hósdagur 17. november 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 17. november 2005
9
an fyri gardinurnar
Topppolitikarin og sam
bandsmaðurin Olaf er jú eis
ini tvinnaður inn í handan
partin av søguni, har hann
verður lýstur sum eitt vanligt
menniskja. Í so máta er
hann ein uppgerð við hasa
irriterandi, stupidu tilveruna,
sambandsmenn hava livað í
føroyskum skaldskapi, sum
fólk, tú ikki rættiliga kanst
taka fyri fult.
Bankin og kærleikin
Tað ber illa tosa um Glans
bílætasamlararnar uttan
at koma inn á tær nógvu
lýsingarnar av mest sum
groteskt avskeplaðum kyns
lívi. Í fyrstuni kennist tað
næstan sum at lesa Ameri
can Psycho, tú fært ein
hvøkk, tí tað er so óvæntað
og ógvusligt.
- Jú, men her mugu vit
minnast til, at tað bara
eru eini 15 ár síðani, vit
fyrstu ferð í føroyskum
skaldskapi fingu eina lýsing
av kynslívinum, har tingini
vórðu nevnd, við teimum
røttu orðunum. Áðrenn tað
vóru øll so øgiliga høvisk,
tey fóru í pyamas, áðrenn tey
fóru í song, og høvundurin
avdúkaði ongantíð, hvat tey
gjørdu undir dýnini. So sum
føroyskur høvundur følir man
seg rættiliga jomfrúalskan,
bara við yvirhøvur at taka
kynslívið upp sum evni.
- Tað einasta, sum er hent
í hesum førinum, er, at eg
havi drigið gardinurnar frá
og víst, at føroyingar bara
eru menniskju eins og øll
onnur. Tað er eisini mín
skylda í tí løtuni, eg í aðrar
mátar bjóði meg fram at
fortelja “sannleikar” við
hesi bókini. Mær vitandi,
er hetta eisini fyrstu ferð í
føroyskum skaldskapi, vit
síggja eina ópyntaða lýsing
av homoseksualiteti.
Ein av orsøkunum til
at seksualiteturin hjá hes
um persónunum tykist
so ósambæriligur við tað
“normala” er kanska, at tað
ikki rættiliga er pláss fyri
honum í trongu rúmunum
hjá kærleikanum. Tá Kári
einferð kemur aftur til Før
oyar og ætlar sær at fara at
vitja onkran av gomlu vin
monnunum, hugsar hann:
“Teir flestu vóru giftir
menn við húsi, konu og
børnum. Og nettupp í
raðfylgjuni við húsunum
fremst. Húsið var karmurin
um tað føroyska parið, og
inn gjøgnum hurðar, gongir
og trappur skuldi kærleikin
tross fanin kroystast.”
Hevur kærleikin tað veru
liga so trongligt í Føroy
um?
- Also, man hevur ta ideellu
myndina av forelskilsinum,
men í veruleikanum fungerar
tað nógv meir skipað. Uttan
iva byrjar tað við, at man
verður skotin í hvørjum
øðrum, men áðrenn fólk vita
av, brúka tey øll síni bestu ár
at stríðast við at betala rentur
og avdrøg. Og í øgiliga stóran
mun er tað uppá bekostning
av kærleikanum. Restin, alt
tað vakra og eggjandi og
orginala, er sovorði, sum er
í høvdinum á droymarum og
fólki, sum vilja liva øðrvísi
enn foreldrini. Húsið í
Føroyum hevur uppá ein
máta somu funktión, sum
avtalað hjúnalag í nógv
um miðaldarligum mus
limskum londum. Har eru
tað foreldrini, um gera av,
hvørjum børnini skulu gift
ast við. Í Føroyum er tað
bankin, sum ger av, at kvinna
og maður skulu halda saman.
So kann man altíð diskutera,
hvat er betri.
Ótespiligi Jóanes
Sjálvt um Jóanes er fullgreið
ur yvir, hvat tað inniber at
virka sum høvundur í einum
so lítlum samfelag, sum
tað føroyska, hevur hann
ikki hugsað so nógv um,
hvørjar rekatiónir hann kann
vænta uppá hesar óvanliga
bersøgnu lýsingarnar av
kynslívinum.
- Jú, eg eri púra greiður
yvir, at slíkt kann skapa
ógvusligar reaktiónir. Men
her hugsi eg ikki so nógv um
meg sjávan, men meir um,
at man hóast alt er pápi og
hevur familju, sum kanska
hugsar: “Harragud, hvat
er hetta fyri ein maður, vit
hava havt gangandi ímillum
okkum ...” Var eg bara var
ein leysur kroppur, hevði
ikki hugsað um, at onkur
møguliga fer at fata meg
sum perversan ella sjúkligan.
Hatta við at sjokera er ikki
so púra fremmant fyri mær.
Søgurnar, sum gingu um
meg í sambandi við onkra
happening í 70inum, vóru
rættiliga ótespiligar. Og iva
leyst gjørdu tær sítt til, at eg
rættiliga tíðiliga gavst við at
hyggja at mær sjálvum við
eygunum hjá øðrum. Gert
tú tað, byrjar tú spakuliga
at korrumperast.. Tað hevði
heldur ikki givið nakra mein
ing fyri meg at verið høv
undur, um eg skuldi liva upp
til ein glansbílæt hjá øðrum.
Og tað burdi tað heldur ikki
gjørt fyri aðrar høvundar.
At allir høvundar ikki fata
sín leiklut soleiðis er ikki
nøkur loyna. Og sambært
Jóanes er tað eisini orsøkin
til, at nógvar bókmentir eru
so lítið sigandi og ikki koma
har inn, sum nervarnar eru,
og har tað pínir. Hinvegin
er tað líka lítið kynstur og
meining í at vera besøgin
bara fyri at provokera, og tí
er javnvágin so avgerandi.
Í Glansbílætasamlarnir
er tað millum annað frá
søgumaðurin Kári, sum
skapar hesa javnvág. Kári
er tann mest “normali” av
glansbílætasamlararnum,
sum bæði kennir seg drignan
at og stoyttan frá gátuføru
og ekstremu tilverunum hjá
hinum. Tað er lætt at kenna
seg sjálvan aftur í Kára og
hansara forvitni og tískil at
fylgjast við honum gjøgnum
søguna. Nakað lesarin nokk
hevur brúk fyri í hesi skald
søguni.
- Ja, hatta var eg eisini
rættiliga tilvitaður um. Ella
bleiv tað, tá eg sá, hvønn
leiklut Kári hevði, tí onki
er avgjørt frammanunadn,
tá eg byrji at skriva. Men eg
hevði eisini brúk fyri Kára
at flætta nógvu trægrirnar í
skaldsøguni saman, so hon
ikki bleiv til eina røð av stutt
søgum í staðin.
Vakurleikin
Søgan endar við, at tann sein
asti glansbílætasamlarin,
Olaf, doyr av AIDS. Kári,
sum hevur hjálpt honum
seinastu tíðina, situr við
songina hjá honum og sum
eitt slag av eftirskrift verður,
sagt, at Kári seinni skrivaði
minningarorð um Olaf:
“Ella kanska er rættari at
kalla minningarorðini eina
hugleiðing. Kári skrivaði um
børnini, sum fyri nøkrum
og tretivu árum síðani sótu
niðanfyri høsnarhúsið hjá
nunnunum og vístu hvørjum
øðrum glansbíløt. Tey vóru
tíggju ára gomul og høvdu
langt síðani fatað, at uttan
vakurleika, bar ikki rættiliga
til at liva.”
Havandi í huga allar
grumheitirnar í Glansbílæta
samlararnir er tað freistandi
at spyrja høvundan, um tað
sama er galdandi fyri hetta
at skriva, at tað ikki rættiliga
ber til uttan vakurleika.
- Ella uttan vónina um
vakurleikan. Um tú hyggur,
finnur tí altíð okkurt forsón
andi í lívinum. Í skaldskapi
fyrr vóru tað vanliga einglar,
sum høvdu tann leiklutin.
Í veruliga lívinum koma
tað altíð menniskju púra
óvæntað og geva tær eitt
herðaklapp, og seta kanska
entá tingini í system og
vísa, hvussu alt hongur alt
saman. Ofta rennir tú teg í
tey, tá tú ert heilt har úti, at
ongin vón tykist vera longur.
Jú, tað er nokk, sum svenski
høvunduri Arthur Lundquist
sigur “Lívið er ofta yvirmett,
men ongantíð vónin um eitt
gott lív”
Á veg út í gongina fær
Jóanes eyga á eina lítla
gamla, eitt sindur rukkuta
mynd, sum hongur á vegg
inum.
- Hygg, hatta eru nakrir
av glansbílætasamlararnum,
sigur hann og peikar á mynd
ina.
Á myndini standa nakrir
ungir jassar og spæla gittar
og trummur á einum palli í
nunnuskúlanum. Burtursæð
frá 50ara frisurunum og
klæðunum síggja teir heilt
vanligir út, sum dreingir
flest nú á døgum.
Kanska finnast tað glans
bílætasamlarar allastaðni ...