Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-11-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. november 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 221 - 17. november 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Sofus Andreas­sen fer úr Lands­ sjúkra­hús­kapell­inum leygar­­dagin klokkan 18. Jarðar­ferðin verður úr Ebenezer sunnu­dagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Sofus kunnu lata eina gávu til barna­legurnar í Grøn­landi. Konto í Før­ oya Banka. Elinborg Mørk Jørgen­ sen, ættað úr Sandvík, andaðist í heimi­num í Keyp­manna­havn týs­ dagin 15. november, 55 ára gomul. Jarðar­ferðin verður kunn­gjørd seinni. Andlát og jarðarferðir Týsdagin 15. no­vemb­ er var móttøka í Før­ oya Banka í Klaksvík í sambandi við 50 ár eru liðin síðan bankin setti á stovn eina deild í Klakvík Móttøka Myndir: Bárður Lydersen Nógv fólk vóru til móttøkuna og røður vórðu hildnar av Hans Peturi Clementsen, deildarleiðara, Jóhan Páll Joensen, nevndarformanni, Janusi Petersen, forstjóra og borgarstjóranum í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen. Undir móttøkuni sang eisini Arnfríð Lützen og Rani Nolsøe pældi gittar. Klaksvíkar Hornorkestur fekk ein gávukekk upp á 25.000 krónur frá bankanum við tí grundgeving at horn­ orkestrið ger eitt gott arbeiði fyri býin við at møta upp nær tað skal vera og í øllum veðri um okkurt er at heiðra. Tað áhugaverda við stovn­ ingardegnum er, at sama dag í 1955 læt Sjóvinnubankin eisini eina delid upp í Klaks­vík undir navninum Norðoya Banki. Nú eru so báðir bankarnir samanlagdir við búmerkinum hjá gamla Sjóvinnibankanum. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu tá kæri bróður, mammu- og ommubeiggi okkara Poul Hammer úr Hovi doyði og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir Takk til starvsfólkið á B6 á Landssjúkrahúsinum, fyri ta tíðina tit vóru um Poul. Takk øll tit, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og við ervi. Takk til prest, berarar, organist, sangarar og gravarar. Takk til tykkum, ið góvu Missiónshúsinum í Hovi gávu. Hjartaliga takk øll somul. Familjunnar vegna Elias og Adina Føroya Banki 50 ár í Klaksvík Hans Petur Clementsen, deildarleiðari í Føroya Banka, handar Hera Ellingsgaard frá Klaksvíkar Hornorkestri gávukekkin upp á 25.000 krónur Hans Petur Clementsen, deildarleiðari, Jóhan Páll Joensen, nevndarformaður, og Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka Niclas Heri Jákupsson, deildarleiðari hjá Føroya Shell, Jákup Jensen úr Havn, og Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa. Finngerð Joensen og Óluva Klein, starvsfólk í bankanum Arnfríð Lützen sang undir móttøkuni Starvsfólk í bankanum, f.v.: Arnhild Christiansen, Mathilda Nolsøe, Karolina Hansen, og Súsanna Christiansen 85 ára føðingardagur Fríggjadagin 18. november fyllir Kertin Høgnesen, Leirvík, 85 ár. Dagurin verður hildin hjá dóttrini Myrnu. n Lesið -so eru tit við! Eyðun Rasmussen, Christian Martin Rasmussen, Jóhan Páll Joensen og Janus Petersen