hósdagur 17. november 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 221 - 17. november 2005
Starvsvenjing
Barbara Tausen
Í viku 44 og 45 vóru Birita
W. Djurhuus og Hanus H.
Eysturdal, ið ganga í 10 a.
í Tórshavnar Komunuskúla,
í praktikk á Sosialinum. Tey
siga, at tey lærdu nógv, og
hildu tað vera sera spenn
andi at síggja hvussu blaðið
verður gjørt. Eisini sluppu
tey sjálvi út at taka myndir
og skriva greinar í Sosialin.
Tey trivust væl saman við
starvsfólkunum, og vóru m.a
við teimun á býráðnum, í
Føroya rætti og í løgtinginum.
Tey halda at hetta vóru tvær
sera spennandi og læruríkar
vikur.
Dagurin í morgin
18. november. Hesychius, deyður umleið ár 300. Heryvirmaður í Antiokia, tá ið keisarin Diocletianus ráddi. Hann
varð tikin av døgum fyri trúar sakir.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í gjár 16. november
fekk Sosialurin vitjan
av tveimun 8. flokkum
í Vágs skúla. Tey eru
komin til Havnar at
royna ymiskt. M.a.
eru tey komin at
hyggja eftur Ronju
Ránsmannadóttir og
eftur Miðlahúsinum
Vitjan
Barbara Tausen
Lena R. Guttesen
Sosialurin fekk í gjár vitjan
av tveimun 8. flokkum úr
Vági. Tey eru 37 næmingar
og 3 lærarar. Vit settu teimun
nakrar spurningar, m.a. hví
tey hava valt at koma hagar,
og hvat tey ætla at nýta
tíðina til. Tey søgdu okkum
frá, at tey vildu royna nýggja
smyril, síggja sjónleikin
Ronju Ránsmannadóttir og
vitja Miðlahúsið í Vágsbotni.
Teimun dáma sera væl at
vera her í Havn.
Smyril rullar ikki
Eisini prátaðu vit við tey um
nýggja smyril, teimun dámar
hann væl, tey kjakaðust eitt
sindur, men vóru at enda
samd um at skipið er sera
gott. Smyril rullar ikki. men
tó fekk onkur sjóðverk av
fiskaluktinum.
Vóru í Hetlani og
Orknoyggjunum
í summar
Flokkarnir hava eisini ver
ið og ferðast í Hetlandi
og Orknoyggjunum. Tey
fóru avstað 12. mai, og
vóru heima aftur 22. mai.
Í Hetlandi koyrdu tey við
bussi, handlaðu í Lervig,
búðu á vallarheimi. Í Orkn
oyggjunum koyrdu tey eisni
við bussi, bowlaðu, svumu
og búðu á vallaraheimi.
Serliga løgdu tey merki til
at lógurnar eru strangari
enn í Føroyum, tú hevur t.d.
ikki loyvi at roykja, um tú ert
undir 18. Ein genta roykti,
og har komu so beinanvegin
fólk og tóku sigarettinar frá
henni. Eisini komu tey út
fyri, at man ikki hevur loyvi
at taka sól, fyrr enn man er
16, og um ein skal taka sól,
skal eitt skjal fyllast út, um
navn, bústað, føðingardag
o.a. Onkur slapp tó inn
kortini, siga tey við einum
smíli. Tey vóru øll samd um,
at Hetland ikki er eitt land,
ið er líka nýmótans sum Før
oyar.
Har vóru bæði úti- og
innandura svimjihyljar - eitt
flott baðiland. At enda siga
tey, at alt í alt var tað ein sera
góður túrur.
Vitjan av 8. flokkum úr Vágs skúla
Birita og Hanus í praktikk á Sosialinum
Marjun hevur gávur
til stór og smá
Ein alt-møguligt handil. Betri ber ikki til at lýsa hvat
tað er fyri slag av handli, ið Marjun Svartafoss hevur
latið upp, har Skótabúðin var fyrr. Tí tað er tað, hon
selur. Alt møguligt.
Prima kallast handilin, og úrvalið gongur frá sápum
til sjórænarafløgg. Frá armbondum til dósaopnarar. Frá
hundaskálum til Afro-trummur. Og frá baðivektum til
putlispøl. Einasti felagsnevnari er, at góðskan er góð á
øllum vørunum.
So leitar tú eftir onkrum ávísum, er ógvuliga sannlíkt,
at tú finnur tað hjá Marjuni. Men leitar tú eftir eini gávu
og veitst ikki rættiliga hvat tú skalt keypa - so er ið
hvussu er eingin ivi um, at tú finnur tað í Prima.
Birita W. Djurhuus og Hanus
H. Eysturdal, ið vóru í
praktikk á Sosialinum
Mynd: Jens Kristian Vang
8 a. og 8 b. í Vágs skúla saman við lærarum vitjaðu í Miðlahúsinum seinasta Mikudagur
Mynd: Jens Kristian Vang