hósdagur 17. november 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 221 - 17. november 2005
Umstøðurnar eru
frálíkar, fólkið er
blítt og maturin er
góður, so betri kundi
tað ikki vera, sigur
borgarstjórin í Gøtu
Smyril
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nýggi Smyril er sum eitt
hotell!
Tað ásannar borgarstjórin
í Gøtu, Páll Isholm.
Mikudagin tók bygdaráðið
í Gøtu tað óvanliga stig at
fara umborð á n‡ggja Smyril
at halda fund.
Bygdaráðið stríðist í
hesum døgum við at leggja
fíggjarætlanina fyri komandi
ár og tá plaga tey at fara
burtur onkustaðni ein heilan
dag fyri at fáa arbeiðsnáðir.
– Hesuferð kom skrivarin
hjá okkum við tí frálíka
hugskoti at í ár skuldi hesin
arbeiðsfundurin
haldast
umborð á Smyrli og tað varð
rættiliga væl móttikið bein
anvegin, sigur Páll Isholm.
– Smyril er nýggjur og vit
vildu fegin royna hendan
nýggja møguleikan og tað
hepnaðist stak væl.
Vildu vita um hald
var í reypinum
– Vit vildu hava at vita, um
hald var í øllum reypinum,
sum vit hava hoyrt um
nýggja Smyril, heldur Páll
Isholm skemtandi fyri.
Og tað ásannar hann
beinanvegin, at tað var tað,
tí hetta var sum at vera á
hotelli.
– Umstøðurnar umborð at
halda funder frálíkar, mann
ingin er blíð og maturin var
sera góður, so tað kundi valla
verið betri, sigur hann.
Hann sigur, at tey fóru
umborð
mikumorgunin
klokkan gott níggju, tá ið
Smyril var komin til Havnar
úr Suðuroy.
– Vit fingu fyrst morg
unmat umborð. Á miðdegi
fingu vit døgverða og áðrenn
vit fóru í land, fingu vit
smurt breyð. Kaffi og kakur
høvdu vit allan dagin.
Umborð á Smyrli eru
frálík fundarhøli við øllum
hentleikum, so tað var als
ongin trupulleiki og hetta
var eitt tiltak, sum allir
bygdaráðslimirnir vóru stak
væl nøgdur við.
Verri varð tað ikki at, at
sambandið við fartelefonina
rýkur heilt skjótt, tá ið farið er
av Havnini, so arbeiðsfriðurin
er fullkomin.
– Hetta letur seg væl gera,
tí tað var ein fragd at royna
nýggja Smyril.
Tølini komu á
fíggjarætlanina
Borgarstjórin
í
Gøtu
ásannar eisini, at tað kom
heilt nógv burturúr hesum
arbeiðsfundinum umborð á
Smyrli og tey flestu tølini
eru sett á fíggjarætlanina.
Spurningurin er so, hvat
gøtufólk kunnu vænta næsta
ár.
Eitt nú ætlar bygdaráðið at
seta tvær milliónir av til nýggj
grundstykki næsta ár.
– Vit útstykkjaðu 13
grundstykki í fjør, men
tað standa eini 30 fólk á
bíðilista. Sostatt er stórur
tørvur á grundstykkjum í
kommununi so har royna
vit at bøta um støðuna.
Á fíggjarætlanini komandi
ár, fer bygdaráðið annars
at leggja dent á vinnuøki,
vetrarfriðing, ferðslutrygd
og á at fyrireika eina nýggja
vøggustovu. Men stórsta
einstaka útbyggingin næsta
ár verður at gera vinnuøkið
í Gøtudali klárt.
Nú vit hava roynt
nýggja Smyril í ring
um veðri kunnu vit
ikki siga annað enn
at hann livir upp til
tað, vit vónaðu, sigur
Skiparin
Nýggi Smyril
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Nýggi Smyril er eitt sera
gott sjóskip.
Tað staðfestir skiparin,
Pauli Lassen.
Nú Smyril hevur siglt í
hálvaaðru viku, hava vit
spurt skiparan um hann livir
upp til tær bjørtu vónirnar,
vit øll høvdu til skipið.
Skiparin heldur, at tað
kunnu vit róliga siga, at hann
hevur hann gjørt.
Serliga um vikuskiftið
var sera vánaligt veður, men
hann var rættiliga góður at
sigla við.
Tá ið Smyril fór úr Suð
uroy, norður til Havnar
fríggjakvøldið var stormur
av landnyrðingi norði, sum er
rættiliga ring ætt at sigla norður
í. Samstundis var krappsjógvað
og stórar aldur.
Pauli Larsen sigur, at ald
urnar mundu vera einar átta
metrar.
Hann sigur, at ongin ivi er
um, at um vikuskiftið hevði
gamli Smyril farið vesturum
Sandoynna onkrar túrar,
men tað var heilt óneyðugt
við hesum
– Men hann fer ómetaliga
væl við sær í sjónum. For
skipið er so slankt, at hann
trampar ikki so illa, men fer
ógvuliga róliga í sjónum.
Men hann er eisini góður
inn á síðuna og undan, so
hann roynist sera væl allar
vegir.
Hann sigur, at í ølum
vanligum veðri verður ikki
neyðugt at fara vestanfyri
Sandoynna í hesum Smyrl
inum, men tað kunnu kortini
vera óveðursdagar, har tann
leiðin verður vald, fyri at
gera tað behagiligari hjá
ferðafólkinum
Máldu 46 metrar
um sekundið
Fríggjakvøldið var so nógvur
vindur, at skiparin helt ikki,
at tað var ráðiligt at fara inn
á Havnina og tí fór hann inn
á Runavík.
Eisini sunnukvøldið var
rokstormur av vestri og tá
máldi vindmátarin umborð
46 metrar um sekundið.
Men heldur ikki tað bilti tað
allarminsta.
Nú kann tað vera stórur
munur á, hvussu garvað sjó
fólk og vanligir landkrabbar,
meta um veður og rull.
Men ferðafólk, sum vóru
við um vikuskftið, vátta tað,
sum skiparin sigur, at skipið
rullaði altso ikki nakað ser
ligt.
Leygarmorgunin hendi
so tað, at bylgjubrótarin á
bakkanum boygnaði. Hann
var útnyrðingur norðan, men
tað var landnyrðingsalda og
krappsjógvað, so líkindini
vóru vánalig.
Men umborð er semja
um, at hann var ov veikur,
tí boygnaði hann.
–Veðrið, sum var um viku
skiftið, eigur hann at tola, so
hann hevur ikki verið nóg
sterkur, sigur skiparin.
Skiparin ásannar kortini,
at hóast skipið roynist sera
væl, hava ymsir tekniskir
trupulleikar verið. Men talan
er ikki um álvarslig brek og
hetta eru ikki trupulleikar, sum
nerva ferðafólkið, í hvussu so
er ikki nakað stórvegis.
Skiparin sigur, at so hvørt,
teir fáa vant seg við skipið,
gongst eisini betri og betri
at leggja at.
Tað eydnaðist ótrúliga væl
Mikudagin helt bygdaráðið
í Gøtu ein sera væleydnaðan
arbeiðsfund í snotiligu fundar
hølunum umborð á Smyrli
Frá vinstru sita Hans Mourits
Foldbo, Poula J. Gregersen,
varaborgarstjóri, Måns Pers
son, kommunuskrivari, Páll
Isholm, borgarstjóri, Óli
í Búrstovu, fíggjarleiðari
hjá kommununi, Steintór
Jacobsen, Maud Poulsen,
Oluffa Joensen og Svenn Ó.
Olsen
Tað er stórur áhugi fyri
at leiga høli umborð
á nýggja Smyrli til
fundir og ráðstevnur
og umstøðurnar
umborð eru frálíkar til
slíkt virksemi
Smyril
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Virki og stovnar í Føroyum
hava nú fingið ein nýggjan
møguleika at samantvinna
arbeiðið og sosiala sam
veru.
Tað hava tey fingið við
tað, at nýggi Smyril er
komin til landið.
Umborð á Smyril eru
frálíkar møguleikar at halda
fundir og ráðstevnur og
ReginVágadal, rakstrarleiðari
hjá Strandferðsluni, sigur, at
hetta er ein møguleiki, sum
nógv virki og nógvir stovnar
hava fingið eyga á.
– Hølini umborð eru
rættiliga nógv umbiðin
til fundir og ráðstevnur
umborð, sigur hann.
Hann sigur, at talan er
bæði um privat virki og
almennar stovnar.
Aðrastaðni í blaðnum
í dag, ber soleiðis til at
lesa, at Gøtu Bygdaráð
hevur hildið arbeiðsfund
umborð á Smyrli og allar
kommunurnar í Suðuroy
høvdu eisini fund umborð
á Smyrli longu tann fyrsta
túrin, hann sigldi.
Fleiri møguleikar
ReginVágadal sigur, at
umborð er eitt vælútgjørt
fundarhøli til 14 fólk við
video-kanón, talvu og
stikkum til alnetið.
Samstundis eru eini
buffet-høli við plássi til
56 fólk til taks.
Sostatt eru tað mong,
sum brúka hetta høvi til at
halda fundir, samstundis
sum tey kunnu bíleggja
mat umborð.
Ein slíkur arbeiðsfundur
ella ein ráðstevna umborð
á Smyrli, kann so saman
tvinnast við eini útferð í
Suðuroy og regin Váfgadal
sigur, at hetta er ein møgu
leiki, sum fleiri taka av.
Hinvegin sigur Andrass
Jensen, ferðafólkaleiðari
hjá Strandferðsluni, at
enn hevur Strandferðslan
ikki kunna staðfest nakað
ferðslulop eftir at n‡ggi
Smyril er farin í sigling.
– Ferðafólkataliðer ikki
økt, sigur hann.
Hann heldur kortini, at
tað er árstíðin sum ger tað
og at ferðafólkastreymurin
ímillum Suðuroy og Havn
ina fer at økjast ímóti
sumri
Stórur áhugi fyri at
leiga høli umborð
á nýggja Smyrli
Smyril livir upp til vónirnar
Nú hava vit roynt Smyril í ringum veðri og vit kunnu róliga
siga, at hann livir upp til vónirnar, sigur Pauli Larsen, skipari