mikudagur 16. november 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 220 - 16. november 2005
Seinna FM-undankapp
ingin í talvi fyri børn
og ung var í Sandavági
leygardagin
Talv
tíðindaskriv
Kappingin er skipað í ald
ursbólkum. Teir 8 telvararnir
sum samanlagt hava bestu
úrslitini í undankappingunum
luttaka í FM-Finaluni sum
verður 26. november í Argja
Skúla. Nr. 1 og 2 í hvørjum
aldursbólki vinna sær rætt
til NM luttøku sum verður
í Finlandi í februar mánað
2006.
Veðurgudarnir høvdu hug
at forða klaksvíkingum í at
luttaka, men kappingin var
sett í gongd góðan tíma
seinni enn ætlað - tá KTF var
komið uppá pláss. Og tað
loysti seg at koma vestur !
Samanumtikið fekk Havnar
Telvingarfelag ein framúr góðan
kappingardag. Gullvinnarar
í øllum bólkum - uttan hjá
teim yngstu telvarunum.
T.v.s. 3 gull av 4 møguligum.
Greiðastu sigrarnar fingu
Helgi Dam Ziska og Hjalti
Toftum Jógvansson - 8 av
8 møguligum. Heiðrikkur
Jacobsen megnaði somuleiðis
at vinna gull í hørðum stríði
við serliga Rúna Vørmadal.
Yngsti bólkurin gjørdist
meira
spennandi
enn
væntað varð. 8 ára gamli
Høgni Egilstoft Nielsen úr
Sandavágs Talvfelag hev
ur vanliga rættiliga gott
tak á kappingarneytunum.
Men leygardagin var um
reppið at sigurin glapp av
hondum. Heðin Gregersen
úr Klakvsvíkar Talvfelag,
sum eisini bert er 8 ára gamal,
vann greitt á Høgna, meðan
eldri beiggin hjá Heðini,
Einar Gregersen, tó vann á
yngra bróðurinum. Høgni,
Einar og Heðin endaðu sostatt
allir ovastir við 7 stigum
- men Høgni hevði bestu
mótstøðustigini. Áhugaverdir
brøður úr Klaksvíkar Talv
felag. Hóast stutt er fráliðið
síðani hesir byrjaðu at telva,
gera teir longu vart við seg á
ovastu rók.
Helgi og Hjalti greiðastu sigrarnar
Heðin og Einar Gregersen
(KTF)
Telvarar 10 ár og yngri (f. 1995-yngri) (25 luttak
arar):
Einar Gregersen, Høgni Egilstoft Nielsen, Heðin Greg
ersen
1 Høgni Egilstoft Nielsen, Sandavágs talvfelag (7,0)
2 Einar Gregersen, Klaksvíkar Talvfelag (7,0) (korr)
3 Heðin Gregersen, Klaksvíkar Talvfelag (7,0) (korr.)
Finalistar 26. november
1 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2 Einar Gregersen, KTF
3 Heðin Gregersen, KTF
4 Jóhan Hentze, Rókur
5 Eli Johannesen, Rókur
6 Dánjal K. Hansen, HT
7 Alfred Olsen, VT
8 Janus Egilstof Nielsen, ST
Aldursbólkur 11-12 ár (f. 1993-94) (10 lutt akarar):
1 Heiðrikkur Jacobsen, Havnar Telvingarfelag (8,0)
2 Rúni Vørmadal, Vestmanna Talvfelag (7,0)
3 Jógvan Emil Joensen, Vestmanna Talvfelag (6,5)
3 Jóhan Vørmadal, Vestmanna Talvfelag (6,5)
Finalistar 26. november
1 Heiðrikkur T. Jacobsen, HT
2 Rúni Vørmadal, VT
3 Jóhan Vørmadal, VT
4 Jógvan Emil Joensen, VT
5 Sveinur Bjarkason, Rókur
6 Bárður Jónsson Stórá, VT
7 Marni Kruse, Rókur
8 Theodor Larsen, Rókur
Aldursbólkur 13-14 ár (f. 1991-92) (12 lutt akarar):
1 Hjalti Toftum Jógvansson, Havnar Telvingarfelag
(8,0)
2 Margar Berg, Havnar Telvingarfelag (7,0)
3 Jaspur Enghamar, Havnar Telvingarfelag (5,5)
Finalistar 26. november
1 Margar Berg, HT
2 Hjalti T. Jógvansson, HT
3 Bogi Hansen, KTF
4 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
5 Jaspur Enghamar, HT
6 Vagnur Dam, Rókur
7 Fríða við Streym, Rókur
8 Borgar Jónsson Stórá, VT
Aldursbólkur 15-16 ár (f. 1989-90) (5 lutt akarar):
1 Helgi Dam Ziska, Havnar Telvingarfelag (8,0)
2 Herborg Hansen, Klaksvíkar Talvfelag (5,0)
3 Andrias Nielsen, Sandavágs Talvfelag (3,5)
Finalistar 26. november
1 Herborg Hansen, KTF
2 Helgi Dam Ziska, HT
3 Rógvi Dragaberg, KTF
4 Danny Baldursson, KTF
5 Andrias Nielsen, ST
6 John Johannesen, VT
7 Reidar Egilsnes, VT
8 Fróði Gregersen, ST
Úrslitið gjørdist hetta:
FM fyri Veteranar
Leygardagin 19. november 2005 skipar Føroya Bridge
Samband fyri árligu FM kappingini fyri veteranar í
Bridge. Kappingin, ið verður spæld í Bridgehúsinum í
Havn byrjar kl. 14.00.
Fyri at luttaka skal parið ikki vera yngri enn 95 ár, og
ongin av leikarunum skal vera yngri enn 45 ár.
Kappingin verður skipað sum ein barometur kapping,
tað merkir, at øll spæla somu í sama umfarið. Soleiðis
er tað gjørligt at gera upp eftir hvør umfar.
Tilmelding á staðnum.
FM fyri veteranar hevur síðstu árini verið sera væl
umtókt við nógvum sterkum bridgespælarum.
-bs
Yvirlit yvir vinnarar
2005 Kristian Magnussen - Arnbjørn Sivertsen
2004 Kristian Magnussen - Arnbjørn Sivertsen 2004
2003 Carl Mikkelsen - Mortan Rasmussen 2003
2002 Carl Mikkelsen - Mortan Rasmussen 2002
2001 Atli Hansen - Jógvan Ranghamar 2001
2000 Atli Hansen - Jógvan Ranghamar 2000
Seinasta vikuskifti
skipaði Bogaskjóti
felagið Ørvur fyri
fyrstu innandura
kappingunum í vetur í
Runavík. Leygardagin
skutu børnini á 12
metra frástøðu og
sunnudagin skutu
tey vaksnu á 18 metra
frástøðu. Báðar dagar
nar varð eisini endað
við finalum
Bogaskjóting
tíðindaskriv
Íalt luttóku 14 børn, nøkur
teirra vóru við fyri fyrstu
ferð. Skotið varð í tveimum
bólkum - recurve og com
pound.
Í bólkinum recurve vóru
10 luttakarir og var greitt
longu frá byrjan, at Sjúrður
Rein, Tambar, var klárt tann
besti skjúttin. Sjúrður hevur
ment seg nógv og setti hann
persónligt met av teimum
heilt stóru, hann megnaði
at skjóta um 100 stig meiri
enn hann nakrantíð hevur
gjørt á 12 metra frástøðu í
kapping. Annars kann sigast,
at tað var sera javnt millum
skjúttarnar, sum lógu um
miðjuna í bólkinum.
Innleiðandi úrslitini: Sjúrð
ur Rein (276+274) 550 stig,
nr. 2 Nikkel Petersen, Ørvur,
(236+240) 476 stig , nr. Hallur
mortensen, Tambar, (202+207)
409 stig og nr. 4 Bogi Ákason,
Vágaskot, (176+231) 407
stig. Allir hesir skjúttar skutu
persónlig met.
Síðan varð bólkað til fin
aluskjóting og varð endaliga
støðan á leið tann sama, sum
innleiðandi. Sjúrður helt á
fram við góðari skjóting
og í fjórðingsfinaluni setti
hann nýtt føroyskt met fyri
dreingir, tá hann skeyt 110
stig av 120 møguligum.
Bronsufinalan varð skotin
millum Boga og Nikkel og
endaði 100-88, og gullfinalan
varð skotin millum Sjúrð og
Hall og endaði 107-70.
Í bólkinum compound
var forfall og luttóku bert
4 skjúttar. Allir skutu sítt
besta og settu persónlig met.
Millum tveir teir best var
sera javnt alla tíðina og var
tað ikki fyrr enn teir seinastu
seks pílarnir blivu skotnir,
at avgerðin í innleiðandi
kappingini fall.
Innleiðandi úrslitini: Krist
offer Andreasen (283+286)
569 stig, nr. 2 Kaj Johannesen
(284+282) 566 stig, nr. 3
Jógvan Elias O. Davidsen
(261+274) 535 stig og nr. 4
Magnus Andreasen (271+257)
528 stig. Allir eru úr Ørvi.
Í finaluskjótingini var
sera javnt og spennandi.
Hálvfinalurnar Kristoffer
og Jógvan Elias 113-114 og
Magnus og Kaj 104-114.
Bronsufinalan Kristoffer
og
Magnus
110-108.
Gullfinalan var, sum man
ofta kann ynskja tað, jøvn og
neyðugt var við umskjóting.
Kaj og Jógvan Elias møttust
og skutu javnt 112-112.
Fyrsti pílur í umskjótingini
var 9-9 og næsti var 9-8.
Úttøka
Bogaskjótideildin hevur
gjørt av at nakrir skjúttar
skulu sleppa at royna seg í
kapping uttanlands í januar-
februar 2006 og eru ávís
krøv sett til skjúttarnar. Við
skjótingini hetta vikuskiftið
verður samstundis boðað frá,
at tríggir skjúttar megnaðu
krøvini.
Sjúrður Rein, Tambar,
Kristoffer Andreasen og Kaj
Johannesen báðir úr Ørvi.
Vaksin
Her varð eisini skotið í bólk
unum recurve og compound.
Luttøkan í recurve var nakað
sløk, tí okkurt forfall var.
Í recurve bólkinum luttóku
5 skjúttar og legði Eirikur í
Jákupsstovu, Ørvur, seg á
odd beinanvegin og helt hann
hesa leiðslu alla tíðina.
Innleiðandi úrslitini: Eirikur
í Jákupsstovu (235+256) 491
stig og persónligt met, nr.
2 Øssur Hansen, Vágaskot,
(219+226) 445 stig, nr. 3 Rakul
Dam, Tambar, (218+221) 439
stig, nr. 4 Rúni Bang Larsen,
Tambar, (214+215) 429 stig og
persónligt met, og nr. 5 Tórfinn
Hansen, Vágaskot, (203+210)
413 stig.
Í finaluskjótingi var lítil
broyting, men vísti tað seg, at
skjúttarnir skutu eitt vet betri
hvør sær. Bronsufinalan var
millum Rakul og Tórfinn og
endaði 90-87. Gullfinalan
var millum Eirik og Øssur
og endaði 103-82.
Í bólkinum compound
luttóku sjey skjúttar og má enn
einaferð sigast, at sera javnt
leikaði á. Í steðginum høvdu
Jógvan Niclasen, Tambar, og
Schandorff Vang, Ørvur, lagt
seg í oddin og vóru javnir í
stigum og høvdu sama tal av
10’arum og 9’arum. Beint
í hølunum á teimu komu
Jóannes Poulsen og Per Holm
Andersen, báðir úr Ørvi.
Innleiðandi úrslitini: Nr.
1 vóru Schandorff Vang
og Jógvan Niclasen, báðir
(285+282) 567 stigum og
enn líka nógvum 10’arum
og 9’arum, nr. 3 Per Holm
Andersen (281+283) 564
stig, nr. 4 Jóannes Poulsen
(280+272) 552 stig.
Av tí, at javnt var millum
tveir skjúttar skuldi kastast
lut um, hvør skuldi vera
fyrstur og næstur, tá farið
varð undir finaluskjótingina.
Hetta
lutakast
vann
Schandorff.
Í finalu umførunum
vóru tað eisini hesir f‡ra
skjúttarnir, sum lógu fremstir.
Í hálvfinalunum møttust
Jóannes og Schandorff í sera
jøvnum dysti, sum endaði
113-112, Jógvan møtti Per
og gjørdi bart, tá hann vann
117-113. Jógvan skeyt her
ájavnt við føroyska metið
fyri 12 pílar. Bronsufinalan
var millum Schandorff og
Per. Per førdi aftaná fyrsta
umfar við einum stigi,
síðan legði Schandorff seg
á odda við einum stigi, og
næstu tvey umførini skutu
teir javnt 29-29 og 29-29.
Ein sera spennandi dystur
endaði sostatt 115-114. Í
gullfinaluni gjørdi Jógvan
aftur bart og lat ongan iva
vera um, hvør skuldi vinna.
Dysturin endaði 116-110.
Innandura skjótingin byrjað
Sjúrður Rein úr Tambar
stendur her við eini skivu,
sum er mest sum perfekt.
Tríggjar ørvar í sentrum