hósdagur 17. november 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 221 - 17. november 2005
11
Norðoya Sparikassi
bjóðar nú eisini
kapitalpensjón
saman við lívs- og
avlamnistrygging
Pensjón/Trygging
Týsdagin 15. november
skrivaðu Norðoya Sparikassi
og Føroya Lívstrygging
undir samstarvsavtalu, sum
gevur Norðoya Sparikassa
rætt til at selja lívs- og
avlamnistryggingar
frá
Føroya Lívstrygging saman
við kapitalpensjónini hjá
sparikassanum.
Fyri kundan merkir hetta eitt
nú, at bæði kapitalpensjónin og
tryggingarviðurskiftini verða
avgreidd í sparikassanum - alt
á einum stað.
Norðoya Sparikassi sigur
við hesum, at tey eru fyrsti
føroyski peningastovnurin,
sum bjóðar eina heildarloysn,
har bæði kapitalpensjón,
lívs- og avlamnistrygging
eru innbygd. Hetta er tó
ikki fyrstu ferð, sparikassin
tengir egin tilboð saman við
góðum tryggingartilboðum,
tí frammanundan bjóðar
Norðoya Sparikassi Bú
staðarlánstryggingina og
Viðskiftalívstryggingina.
ave
Nýtt pensjóns- og tryggingartilboð
frá Norðoya Sparikassa
Tummas Eliasen, stjóri í Føroya Lívstrygging, Marner Mortensen, varastjóri í Norðoya
Sparikassa, Eyðun Nolsøe, starvsfólkaleiðari í Norðoya Sparikassi, og Bartal Kass,
fyrisitingarleiðari í Føroya Lívstrygging
Bókadeildin hevur
júst givið út fýra
nýggjar bøkur til
yngru lesararnar. Her
er alt frá ljósareyðum
prinsessudreymum
og gomlu søguna um
Pinocchio til nýggj
ævintýr í besta J. K.
Rowling stíli
BÓKAÚTGÁVA
Lucy Cousins: Tað er stutt
ligari saman við Malju
Um músina Malju, sum
hevur nógvar vinir. Tey stutt
leika sær saman við Malju
og súkkla, dansa spæla og
baka. Hetta er litrík bók við
klaffum, sum er prentað
á hart papp og er ætlað
teimum 0-2 ára gomlu.
Niels Jákup Thomsen týddi
úr enskum.
Amanda Eriksson: Mítt
ljósareyða lív
Ein myndabók um eina
lítla gentu sum ein dagin
sær ein ljósareyðan bil og
tí fer at droyma um eitt
ljósareytt lív, og at dreymar
kunnu gerast veruleiki, tað
syrgir abbi hennara fyri.
Tey fara undir verkætlanina
Ljósareytt.
Eingin ivi man vera
um, at hetta er bók, sum
fer at falla í góða jørð hjá
gentum, sum ganga við
prinsessudreymum.
Amanda Eriksson hevur
bæði skrivað søguna
og
gjørt
myndirnar.
Marna Jacobsen týddi úr
svenskum. Bókin er 24
bls. og er til tey 3-6 ára
gomlu.
Carlo Collodi: Ævintýrið
um Pinocchio
Um sprellimannin, sum
fær langa nøs, tí hann er
ólýðin. Hetta er triðju
ferð, at bókin kemur út á
føroyskum, men hesa ferð
í sera vakrari útgávu við
myndum og vignettum,
sum navnframi Roberto
Innocenti hevur gjørt.
Bókin er eitt samprent,
har amerikanska forlagið
Creative Company hevur
staðið fyri sniðgevingini.
Umframt ta klassisku
søguna um Pinocchio
eru myndirnar sum rein
listaverk á at líta.
Hóast bókin er ætlað
børnum í skúlaaldri, er als
einki, sum forðar einum
vaksnum at ogna sær
hesa skreytútgávuna. Stig
G.Rasmussen týddi. Bókin
er 192 bls.
Cornelia Funke: Tjóvanna
harri
Um børn sum ongan góð
an eiga. Søgan fer fram í
italska býnum Venesia; tað
er vetur og bítandi kalt og
børnini, sum hava skýli í
einum gomlum filmshølum,
noyðast at lívbjarga sær á
ymsan ikki altíð lógligan
hátt. Í grundini er søgan eisini
um børn, sum hava onkran
góðan, sum kanska ikki eru
so góð við tey allíkavæl.
Í Týsklandi verður rit
høvundurin kallað tann týska
Rowling. Sagt verður eisini,
at hetta er meistaraverk, fult
á hædd við skaldskapin hjá
Michael Ende.
Bókin er ætlað unga
lesaranum. Hon er 375
bls.við svørt/hvítum tekn
ingum, sum rithøvundurin
sjálv hevur teknað. Símun
av Skarði týddi úr týskum
Nýtt frá
Bókadeildini
Næstu dagarnir
fara 117 næmingar
í føroysku musikk
skúlaskipanini til
roynd í ljóðførisspæli
MUSIKKSKÚLI
Næmingarnir fáa eina meting
í orðum og tølum um teirra
framførslu og um teirra
førleikar. Royndin fevnir
um nøkur tónleikastykki,
men eisini um at spæla
tónastigar uttanat, spæla
frá blaðnum, syngja uttanat
og frá nótblaði, at klappa
rytmur, lurta og at greina.
Tónleikararnir fáa prógv, tá
teir hava staðið royndina. Tað
eru átta stig, og oman á hesi
átta, eru trý stig samsvarandi
krøvum á hægri útbúgvingum.
Byrjarar kunnu fara til roynd
og fáa eitt skrivligt úttalilsi
beinanvegin, við ongum
tølum, sigur Martin Mouritsen,
musikkskúlastjóri.
Tað er enski metingar
stovninum Associated Board
of The Royal Schools of
Music, ið kemur higar.
Stovnurin hevur meira
enn hundrað ár á baki og
dømir um tónleikaavrik hjá
næmingum um allan heim.
Sami próvdómari kemur
ongantíð aftur á sama stað
at døma. Hetta er fyri at
tryggja, at próvdómarin er
gegnigur.
Royndirnar byrja týsdag
in 22. november og halda
fram til leygardagin 26.
november. Føroysku mus
ikkskúlanæmingarnir fáa
undirvísing runt alt landið,
og tey, ið fara til roynd
hesaferð, spæla á tvørfloytu,
blokkfloytu,
klarinett,
altsaxofon, tenorsaxofon,
gittar, klaver, kirkjuorgul,
violin, cello, slagverk,
trummur, sang, trompet,
cornet, waldhorn, baritone,
euphonium og trombone.
Føroyskur tulkur er til
staðar.
Próvdómari er Anthony
Froggatt, ið er útbúgvin
pianistur, urguleikari og
slagverksleikari, kompon
istur og kórleiðari.
Næmingar í Musikkskúlaskipanini
til royndir í ljóðførisspæli
Fyrilestur um motión
Týskvøldið 22. november kl. 19.30 heldur Hedvig Matras
fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni um rørslu.
Hedvig Matras arbeiðir sum fysioterapeutur á
Klaksvíkar sjúkrahúsi og hevur verið á skeiðum um
týdningin av at røra seg. Í fyrilestrinum fer hon at tosa
um, hví tað er neyðugt at røra seg, hvørjar ágóðar tað
gevur, umframt at hon gevur vegleiðing í gagnligum
rørslum og venjingum.
Aftaná fyrilesturin verður høvi at seta spurningar.
Eisini verður kaffi og køkur at fáa.
ave