Vit høvdu fleiri ungar
menn á liðnum. Royndirnar
í ár fara at koma væl við hjá
teimum og okkum øllum
næsta ár, roknar Brandur
Jacobsen, formaður í GÍ
við.
Poul er aftur í barndómsfelagnum
Poul Ennigarð er nú aftur í
GÍ, eftir at hann í fjør spældi
við ÍF