Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 221 - 17. november 2005 Valúrslitið í Grønlandi gjørdist eitt heilt annað, enn eygleiðarar við støði í veljarakanningum høvdu mett frammundan. Grønlendski javnaðarflokkurin, Siumut, sum stóð til at gerast stóri taparin, fekk eitt gott val og varðveitti sínar tíggju tinglimir. Sambandsflokkurin, Atassut, fekk seks tinglimir og verður sostatt av­gerandi fyri politisku javnvágina. Hetta kemur av, at hvørki Siumut øðrumegin ella IA og Demokratarnir hinumegin megna ein meiriluta. Henda løgna støða er íkomin, av tí at IA frammanundan valinum hava boðað frá, at flokkurin undir ongum umstøðum fer aftur í samgongu við Siumut. Millum Siumut og Demokratarnar eru viðurskitini heldur ikki av teimum bestu, og kemur hetta av, at Demokratarnir eru fyri ein stóran part útbrótarar úr Siumut. Á hendan hátt er Atassut komið í lyklastøðu, og alt bendir sostatt á, at Atassut fer at hava ein týðandi leiklut í komandi samgongusamráðingunum. Samráðingar eru í dag millum Atassut og Siumut. Hinvegin vórðu Demokratarnir stóri vinnarin við tveimum tinglimum meira enn í gamla landstinginum, so tann sera braneggjaði formaðurin, Per Bertelsen, fer uttan iva at krevja løgmanssessin, fyri at fara uppí eina samgongu. Hvat slag av samgongu hevur neyvan tann stóra týdningin, eftirsum, at Demokratarnir ikki eru serstakliga ideologiskt grundaðir. Talan er heldur um ein pragmatiskan flokk, ið leggur dent á viðurskiftini hjá tí vaksandi grønlendsku meðalstættini. So er spurningurin um, Siumut kann liva við ikki at fáa løgmann í eini nýggjari samgongu. Við sínum tíggju tingmonnum verður flokkurin sterkur, um tey annars kunnu semjast innanfloks, so tað er ikki óhugsandi, at Siumut ”selur” løgmanssessin afturfyri at fáa sum mest ávirkan í komandi landsstýrinum. Viðurskiftini millum Atassut og tann vinstrahalla loysingarflokkin IA minna mest um viðurskiftini millum okkara egna Sambandsflokk og Tjóð­veldis­ flokkin. Kemiin er góð og eitt samstarv er als ikki óhugsandi, hóast flokkarnir tjóðskaparliga og ideologiskt standa langt hvør frá øðrum. Hetta kemur einahelst av, at hesir flokkar í Grønlandi eins og brøðrafokkarnir í Føroyum ikki kappast um somu veljarar. Teir koma tískil væl út av tí við hvørjum øðrum. Tann flokkur, sum er verst fyri í aktuellu pol­itisku støðuni, er IA. Hesin flokkur, ið stóð til at vinna, misti ein tinglim og er flokkurin viknaður nógv politiskt av hesum. Eisini hevur flokkurin við sínum løgnu útmeldingum fyri valið læst seg sjálvan inni politiskt. Sostatt bendir alt á, at samgongan verður millum Atassut, Siumut og Demokratarnar. Grønland er á einum politiskum vegamóti. Støða skal takast í sjálvstýrismálinum, búskapurin skal nútímansgerast, avgerð um privatiseringar skal takast og stórir sosialir trupulleikar loysast. Hinvegin er Grønland í stórari menning við einum vaksandi liði av vælútbúgvnum ungdómi og dugnaligum vinnulívsfólki. Livst so spyrst. DAGSINS MEINING Sosialurin Grønland á vegamóti VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Undirritaðu feløg hava umrøtt tey mál, sum politiskt hava verið viðgjørd seinastu tíðina, og har aðaltátturin hjá okkara politikkarum tykist at vera at fremja skerjingar og sparingar, sum í størstan mun fara at raka vanliga løntakaran og tey lægstløntu í samfelag okkara. Vektargjøld á akførum Sum kunnugt hava nógvir av limum okkara tørv á egn­um akfari í sambandi við skiftandi arbeiðstíðir og arbeiðspláss sum liggja langt frá heiminum. Flest allir av hesum løn­ takarum eru frammanundan lágløntir og tí fer ein øking av vektargjaldinum at verða steinur oman á byrðu hjá hesum samfelagsbólki okkara. Tað eru neyvan tey hægst­ løntu, sum koma at kenna sviðan av einari slíkari hækking, tí hóast nógvir skattaborgarar við høgum inntøkum koyra í dýrum akførum, so er tað ikki hesin samfelagsbólkur, sum frammanundan er væl fyri, men hinvegin tey lægst løntu, sum koma at kenna sviðan av einari tílíkari hækking. Ì hesum sambandi kanna vit livikorskanningina, sum feløgini hava gjørt fyri stuttum og sum politisku flokkarnir eisini hava fingið avrit av. Barsilsskipanin Vit hava skilt, at ætlanin er at barsilsskipanin skal leggjast út til partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Av royndum vita vit, at eitt slíkt stig kemur at økja samlaða skattatrýstið hjá vanliga føroyska løn­ tak­aranum og tí mótmæla vit at samgongan fremur slík­ar broytingar í barsils­ skipanini. Ì hesum sambandi vísa vit á, at landsstýrið ikki í nóg stóran mun hevur gjørt haldgóðar útrokningar av veruligu avleiðingunum av slíkum broytingum og vit krevja tí, at óvildugir per­sónar verða settir at gera slíkar kanningar og út­rokningar áðrenn nakrar broytingar verða framdar. Fleiri uppgávur verða lagdar til kommununa at umsita. Sum skilst er tað pol­it­ ikkurin hjá verandi sam­ gongu, at alsamt fleiri av teimum almennu upp­gáv­ unum skulu leggjast út til kommunurnar at umsita. Sum víst hevur verið á í fjølmiðlunum, so fer hetta at føra við sær eina skattahækking m.a. tí at kommunuskatturin er javnur (liniær) meðan landsskatturin er stigvíst økjandi alt eftir skattskyldugu inntøkuni. Sjálvt um samgongan hevur víst á, at landsskatturin skal lækkast fyri at byrgja upp fyri at kommunurnar koma at átaka sær uppgávur, sum tær ikki hava fíggjarligan førleika til at uppfylla, so hevur landsstýrið heldur ikki í samband við hesar spurningar lagt fram nakrar útrokningar fram og skjalaprógvan fyri, at talan í veruleikanum ikki verður um skattahækkingar. Vit heita á samgongu­ flokk­arnar og allar politisku flokkarnar á tingi um at bera so í bandi, at ikki fleiri upp­gávur verða álagdar komm­ununum uttan so, at vit skattaborgarar hava eina veruliga vissu fyri, at hetta ikki fer at føra við sær skattahækkingar. Eisini í sambandi við nevnda spurning mæla vit til at óvildugir persónar verða settar at eftirkanna tær avleiðingar, sum hesin politikkur fer at føra við sær. Oljuavgjaldið Undirritaðu feløg hava 05.07.05 sent øllum flokkum á tingi áheitan um at avtaka oljugjaldið og at seta í verk skipan við prísansing. Eingin av politisku flokk­ unum hava virt fakfeløgini so mikið, at vit hava fingið nakar svar og vit vilja tí endurtaka áheitan okkara um at politisku flokkarnir taka upp nevndu spurningar. Samanumtikið skulu vit vísa á, at vit ikki fara at góðtaka at skatta- og av­gjaldstrýstið hjá vanliga føroyska løntakaranum verður hækkað, tí støðan hjá nógvum familjum er so vánalig, at tey als ikki tola, at skatturin og avgjøldini verða hækkaði. Vit vóna, at allir politiskir flokkar duga at síggja trup­ ulu støðuna, sum vanligi før­oyski løntakarin er í og tí vænta vit, at eingi politisk tiltøk verða framd sum kunnu føra við sær hægri skatt og almenn avgjøld. Vinaliga vegna Føroya Arbeiðarafelag Havnar Arbeiðsmannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag Havnar Arbeiðskvinnufelag Ingeborg Vinther Til allir politiskar flokkar á tingi